FO/DK konserstferðir
Í næstu viku verða konsertir við The Dreams og danska bólkinum The Royal Highness í Kagganum, Atlantis og Ítróttarhøllini á Kambsdali. Konsertferðin er liður í konsertrøðini FO-DK Konsertferðir.
The Royal Highness
The Royal Highness er ein danskur tónleikabólkur á veg fram við rúkandi ferð. Teir spæla rokk við íblástri úr góðum amerikanskum rokki frá 70-unum. Sjálvt um bólkurin bert hevur 1 ár á baki, hevur hann longu fingið bjóðað og tikið av ein útgávusáttmála við heimsins stórsta útgávufelag, EMI Music Publishing.
Umboðsmaður hjá bólkinum er Jonathan Morley, sum eisini umboðar nøvn sum Tina Dickow og Hush, hetta er báðir bólkar, ið hava hitað upp fyri Teitur.
The Royal Highness hevur eisini fingið eitt samstarv í lag við fløguframleigararnar Alain Johannes og Natashu Shneider, sum hava arbeitt saman við millum øðrum Queens of the Stone Age og Chris Cornell. Bólkurin var umboðaður á Spot-festivalinum í ár, og hevur eisini verið á eini umfatandi konsertferð í Danmark í ár. Í september og oktober var bólkurin harafturat á konsertferð í USA, har hann bleiv sera væl móttikin. Tónleikararnir í The Royal Highness eru Dennis Kasten (gittar og sang), Thomas Broge-Starck (bass), Mads Valther Jensen (trummur) og Fridtjof Nilsen (gittar og kór). Harafturat hava teir egnar ljóð- og ljósmenn við sær til Føroyar.
The Dreams
The Dreans gjørdu rættuliga vart við seg, tá teir gjørdust nummar 3 út av 3.000 tónleikabólkum úr øllum Evropa í sendingini The A Cut, sum bleiv send á MTV Europe. Tey, sum valdu bólkarnar út vóru kenda songkvinnan Anastasia og ein A&R umboðsmaður hjá plátufelagnum Sony. The Dreams vóru so væl umtóktir, at teir í januar eru bodnir yvir aftur til London til eina showcase fyri Sony og øðrum plátufeløgum har. Bólkurin spælir popp-punk, og løgini eru sera melodiøs og fangandi. Limirnir í The Dreams eru Hans-Edward Andreasen (sang og gittar), Eirikur Corfitz Andersen (bass og kór) og Heini Mortensen (trummur).
Triðja konsertferðin
Hetta er triðja konsertferðin í røðini FO-DK Konsertferðir, sum eru fyriskipaðar av Norðurlandahúsinum, FUT, DJBFA og Dansk Artistforbund. Konsertirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways. Konsertin hesuferð í Ítróttarhøllini í Kampsdali er tó eisini fyriskipað saman við Showtime Sound Lightning við Mark Joensen.
Konsertirnar við The Dreams og The Royal Highness verða í Kagganum hóskvøldið 15. desember kl. 20.00, Atlantis fríggjakvøldið 16. desember kl. 19.00, og Ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið 17. desember kl. 23.30. Í Kambsdali spæla eisini Páll Finnur Páll, og aftan á ta konsertina verður Super Diskotek við DJ Switch. Atgongumerki fáast við dyrnar.
Meira kann lesast um hesa konsertferðina á