Múrurin er eitt fornminni, hava víst á, at Múrin ikki er ein ruin, við tað at Múrin er hildin við líka øll árini. Sámal Petur í Grund sigur, at í hansara verð er tað líka mikið, um Múrurin er eitt fornminni [...] Er Múrurin ikki eitt fornminni, er hann ikki friðaður, og so hoyrir hann til festið í Kirkjubø. Fyrsta dagain fer Sámal Petur at skriva fornminnanevndini bræv og biðja um tilmæli viðvíkjandi hesum spurningi [...] fornminni ella ikki. Er hann ikki eitt fornminni, fær festarin kortini ikki heimild til at gera við Múrin, sum honum lystir. So má landsstýrið við lóg friða Múrin. Fornminnanevndin fær onga tíðarfreist at
Í gjár kom ein heldur óvanligur gestur í Vágarnar. Tað er eitt flogfar av Navaho-slagnum við plássi til átta fólk. Tað er bretska fyritøkan ?Oilsearch?, sum eigur hetta og eitt flogfar aftrat, ið bæði [...] til fyrstu kanningarnar. Arbeitt verður á einum øki eystan fyri Føroyar. Tað nærmasta tey eru landi er 50 kilometrar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fyritøkur gera kanningar úr flogfari. Australska felagið [...] hjá Oilsearc. Talan er um eina kanning, sum fyritøkan lutvíst sjálv hevur tikið stig til. Men tað eru eisini oljufeløg, sum hava heitt á felagið um at gera hesa kanningina, nú tað nærkast einum útbjóð
verða har - í hvussu so er eina tíð. Og tá ið vit spyrja hana, hvussu tað er longu at missa arbeiðið tí virkið letur aftur, samanfatar hon tað við hesum fáum orðum: ³ Hetta er nakað lort³ Ikki bara [...] varðveitt. Um ikki annað vónar hon, at onkur fær keypt tað. Hon heldur at tað ringasta við at gerast arbeiðsleys er ikki at fáa tíðina at ganga. Tað ringasta er kenslan av at føla seg minni verdan av at ?ganga [...] Hjá mær er ikki nógv at gera eg noyðist at búgva í Vágum, men vónandi fer tað at eyndast at varðveita virkið. 21 ára gamla miðvágsgentan Mariann Nattestad úr Miðvági er yngsta flakakonan á flakavirkinum
viðgjørt og sakarmál reist, áðrenn firningarfreistin er úti, sigur hon. - Tað er heldur ikki óhugsandi, at partarnir stúra fyri úrslitinum av kanningini. Tað er kanska orsøkin til at fleiri - hálvavegna gølur [...] sigur Helena Dam á Neystabø. Spurd um tað ikki er sannlíkt, at partar í kanningini vilja forða nevndini í at gera arbeiðið liðugt, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað er hugsandi at onkur vil taka álitið á [...] pallinum í bankamálinum, og nógvar gitingar hava verið gjørdar.Tað kann t.d. hava verið gjørt, fyri at seta annan partin í ávíst ljós. Tað byrjaði við at Anne Birgitte Lundholdt úr Konservativa flokkinum
vndin gjørdi tað so! Grundgevingin var, at økið fór at koma seg eftir stuttarið tíð. Alt er steindeytt enn? Spurningurin er so: Hvat er føroyskt í eygum yvirfriðingarnevndarinnar? Er tað føroyskt at turrleggja [...] vóru óføroyskar! Eitt annað mál kemur mær eisini til hugs. Tað var eitt smoltbrúk í Suðuroynni, sum hevði fingið onkra laksasjúku. Teir hildu tað vera neyðugt at sterilisera alt økið kring smoltstøðina. [...] turrleggja eina á? Er tað føroyskt at eitra áir, vøtn og haga? Annars haldi eg, at SEV lættliga kundi latið vera við at brúkt Stórá og í staðin brúkt vindmyllur til at nøkta tann orkutørvin, sum missurin
