javnvág og respekt, og hevur talan verið um samrøður á jøvnum føti. Eg fegnist eisini um, at kreppan frá fyrst í 90?unum er um at hæsa av, og eg má leggja afturat, at tað er fantastiskt, at føroyingar hava klárað [...] legði afturat: ? Tað er eitt eindømi í Vesturheiminum, at eitt land, sum missir triðingin av inntøkunum, so skjótt megnar at reisa seg aftur. Men eingin ivi skal vera um, at hetta er takkað veri teimum [...] ? Høvuðsendamálið við ferðini í Føroyum var at strika undir, at ríkisfelagsskapurin er annað enn bankakanningin, segði Poul Nyrup Rasmussen á seinna tíðindafundinum á Hotel Hafnia mikukvøldið. ? Persónligu
at verið komin við viðmerkingum um støðuna fyrr, heldur enn at bíða. Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen um tøgnina, sum hevur valdað í forsætismálaráðnum, tá spurningar um Føroyamálið hava verið settir. Poul [...] Poul Nyrup Rasmussen sigur, at alt tað, hann hevur frætt í fjølmiðlunum um Føroyamálið hevur verið ógvuliga frustrerandi, men hann vildi ikki blanda seg í kjaki - men tað heldur hann nú, at hann átti at [...] at havt gjørt. ? Men tú hevur heldur ikki lurtað eftir Jóannes Eidesgaard og Atla Dam? ? Eingin er fullkomim - heldur ikki eg? ? Hví hava tú og Jóannes Eidesgaard ikki kunna tosað saman? ? Eg eri kanska
stemplað loynilig, og tí er ikki møguligt at fáa innlit í hesi skjøl. Spurdur, um hetta kanska kundi koma av einihvørjari longu gjørdari avtalu, svaraði forsætisráðharrin, at sær vitandi, er eingin slík avtala [...] segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara. »Vit hava tosað um føroyska búskapin, sum eg [...] einum føroyskum útspæli um, hvussu ein komandi sendinevnd skal mannast. Tað verða føroyingar, sum fara at avgera, hvussu samráðingarnar skulu fara fram. Men eingin ivi skal vera um, at danir fara at stuðla
tá Útvarpið fór undir hetta megnar tiltak. Hann umsetti Barabbas eftir Pær Lagerkvist, sum Oskar Hermansson sáli so meistarliga las upp í 1960. Alt hetta, eg havi nevnt - og hetta er bara nakað av øllum [...] stýrinum hevði sum slíkur umsitingina av grunninum um hendi. Skiftandi landsstýri valdu hann aftur í formanssessin - ivaleyst tí, tey ásannaðu, at bíligari enn Hanus kundi neyvan nakar umsita henda grunn. Tað [...] havi hitt. Nú er so fjørðurin rógvin, og hann hevur lagt árarnar inn. Saman við konuni Honnu, børnunum Hervør, Gesti, Guðruni og Úlvi og teimum avvarðandi annars eigur tjóðin góð minni um ein megnar mann
mest sannlíkt verður gjørt í Vágum. Um tað er mest annlíkt at ?glíðibanin³ verður settur upp, um tað er mest sannlíkt at vøllurin verður longdur, ella um báðar íløgurnar verða gjørdar. Men leiðarin á flogvøllinum [...] komnar um tað. Men tað er greitt, at vit fylgja við kjakinum í Føroyum um undirsjóvartunnil og um nýggjan flogvøll. Men tað, vit vita, vita vit frá fjølmiðlunum. Og sjálvur haldi eg, at tað er ein fortreyt [...] spurningurin um at seta upp, tað tey nevna ?glíðibana - anlegg³ . Í øðrum lagi er talan um at leingja flogbreytina 200 metrar, úr 1.250 metrum, uppí 1.450 metrum. Theo Rabenberg veit ikki at siga, hvat er mest
