Í gjár, fríggjadagin varð stór sølustevna sett í KÍ høllini, har framsýnarar úr øllum landinum hava høvi til at sýna norðoyingum, hvat teir hava at bjóða.
Tað er áhugafelagið hjá KÍ, sum skipar fyri sølustevnuni, sum við tíðini er vorðin til eitt afturvendandi tiltak. Seinastu árini hevur felagið í stóran mun roynt at savnað pening inn til nýtt áskoðaraskýli, men yvirhøvur er ætlanin, at allur ítrótturin í Klaksvík skal fáa ágoða av hesum felagið.
Endamál felagsins er at gera áskoðaraskaran hjá ítróttarfelagnum sjónligari, og hava teir í hesum sambandi skipað fyi bussferðum, eins og teir hava útvegað ymisk larmandi og litrík amboð, soleiðis at tað gerst lættari at seta rættuligan dám á, tá klaksvíkingar dystast í ítrótti.
Fjølbroytt skrá
Á sjálvari stevnuni verður annars alt møguligt at síggja. Ja, so at siga alt frá skógvum til bilar er á skránni, og sjálvsagt hava ymsu luttakararnir eisini fleiri góð tilboð, sum tey vitjandi so kunnu velja og vraka ímillum. Ikki færri enn 32 ymsir básar eru á stevnuni, og fyri at fáa luttakandi virkini at gera eitt sindur eyka burturúr, verður vakrasti básurin kosin. Hetta hevur verið væl umtókt millum framsýnararnar, og verður sera nógv gjørt burturúr, ikki minst nú túsundaáraskifti av álvara er farið at nærkast.
Mótasýningar hoyra vanliga til eina sølustevnu, og í so máta er henda sølustevnan einki undantak. Hvønn dag verða tvær sýningar, har tann fyrra er ætlað teimum yngru áskoðarunum, ímeðan tann seinna er til tey meira tilkomnu.
Nógv annað áhugavert er eisini á skránni hetta vikuskiftið. Klaksvíkingurin, Tórur Andreasen, sum annars hevur buleikast í Havn seinastu árini, hevur málningaframsýning, og eisini verður livandi tónleikur at hoyra á pallinum. Klaksvíkingarnir úr I-am, sum um heilt stutta tíð koma úr á marknaðin við fløgu, fara at spæla og syngja fyri áhoyrarunum, eins og Helga Gerðalíð við fleiri fara at vísa okkum, hvussu klaver og strúkarar skulu handfarast.
Jólamenn og fýrverk
Nú tað stundar móti jólum, eru tey yngstu kanska vorðin nakað ótolin eftir at fáa nakrar pakkar, og hava fyrireikararnir tískil heitt á onkrar jólamenn um at leggja leiðina fram við KÍ høllini hetta vikuskifti. Eisini verður høvi hjá teimum vaksnu at vinna onkran pakka, tí drigið verður millum seldu atgongumerkini, og fær hepni vinnarin eina vikuskiftisferð til Keypmannahavnar.
Alt hetta ljóðar uttan iva sera spennandi, og fyri at seta enn meira dám á tiltakið, hava fyrireikararnir gjørt av, at um veðrið er til vildar, verður stórt fýrverkarí at síggja leygarkvøldið, eftir at dyrnar eru latnar aftur.
Góð undirtøka
Fyrireikararnir siga annars, at hesi árini, sum sølustevnan hevur verið á skránni, hevur undirtøkan millum manna verið sera góð. Framsýnarar hava verið úr øllum landinum, og harumframt hava teir eisini fingið góðan stuðul frá fleiri lokalum virkjum, sum ikki eru at síggja á framsýningini.
Eisini frá klaksvíkingum hevur tiltakið fingið góða undirtøku. Vanliga hevur talið av vitjandi ligið um hálvt fjórða túsund, so talan er av sonnum um tiltak, sum stuðlar nógv upp undir virksemið hjá ítróttinum í Klaksvíkini, og vilja fyrireikararnir takka øllum teimum, sum á onkran hátt hava verið til at gjørt tað møguligt at skipað fyri stevnuni.
Sum nevnt varð stevnan sett í gjár, og í dag og í morgin verður opið frá kl. 15.00 til 21.00.