? Tað hevði verið rættari av mær at verið komin til Føroya fyrr, og eg átti eisini at verið komin við viðmerkingum um støðuna fyrr, heldur enn at bíða.
Hetta sigur Poul Nyrup Rasmussen um tøgnina, sum hevur valdað í forsætismálaráðnum, tá spurningar um Føroyamálið hava verið settir.
Poul Nyrup Rasmussen sigur, at alt tað, hann hevur frætt í fjølmiðlunum um Føroyamálið hevur verið ógvuliga frustrerandi, men hann vildi ikki blanda seg í kjaki - men tað heldur hann nú, at hann átti at havt gjørt.
? Men tú hevur heldur ikki lurtað eftir Jóannes Eidesgaard og Atla Dam?
? Eingin er fullkomim - heldur ikki eg?
? Hví hava tú og Jóannes Eidesgaard ikki kunna tosað saman?
? Eg eri kanska ikki tann einasti, sum ikki eri fullkomin, svaraði forsætisráðharrin speiskliga tíðindafólkunum á Hotel Hafnia týskvøldið.










