Nógv hevur verið gjørt burtur úr hendingini sunnukvøldið, tá Norröna fekk partvísan motorsteðg á veg úr Bergen til Føroya. Serliga summir av fjølmiðlunum hava fingið tað at ljóða, sum var skipið um at [...] ímillum at kunna fólk ella fáa tamarhald á støðuni, so hevði eg í hvussu er valt tað seinna, sigur Torstein Hansen. Fyrimyndarligt Eftir at skiparin hevði fingið tamarhald á støðuni og motorarnir aftur koyrdu [...] skipara og yvirmonnum og leggur stóran dent á, at øll manningin var ótrúliga hjálpsom. - Eisini eftir, at vit vóru komin til Hetlands stóð manningin næstan á høvdinum fyri okkum. Vit vóru nakrir norðmenn
kappaðust um bóltin, sum var á veg út av vøllinum. Dómarin dømdi málspark, men linjuverjin markeraði og dømdi brotsspark, og tað rættaði dómarin seg eftir, og so vóru stigini verandi á Sandi. [...] B71 er framvegis á odda í 2. deild, og skulu vit meta út frá nøvnunum, sum vóru við til at manna liðið, tá gøtumenn leygardagin vitjaðu á Sandi, so átti grundarlag at veri fyri framhaldandi oddastøðu og [...] í 1. deild. Valdemar Novisci var góður í málinum, aftasta verjuplássið røkti løgtingsmaðurin, Páll á Reynatúgvu, og saman við ungum monnum vóru Jóan Petur Clementsen, Jógvan Jón Petersen, Rúni í Soylu
okkum nógv rætta vegin, sigur liðformaðurin á føroyska liðnum Ásla Johannesen. -Vit kunnu bara staðfesta, at vit spældu ímóti einum av bestu liðunum. Tær eru á veg í HM endaspælið, og í kvøld vóru tær í stinnastu [...] Skotland var gestur á Tórsvølli, og skotsku gestirnir vóru sera væl upplagdir. Hóast fyrri hálvleikur endaði við 4-0 tapi, so var avrikið fyrru trý korterini ikki so galið. Skotland setti hol á, tá ið eitt stórt [...] skoraði tvey mál fyrra partin av seinna hálvleiki, men skrædlið varð ikki størri. Eyðsýndasti spælarin á føroyska liðnum var málverjin Óluva Allansdóttir Joensen. Hon bjargaði fleiri ferðir framúr væl, tá
Nýtir bara luft Fram um aðrar pumpur, sum eru á marknaðinum, so megnar pumpan, sum fyrilesturin snúi seg um, at nýta orku úr luftini til at hita vatn. Og á tann hátt gera eitt oljufýr púrasta óneyðugt. [...] sammetast við eitt kuldaskáp, sum virkar øvugtan veg. Altso har orka verður leidd úr luft yvir í hitalikam, sum so aftur hitar vatnið í ketlinum. Tað var stjórin á Euronom,. Åge Hjort, sum var komin til Føroya [...] rættiliga áhugaverda áhoyrarafjøld hjá seljarunum, og sum skilst, so kom eisini okkurt á ordrablokkin longu hendan dagin. Á ferðini til Føroya skal Åge Hjort halda tvinnar fyrilestrar. Tann seinni av hesum
skulu brúkast til, og tiltøkini at hjálpa ávísum økjum kring Indiska Havið eru á veg. Ætlanin er at byggja eitt barnaheim á Sri Lanka fyri 1, 7 milliónir krónur, og harafturat skal ein millión brúkast til [...] áðrenn pengarnir verða brúktir, so fæst trygd fyri, at pengarnir koma fram á rætta stað. Hendan loysnin ger, at vit aftan á kunnu siga, at har fóru teir føroysku hjálparpengarnir brúktir, sigur hann. [...] tað tekur tíð at fyrireika ítøkiligar ætlanir, men hinvegin fáa vit tað burtur úr, at vit kunnu vísa á, hvat føroysku pengarnir vórðu brúktir til. Tað, sum nógv lond ræðast, er, at pengar verða sendir avstað
