hann verður ikki við í morgin. Jan Dam, sum nú venur í Herfølge, verður við í hópinum í morgin. Liðformaðurin Rúni Nolsøe, verður ikki við móti Sumba. Hann fekk reytt kort í Klaksvík, og so siga reglarnir [...] Eftir javnleikin í Klaksvík helt formaðurin í HB, Gunnar Mohr, fyri, at um felagið hjá honum ikki fór at megna at vinna FM heitið frammanfyri áskoðarafjøldini í Gundadali, tá sumbingar koma at vitja, so [...] stríðast við at fáa upp at standa. Poul Michelsen er formaður í smápartafelagnum Havnar Fótbóltur, og hann er ikki ósamdur við formannin í móðurfelagnum, men hann undirstrikar, at tað eru nógv dømi um
fingið, hava teir fingið nú í seinast í september og í oktober. -Tað var ikki fyrrenn um mánaðarskiftið september-oktober, at fiskiskapurin kom uppá nøkunlunda sama støði, sum í fjør,sigur Jákup Reinert. [...] 893 kilo og 7.765 kilo í fjør. Men veiðan hjá Khiyo Maru 8 kann ikki rættiliga samanberast við fiskiskapin í ár, tí hann royndi bara einar 14 dagar í fjør. Men afturgongdin frá í fjør, til ár ár er týðilig [...] Men árið í ár hevur so víst, at tunfiskurin kann vera akkurát líka svikaligur, sum allar annar fiskur, ið hevur stert og fær svomið. Tí í ár er gingið verri í allar mátar, enn tað gjørdi í fjør: Tað hevur
sum operatørur í bólkinum hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at fáa hesa avtaluna í hús sigur Holger Lavesen, sum eisini heldur tað vera áhugavert at merkja sær, at tey fimm feløgini í samtakinum umboða [...] vertslandið við í samtakið kann bara vera gott leggur hann aftrat. Holger Lavesen undirstrikar, at teir við hesum samstarvi við eitt føroyskt felag ikki hava ætlað sær at fáa nakrar fyrimunir í eini útbjóðing [...] at landið er við í øllum lisensum og harvið fylgt tí norska modellinum? -Tað er ikki upp til okkum at siga, hvussu tit skulu gera hetta. Ymisk lond brúka ymsar skipanir fyri at fáa lut í oljuvinninginum
upplivingin helst ikki veikari enn hjá teimum, sum upplivdu frálíka nýggjársrómin í konserthøllini um kvøldið. Ikki munnu okkara tónleikarar leggja upp til at kappast við filharmonikararnar í Wien, haðan fyrimyndin [...] arbeiði í musikkskúlanum; men við bara at venja soleiðis í herðindum fær symfoniorkestrið ikki havt tað árin á tónleikamenningina, sum her annars er besti møguleiki til. Hetta gevur heldur ikki okkara [...] at her stendur so væl til í okkara tónleikalívi, sum hendan konsert hevur verið tikin sum tekin um. Tað er gott, at Føroya Symfoniorkestur, flaggskipið í okkara tónleikaheimi, í samvinnu við útvarp, sjónvarp
skúlum her í kommununi, so ber til í eina tíð at hava undirvísingina aðrastaðni. Men av tí at tað krevur flutning millum skúlarnar, so ber tað ikki til í longdini. Hetta kemur tó eisini bara at vera í eina stutta [...] sum leggur afturat, at alt arbeiðið verður ikki gjørt í einum, men verður gjørt yvir trý skúlaár. Umstøðurnar loyva ikki, at alt verður gjørt í einum. Í hesum umfarinum verður bert tann eina skúlastovan [...] arbeiðið skal gerast í summarfrítíðini. Kortini er arbeiðið so mikið drúgvført, at tað bar ikki til at vera liðugur til ta tíð tá farið var aftur í skúla, og tí fingu næmingarnir sum ganga í Glyvra skúla eina
Johannesen og AGF vóru í Keypmannahavn og stríddust í fjórða umfarinum í steypakappingini móti Glostrup IF32, sum í summar flutti niður í triðji bestu deildina, har teir eru nú eru mitt í røðini. Frank Skytte [...] síðsta kappingarár vóru ovast í í superliguni, koma ikki uppí steypakappingina fyrrenn í sætta umfari. Tað umfarið verður spælt 5. apríl komandi ár. AGF var einasta felagið í superliguni, sum fór úr kappingini [...] venjari, fylgir væl við í føroyskum fótbólti, og tað harmar hann, at tað ikki gongst so væl hjá TB. ? Teir hava sama trupulleikan, sum vit hava í Glostrup IF32. Spælararnir eru í so ungir, men uggin er
viku, sigur Rudolf skemtandi. Í kvøld verður okkurt serligt havt á lofti í Gekkasendingini, í samband við eitt ára dagin,men hvat tað verður, fáa vit ikki at vita fyrr enn í kvøld. [...] hvussu smábørn toga í mammuna, tá tey hitta meg onkunstaðni. - Ein smádrongur tók einu ferðina upp í saman: ?Hann er sama slag sum Rudolf í sjónvarpinum³. Smádrongurin dugdi ikki at skilja, at persónurin [...] vertur í sendingini. Hon hevur verið við einar seks ferðir, og dámar arbeiðið sera væl. Hon kom inn ístaðin fyri Anju Skaale, sum er farin til Danmarkar at ganga í skúla. - Av tí at Anja einu ferðina í fjør
væl við í, hvat rørir seg á marknaðinum. Avrikið hjá Julian Johnsson var framúr gott í báðum landsdystunum ímóti Malta, og eisini í Estlandi og Kekkia skaraði hann framúr. B36 var við í Intertoto í summar [...] viku var hann í Italia og royndi seg, og ætlanin er, at hann í heystfrítíðini skal royna seg í einum felag í norsku 1. deildini. Millummenninir Kring alt Europa eru tað fólk, sum liva av at selja og keypa [...] millumhandlarar hava verið í sambandi við meg, og at ein avleiðing av hesum var, at eg í síðstu viku var í Italia og vandi við einum 1. deildarfelag. Tað er eisini upp á tal, at eg í heystfrítíðini skal til
at spæla fyrstu dystirnar í altjóða kapping í Landskrona í Noregi. FSF royndi tá at fáa undantaksloyvi, men UEFA var hvørki at høgga ella at stinga í, og tí vórðu eingir dystir í Føroyum, fyrrenn grasvøllurin [...] landslið í 1993 var í Føroyum hevði einki við UEFA at gera. Hetta var ein kapping, sum norðurlendsku fótbóltssambondini høvdu ábyrgdina av. Tað er ikki avgjørt, um kappingin verður í Føroyum ella ikki, men [...] fótbóltskapping á graslíkisvøllunum í Gundadali seinni í ár. Tað snýr seg um EM undankappingina fyri U-16 landslið. Lutakastið til undankappingina var 18. desember, og Føroyar komu í bólk við Noregi, Finnlandi
hava hetta í eisini. Tú kanst ikki bara siga við tínar stjórar, at nú fara vit til Føroya, um ikki onkrar vónir eru til steðar. Bjóðið út í ár Richard Hardmann heldur, at verður markið ikki ásett í ár, so [...] politikkin út í kortið sigur kanningarstjórin í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann, tá vit spyrja hann, hvørjar ætlanir felagið hevur at samstarva við føroyskar vinnulívsfyritøkur í sambandi við [...] at ein eigur at ikki at vera alt ov bjartskygdur heldur um eina komandi oljuvinnu her um leiðir. -Boringin eftir olju vestan fyri Hetland í fjør var eitt stórt vónbrot, tí har varð ikki funnin ein tann