-Eg skilji, at landsstýrið hevur í hyggju at lækka partafelagsskattin, og fer henda lækking eisini at fevna um oljufeløgini, so eru tað bara góð tíðindi.
Nú oljufeløg aftur og aftur gera vart við, at treytirnar føroysku myndugleikarnir seta, mugu ikki verða ov harðar spurdu vit Mike Coffelt, um teir ikki ásanna, at møgulig olja er ognin hjá Føroya fólki, og tí má tað hava sín stóra part av einum ágóða?
-Tað vit allir síggja fram til er ein ?win to win? støða, tvs. at báðir partar kunnu fáa nakað burturúr. Øll altjóða oljufeløg viðurkenna, at tað er Føroya fólk, sum eigur ressursirnar í undirgrundini, og at tað eigur at fáa meirilutan av revenue sum kemur frá eini leiting og framleiðslu. Samtíðis má ein eisini gera sær greitt, at oljufeløgini, sum fara undir at leita her, átaka sær ein stóran váða.
Mike Coffelt vísir á, at henda vinnan krevur nógvan kapital, so teir skulu brúka nógvar pengar uttan at hava nakra sum helst trygd. Møguliga vil bert ein av 5 ella ein av 6 boringum geva úrslit og tá krevst nógvur peningur. So tað er greitt, at her má verða talan um eina støðu, har bæði Føroya fólk og oljufeløgini fáa nakað burtur úr.
Phillips vil vera Phillips
Phillips hyggur væl eftir gongdini á oljumarknaðinum tvs. hvørji feløg verða yvirtikin ella leggja saman. Tað kann vera ein trupul-leiki, tá partnarar verða lagdir saman við øðrum feløgum, men tað kann eisini vera ein fyrimunur.
Tað hevur ljóðað, at Chevron skuldi keypa Phillips. Mike Coffelt sigur, at teirra nýggi stjóri hevur gjørt greitt, at teir ætla sær ikki at leggja saman við øðrum. Phillips ætlar framhaldandi at vera eitt sjálvstøðugt oljufelag og metir ikki, at tú skal vera ein oljurisi fyri at kunna yvirliva. -Nettupp eitt felag av okkara stødd hevur góðar møguleikar at fáa lut í nýggjum inntøkum.
Phillips roynir í løtuni at selja burtur av virksemi sínum á landi í USA og ístaðin brúka peningin til leiting og framleiðslu.
Hvat viðvíkur bólkinum Phillips er við í, so henda eisini har broytingar. ELF er um at verða lagt saman við Total Fina, og spurningurin er so, hvat hendir við bólkinum, sum ELF, Phillips og Esso eru partur av. Mike Coffelt sigur, at teir seinni í hesi vikuni skulu hava fund við Total fyri at tosa um hetta.
-Vit hava arbeitt saman við Total fyrr, og vit vilja fegnir gera tað aftur í framtíðini. Við hesum sipar Phillipsstjórin til, at hann fegin sær, at Total kemur uppí teirra bólk eftir at felagið og Elf eru løgd saman. Hann útilokar heldur ikki, at Anadarco, sum í dag er í bólki við Total eisini kann gerast partur av teirra bólki. Teir hava arbeitt saman við Anadarco, sum er eitt framúr gott felag, í fleiri ár og hava ongar trupulleikar at arbeiða saman við teimum.
-Men hvat hendir, um Norsk Hydro fer í bólk saman við Total og Anadarco - kann tað so eisini vera í tykkara bólki?
-Ja tað er eisini ein møguleiki leggur Mike Coffelt brosandi aftrat.