dysturin ikki. V´FI bygdu støðugt upp á leiðsluna hjá, og tá farið varð undir seinna hálvleik, settu teir veruliga trumf á. Eftir tíggju minuttum av hesum stóð 12-25 á máltalvuni, og tó at VÍF eftir hetta [...] einafeðr lyftir seg heilt upp. KÍF spælir næstu ferð á heimavølli móti Neistanum, og so er spurningurin, hvørjum parti tað tá skal eydnast at toga seg nakað upp á talvuni. Fakta um dystin KÍF-VÍF 20-32 (11-18) [...] men tað mistakið gjørdi VÍF so ikki hesaferð. Sunnudagin var nevnliga eingin sum helst ivi um, hvønn veg stigini skuldu fara. VÍF var sum so eisini ávarað, tí í fyrra dystinum millum liðini vóru vestmenningarnir
vnið Warren G. Harding. Á forsetavalinum í 1920 lovaði hann amerikanarunum, at teir skuldu sleppa at venda aftur til tað gamla. Tað gav eisini úrslit. Harding vann stórsigur á demokratunum. Í dag er støðan [...] av, og nú royna demokratarnir at gera tað sama, sum Harding gjørdi á sinni. Teir bjóða amerikanarunum at venda aftur til tað gamla. Á landsfundinum hjá demokratunum herfyri gjørdu tveir fyrrverandi forsetar [...] Aftan á fyrra heimsbardaga vóru amerikanararnir troyttir av kríggi. Ímóti teirra vilja bleiv USA drigið upp í kríggið í teimum fronsku skotgravunum, og tá kríggið loksins endaði, var Woodrow Wilson, forseti
siga, at hann sigst vera á veg til Al Etehad Sports Club, og harvið skal Tom Sanitfiat venja Batistuta, hóast hann Í fjør ikki kundi brúkast sum venjari hjá Eli Hentze og Páll á Reynatúgvu! [...] B71 VENJARI B71 hevur fingið nýggjan venjara. Hann var á Sandi síðst í síðstu viku. Fríggjakvøldið vandi hann saman við B71 liðnum, og á ferðini sunnanfyri Skopunarfjørð varð sáttmáli undirskrivaður millum [...] málverjin Valdemar Nowisci venjari hjá B71 stóra seinnapartin av kappingarárinum. Hann tók ábyrgdina á seg, tá ið felagið hevði mett tað neyðugt at siga belgiska Tom Sanitfiat úr starvinum. Sambært B71
a. Eitt felag søkti um at fáa aling á Sands vág, men tað kundi ikki lata seg gera, tí landsstýrið hevði lagt Sandoynna av til smolt burturav. Hetta fekk kommunan á Sandi greið boð um, og mátti hon tí taka [...] og bíðaðu eftir at áin skuldi renna; men tey apaðust ikki upp á nakran aliring. Síðan hendi tað, at tá ið áin fór at renna, breyt hon sær veg heilt yvir undir bakkanum, og er har sera grunt og hart lendi [...] bleiv áin grivin av ungdóminum. Hetta komst av, at spælipláss var á sandinum oman fyri Mølheygarnar, so tá ið áin var heil, fleyt inn á plenuna og so maður av húsi við spaka at grava ánna. Vit savnaðu pengar
vinstru. Á miðvøllinum var unglingaspælarin, Atli Petersen , í høgru, og í vinstru var veteranurin, Heini Heinason. Mitt fyri vóru John Thomsen og Høgni Zachariasen, sum hava verið við í fleiri ár. Á álopinum [...] 2. deild Síðani niðurflytingina í 1999 hevur tað leikliga ikki gingið nakran veg hjá ÍF. Í hvussu so er ikki rætta vegin, hóast teir hava verið undir liðunum, sum eru flutt upp. Men nú kann tað væl fara [...] steðgin minkaði B68 beinanvegin um munin. Miðvallarin í høgru, Jóhan Dávur Højgaard, átti síðsta fótin á, eftir at bólturin var komin innfyri. B68 var meira við í 2. hálvleiki, og vetranbrøðurnir, Ingemar