Tað er við at gerast ein skøva pláta at tosa um, at føroyski rækjuflotin ekur á knøðunum. Í seinastu viku fekk Arctic Viking loyvi at flagga út, og nú hoyrist graml um, at rækjutrolarin, Hvilvtenni, er seldur til Íslands.
Tað eru sjey rækjuskip eftir í flotanum, og tað kemur valla óvæntað á nakran, um fleiri rækjuskip í næstum fara úr flotanum. Reiðarin á Hvilvtenni, Kjartan Joensen segði í blaðnum í gjár, at nú er bara spurningur um tíð, áðrenn søguliga vinnan fullkomiliga steðgar upp.
Bíða
Nú tað hoyrist, at nýggjasta rækjuskipið í flotanum, Hvilvtenni, og Arctic Viking( í eina tíð, blðm) eru á veg úr føroyska flotanum, er ein nærliggjandi spurningur um aðrir rækjutrolarar ætla at fylgja teimum
Vit hava spurt reiðaran á Høgafossi, um teir hava nakrar ætlanir um at fara úr føroyska flotanum.
?Nei vit bíða, og síggja hvat hendir. Vit vóna bara, at onkur endiliga kemur til fornuft, og sær hvussu ring støðan er. Vit seta okkara vónir til, at FAS skipanin vinnur frama, tí hon kundi verið ein fyribils loysn á kreppuni, sigur Jákup Egholm Hansen, reiðari á Høgafossi.
Hann greiðir frá, at menn, ið varða av rækjuflotanum, hava fleiri ferðir gjørt politiska myndugleikan varan við stóru kreppuna í rækjuvinnuni, men tað rínur ikki við. Kjartan Joensen helt í Sosialinum í gjár fyri, at politikkararnir tykjast ikki hava nakran áhuga í at bjarga vinnuni, og hesum er reiðarin á Høgafossi samdur í.
?Politikkararnir tykjast ikki hava serliga stóran áhuga, og tað er harmiligt. Ein stórur trupulleiki hevur verið, at vit í nógv ár hava siglt okkara egna sjógv, og hetta sæst best aftur á teimum kvotum,vit hava í dag, sum ikki eru tær bestu, sigur Jákup Egholm Hansen
Einki studningsspøkilsi
Í farnu viku vísti Høgni Hoydal í Dimmalætting á, at Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við nakrari stuðulsskipan til rækjuflotan. Flokkurin er bangin fyri at lata stuðul, tí so er skjótur vegur aftur í stuðulspolitikkin frá 80 árunnum.
Fólkaflokkurin heldur tvørturímóti, at stuðul kundi verið ein møguleiki fyri at bjarga rækjuflotanum, og fingið hann at koma fyri seg aftur.? Eg haldi, at tað í dag verður dyrkað alt ov nógv, at vit ikki mugu enda aftur í stuðulspolitikkinum í 80 árunum. Rækjuflotin er handlingslammaður í løtuni, og tí má okkurt henda. Fær flotin stuðul fyri at koma fyri seg aftur, verður talan ikki um sama studningsspøkilsi sum í 80 árunum tað. Stuðul kundi verið ein loysn fyri at rækuflotan í gongd aftur, og verður ein stuðulsskipan innførd, beri eg ongan ótta fyri, at vit aftur skulu enda í stuðulssbúskapi sum í 80 árunum, greiðir Jákup Egholm Hansen frá.