6. januar. Um Jóannes Ejdesgaard ikki púra er misskiltur í samrøðu við Sosialin, so hevur hann als ikki sett seg inn í málið um fasta sambandið um Vestmannasund. Løgið skuldi tað verið, um hann ikki visti [...] ørvitistos. Men vit eru sannførd um, at tað er alneyðugt at fara til verka nú, um vit framvegis vilja, at tað skal vera livandi uttanfyri Havnina. Tað er ikki annað enn sjálvsagt, at væl av peningi verður [...] rlógini til endurnýggingina av samferðsluni. Undirsjóvartunnilin um Vestmannasund er natúrligur liður í slíkari ætlan. Næsta stigið er fasta sambandið við Norðoyar. Samstundis skal Strandferðslan fáa neyðuga
fóru tveir synir saman við pápanum norður til Elduvíkar. Sjáldsamt - Hetta var ein rørandi løta, og vit báðir vóru samdir um, at hetta mundi vera sjáldsamt, at tveir gamlir vinmenn møttust aftur aftaná yvir [...] og so lærdi hann til bátasmið. Um summarið var hann til skips, og um veturin smíðaði hann bátar. - Vit eiga at gleðast yvir lívið, meðan vit hava tað. Maður skal gleðast um arbeiði sítt. [...] eg var eftir á lívi. - Tá eg so hoyrdi hann í útvarpinum, helt eg, at her kundi ikki vera talan um annað enn at fara norður at heilsa upp á mannin. - Eg ringdi til hansara, og hann var eisini fegin. Hann
føroyski búskapurin er betri fyri í 1997 enn í 1996, so er ein av orsøkunum, at meiri fiskur er komin uppá land, og ikki minst, at meiri er fingið fyri hann. - Hetta er alt nakað, sum er komið uttanífrá. [...] mió kr. - Í løtuni er likviditeturin eitt sindur meira enn 1 mia. kr., men tað er ikki nóg mikið. - Tað einasta, Landsstýrið kann gera fyri at betra um likviditetin hjá landskassanum, er at spara upp. Tað [...] Men teir halda bara fram at gjarða út. - Tað er onki lagt niður fyri, eitt nú til at gjalda skuld við. Likviditeturin hjá landskassanum er ikki betri enn góður. Løgtingið hevur sjálvt samtykt, at lik
føroyingum, at hann einsamallur eigur æruna av, at Føroyar um árslok 1997 eru betri fyri enn í 1994. Rós til sín sjálvs og rís til øll onnur. - Hetta er lítið virðiligur atburður hjá tí sum situr í landsins [...] vita, at tað er ikki haðani, viljin kemur at taka tøk. Men, sigur hon: - Hetta skal ikki forða Sjálvsstýrisflokkinum, at fegnast um, at tað - eisini við okkara luttøku - hevur eydnast at bøta um ta truplu [...] Sjálvsstýrisflokkurin fegnast um, at lønargjaldingarnar eru hækkaðar, men tað er at fara lætt um sannleikan, als ikki at nevna fyri føroyingum, at meginorsøkin til hesa gongd er tann risastóri vøksturin í
tíðarætlan, sum er stungin út. Hetta sigur umboðsmaðurin hjá stóra oljufelagnum Amerada Hess í Føroyum, Johan Mortensen, nú tað frættist, at oljuprísirnir eru á veg niður eftir og tað um somu tíð er bíligari [...] eiga feløg í Ruslandi 100%. Nógv olja er til í Ruslandi og hon er bílig at fáa upp. Alt hetta kann vera ein ?hóttan? móti útviklinginum í Føroyum, har tað ræður um at koma í gongd við oljuleiting. Umboðsmaðurin [...] har nærhendis. Johan Mortensen vísir á, at oljuprísurin er fallin nógv seinastu dagarnar og liggur nú á umleið 15.50 dollar. Orsøkin til hetta er m.a.: Í desember 97 hækkaði OPEC framleiðslukvotuna pr.