2. deild
Hóast hóttanir um samferðsluavleiðingar í verkfallinum, so varð aftur eitt umfar í næstbestu deildini avgreitt um vikuskiftið.
Og eftir hetta er nú greitt, at tað er ÍF, sum er einsamalt á odda í deildini. Hesa ferð høvdu fuglfirðingar vitjan av B71, og heldur ikki hjá teimum eydnaðist at gera nakað við fuglfirðingarnar, so soleiðis fingu sín triðja sigur av trimum møguligum.
Nógv elta
Sumba hevur higartil verið einasta liðið, sum hevur fylgt við ÍF, men leygardagin máttu teir fyri fyrstu ferð í ár fara stigaleysir av vøllinum. Talan var um vitjan á Tvøroyri, og leingi hevði Sumba gott tak á dystinum, og tá Páll Magnar Kjærbæk í seinna hálvleiki legði teir á odda, sá alt gott út.
Men TB vann seg aftur í dystin, og við tveimum góðum skotum frá Dan Mortensen og Kaj Roest fingu teir vent gongdini. At leikandi venjarin hjá Sumba, Robert Cieslewicz, leikaði somikið nógv í, at hann fekk reytt kort, mundi heldur ikki koma serliga væl við hjá Sumba, nú teir mugu vera hann fyriuttan í týðandi dystinum móti AB komandi umfarið.
Júst AB hevur nú vunnið seg upp á triðja plássið. Teir høvdu vitjan av LÍF um vikuskiftið, og tað var greitt, at her tykist talan vera um eitt lið, sum er á veg upp í røðini. Á liðnum í ár eru eisini fleiri nøvn, sum áður hava gjørt um seg í bestu deildini, og tað er einki at ivast í, at teir í øllum førum ætla sær at vera við frammi í stríðnum um fremstu sessirnar.
Umframt Sumba, TB og AB, so eru klaksvíkingar eisini við í feltinum, sum er beint undir ÍF. Her plagar setningurin hjá KÍ fyri tað mesta annars vera at halda sær í deildini, men leygardagin fingu teir so sín næsta sigur í trimum dystum, tá B68 var á vitjan. Her var KÍ alla tíðina á odda, men móti endanum var tó um reppið, at B68 fekk skapt spenning í aftur, men teir eru tó framvegis stigaleysir í botninum av talvuni.
Seinasti dysturin var í Vági, har B36 fekk sítt fyrsta stig. Eitt skifti vóru teir eisini á odda við einum máli frá Sigmund Mikkelsen, men Bergur Vinter javnaði fyri VB, sum soleiðis tók enn eitt fet upp eftir stigatalvuni, har teir fyri fyrst hava lagt seg um miðjuna.
Úrslitini um vikuskiftið:
ÍF-B71 2-0 (1-0)
AB-LÍF 5-0 (2-0)
KÍ-B68 3-2 (3-1)
TB-Sumba 2-1 (0-0)
VB-B36 1-1 (0-0)