»Hetta er nakað lort«

21 ára gamla miðvágsgentan Mariann Nattestad úr Miðvági er yngsta flakakonan á flakavirkinum har í bygdini, sum fiskavirking nú ætlar at lata aftur.

 

­ Hjá mær er ikki nógv at gera eg noyðist at búgva í Vágum, men vónandi fer tað at eyndast at varðveita virkið.

21 ára gamla miðvágsgentan Mariann Nattestad úr Miðvági er yngsta flakakonan á flakavirkinum har í bygdini, sum fiskavirking nú ætlar at lata aftur.

Hon var fegin, táið hon fekk arbeiðið á virkinum í mars í ár, og hon hevði sett sítt álit á, at hon kundi verða har - í hvussu so er eina tíð.

Og tá ið vit spyrja hana, hvussu tað er longu at missa arbeiðið tí virkið letur aftur, samanfatar hon tað við hesum fáum orðum:

­³ Hetta er nakað lort³

­ Ikki bara fyri meg, leggur hon afturat. Men fyri alla oynna.

Áður hon byrjaði á flakavirkinum hevði hon gingið í skúla í Havn, og hon búleikaðist eisini í flatlondum eitt skifti.

Fast arbeiðið hevði hon ikki áður.

­ Sjálvndi droymi eg um okkurt annað, men skal eg vera poura erlig, er tað ikk iso galið at hava okkurt at gera.

Hon sigur, at beint nú hevur hon onga hóming av, hvat hon fer at gera, missur hon arbeiðið á flakavirkinum.

­ Eg eigi ein lítlan son og noyðist tí at vera í Vágum. ­ Og her er ikki nógv at velja í At flyta til Havnar við einum barnið er báði dýrt- og heilt ómøguligt, tí ongir ansingarmøguleikar eru. Og at ferðast aftur og fram hvønn dag ber ikki til fyrrenn undirsjóvartunnilin er komin.

Hon dylir heldur ikki fyri, at hon vónar, at undirsjóvartunnilin kemur skjótt.

­ Tað hevði gjørt tað munandi lættari, og bíligari at arbeitt aðrastaðni, uttan at verða noyddur at flyta.

Hon sigur, at hon vónar, at útvegir verða funnar fyri, at flakavirkið verður varðveitt. Um ikki annað vónar hon, at onkur fær keypt tað.

Hon heldur at tað ringasta við at gerast arbeiðsleys er ikki at fáa tíðina at ganga.

­ Tað ringasta er kenslan av at føla seg minni verdan av at ?ganga um ein ónytta³ og at onnur ofta halda so lítið um fólk, sum einki arbeiði hava.

Sí eisini samrøðu við bygdaráðsformannin í Miðvági aðrastaðni í blaðnum um støðuna har vesturi, nú ætlanin er at lata flakavirkið í Miðvági aftur.