við hesa støðu, men tað tykist at vera sera torført. Tað eru Fiskavirking ella Føroya Banki, ið oftast liggja í buktini. Føroya fólk hevur goldið nógvan pening í Fiskavirking, men tað err ilt at fáa eygað [...] . Hetta vísir seg at vera neyðugt, um hesar vinnugreinar skulu yvirliva. Tað ber til at rokna út, hvussu stóran stuðul, tað er ráðiligt at lata til ymsu vinnugreinarnar, í mun til hvørji arbeiðspláss, [...] sagt raserað. Í øðrum bygdum eydnaðist tað bygdafólkinum við fysiskum blokadum at forða fyri, at teirra virkir vórðu tømd og oyðiløgd. Tann stóri spurningurin er, hvørja nyttu hava Fiskavirking og Føroya
Joensen? Er tað løgmansstjórin, eru tað hinir aðalstjórarnir, eru tað starvsfólkini í landsumsitingini sum heild? Ella er tað Edmund Joensen sjálvur og einsamallur, sum hevur hesa áskoðan? Alt tað, ið eg [...] løgmann, sum er partamaður Atla Hansens, og skoðsmálið, ið sambandstingmaðurin gav partamanni sínum var út av lagi vánaligt. Tað er neyvan komið fyri, at sjálvt politiskir mótstøðumenn, er komnir við so [...] skipanin við samgongufundum er góð ella vánalig? Tá sagt verður, at skipanin við samgongufundum hevur fulla undirtøku í landsstýrinum, fær ein sjálvandi hug at spyrja, hvør tað er í landsstýrinum, sum tekur
tíverri at siga nakað skeivt. Tað var ikki eg, sum bað gestirnar reisa seg og skála fyri ríkisfelagsskapinum. Tað var danski fólkatingsformaðurin. Tí hevur Jóannes púra rætt í, at tað var ikki sørt pínligt, tá [...] svaraði klárt og greitt, at bankamál eru felagsmál. Ikki nóg mikið við tað. Bankamál eru felagsmál sum ikki kunnu yvirtakast. Tí er tað sólarklárt, at danir eiga at gjalda hendan partin av skuldini. Jóannes [...] Tann besti parturin av greinini hjá Jóannes er yvirskriftin: »Logikkurin haltar ikki, hann er snøgt sagt ikki til«. Eg vil mæla Jóannes til at standa við tað kravið, sum vit báðir saman við øðrum hava sett
Bilasølan Reyni Service er í dag eitt stórt arbeiðspláss. Tá verkstaðið í 1978 flutti niðan í Hoyvíkar starvaðust 12 fólk á verkstaðnum og í bilasøluni. Men nógv er broytt síðani 1978, og er talið á starvsfólkið [...] síðan 1947. Men at keypa bil í dag í mun til fyrr er ikki tað sama. Tá kundi tú ofta bíða í einar fýra mánaðir, áðrenn tú fekst bilin, men soleiðis er ikki í dag, sigur Eivind av Reyni. ? Í dag hava vit [...] út í Hornabø við sínum verkstað. Fluttu niðan í Hoyvíkar í 1978 Tað vóru framvegis Morris bilar, sum vórðu seldi hjá Reyni Service. Men tað gjørdist ov trongligt niðri í Rættará, og varð tí gjørt av at flyta
undirskriftum, hevur verið borið fram í fjølmiðlunum, at talan er um tað stóra upprunaliga sjúkrahúsprojektið fyri 300 mill. kr. Hetta er ein stór misskiljing siga fleiri starvsfólk á Landssjúkrahúsinum [...] misskilt. Tey siga, at tey yvir fyri landsstýrismanninum júst greitt undirstrikaðu, at tað als ikki var neyðugt at gera alt tað upprunaliga projektið hjá Árna Winther. Hetta projektið fevndi jú um tvær stórar [...] funni uppá slíkt. Talan er jú um sjúkrahúsið hjá øllum føroyingum. Fólksins umboðsmenn- og kvinnur kunnu ikki fara at skaða henda stovn bert fyri at revsa starvsfólkini, ið hava kent tað sum sína skyldu at