Ljósmóðurin og sjónleikarin Jytte Joensen.

Nú dagurin er longdur við fleiri tímum og ljósið verunliga ger mun, fyllir Jytte Joensen, ljósmóðir og forkvinna í Havnar Sjónleikarfelag 50 ár
Ljósmóðurin Jytte er kvinnan, sum við førleika og myndugleika tekur í móti nýggjum føroyingum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Tað man vera mong kvinna, sum kennir takksemi til Jytte og hennara góða lyndi at bjóða teimum nýføddu vælkomnum.
Í ljósinum í Sjónleikarhúsinum hevur Jytte eisini mangan boðið áskoðarum vælkomnum til upplivingar, har vit sleppa inn til tað forkunnuga, sum listafólk eru før fyri at tulka og skapa. Ein spegil av samfelagnum og viðurskiftum millum menniskju.
Sum nevndarlimur, og seinru árini sum formaður, í Havnar Sjónleikarfelag eru nógvir tímar og nógv orka løgd í at geva fólkum umstøður at royna seg í sjónleiki.
Tá ið so Jytte sjálv er sloppin á pall, munnu tað vera fá, sum ikki hava sæð hennara gávur sum leikari.Serligt hegni til at lýsa mannalyndi í í ymsum høpi.
Einrøðuleikurin "Á ferð til grønu skuggarnar" eftir danska dramatikaranum Finn Methling var ein slík roynd, tá Jytte spældi alla leikgongdina hjá einum menniskja frá barni til aldurdóm. - Smágentan, sum var fræls og góðlynt. Unga kvinnan sum leitaði sær megi frá erotikki og ungdómsupplivingum. Og ikki minst til leiklutin at vera kona, mamma, dóttir og omma. - Serliga hjartanemandi spældi Jytte konuna, tá náðileysa tíðin hevði flutt hana til aldurdómin. - Har stóð sjónleikarin púra nakin, uttan kávalótur og vísti á stóru sárbærheitini hjá einsamøllu konuni, sum hevði ilt við at skilja, at lívsskeiðið var komið ímóti endanum.
Leikurin "Ísbjarnirnar" eftir Jonas Gardell, svenskur dramatikari var spældur í Sjónleikarhúsinum í 2001, og henda leikin hevði Jytte umsett til livandi pallmál. Her vóru evnini sum orðasmiður roynd við góðum úrsliti.
Jytte leikstýrdi stórleikinum "Cabarét eftir Óla P. - ár 2000 túsund á veg" Hon tók avbjóðingina, tá øðrum leikstjóra barst frá, og hon fekk leikin væl til høldar - 100 fólk luttóku við spæli, dansi og tónleiki.
Jytte hevur seinastu árini fleiri ferðir verið á ræddarskeiði á "Center for kreativitet og Teater" í Danmark. Har hevur hon vunnið sær góðan førleika at fáa røddina at bera boðskapin upp og út um palltromina.
Eg veit at tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman viðvíkjandi virkseminum hjá Sjónleikarhúsinum í Havn. Jytte hevur saman við nevndini lagt nýggja verkætlan um leikverk og nýggjar tættir í leikhúsinum og ynski er at fá mongu aktivitetirnar at gera húsið til ein livandi verkstað.

Hjartaliga tillukku við fimmti árunum og góðan byr framyvir bæði privat, í arbeiðinum sum ljósmóðir á føðideildini, og ikki minst í reyða vakstrarhúsinum við ljósinum beinleiðis á teg sum forkvinna og listafólk.


Hjartaliga tillukku

Gulla Øregaard



+ mynd