678 eysturoyingar mátað blóðtrýst

Fólk við góðari og minni góðari heilsustøðu lótu seg kanna á Glyvrum fríggjadagin og leygardagin. Undan jólum fáa tey úrslitið at vita

Í farnu viku høvdu eysturoyingar høvið at mátað kolesterol, blóðsukur, blóðtrýst, og vekt. Samstundis høvdu tey møguleikan at fáa góð ráð á vegnum um fyribyrging av hjartasjúkum, um kost og kropsliga íðkan. Blóðbankin var eisini á staðnum og upplýsti um blóðgávu, og fólk høvdu møguleikan at melda seg sum blóðgeva.

Ikki færri enn 678 eysturoyingar nýttu møguleikan at lata seg kanna, og tað er Heðin Thomsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sera væl nøgdur við. Sjálvur helt hann fyrilestur um hjartasjúkur og viðgerð av hjartasjúku, sum 150 fólk lýddu á.

Úrslitini av kanningunum eru sjálvsagt ikki arbeidd enn, men Heðin Thomsen roknar við, at áðrenn jól eru niðurstøðurnar klárar. Tá fáa tey, ið hava verið við í kanningunum, hagtalsfrøðiligar upplýsingar um kanningina, hvat miðaltalið er fyri kolesterol, og annað.

- Kanningarnar eru fyrst og fremst til vegleiðing um heilsustøðuna hjá tí einstaka. Umframt hava tær ein samfelagsligan týdning, tí vit kunnu gera okkum eina mynd av, hvussu nógv fólk eru í vanda fyri at fáa eina ella aðra sjúku avleidda av royking, vánaligum kosti, høgari vekt, og øðrum.

Kanningarnar eru tilboð til fólk, men Heðin Thomsen heldur ikki, at fólk í vandabólkinum halda seg aftur at lata seg kanna.

- Tað eru bæði fólk við góðari og vánaligari heilsustøðu, sum koma til kanningarnar. Sambært áhuganum til fyrilesturin skiltist á fólki, at tey eru tilvitað um egnu heilsustøðu og at tey taka úrslit av kanningum í álvara.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, kostráðgevi, greiddi á fundinum frá um kost og hvørji tilmæli ein eigur at fylgja fyri at fyribyrgja fita, hjartasjúku og sukursjúku. Hon fekk nógvar spurningar um mat, serliga tann føroyska matin.

- Tað er væl skiljandi, at fólki ikki dámar, at spurnartekin verða sett við, hvussu gagnligur føroyskur matur er. Men tað er ein sannroynd, at so langt frá allur føroyskur matur er heilsugóður. Vit ráða fólki frá at eta tað feita seyðakjøtið. Flest fólk vita hetta, men sjálvsagt tekur tað tíð at broyta tradisjónir og vanar í einum samfelag, sigur Heðin Thomsen.

Hjartafelagið ger ferð út um landið á hvørjum ári, har fólk fáa høvið at lata seg kanna. Ikki færri enn 1200 fólk lótu seg kanna, tá ið kanningarnar vóru í Havn. Hvar farið verður næsta ár, ger nevndin í Hjartafelagnum av.