ótrygg og somuleiðis oljan og vandi er fyri fólkaflyting. Edmund minti á, at lønir eru ikki hægri í Føroyum, enn í Danmark, men ivaðist ikki í, at var ríkisstuðulin ikki, so vóru lønirnar her mundandi lægri [...] føroyingar smekkaðu ikki við hurðuum. Óli Breckmann metti, at vón er fyri framman, tí fyri hvønn munn, ið skal mettast, er ein heili og tvær hendur. Hvide løgne Hans Birgir Hansen metti, at danir í 50 ár hava ført [...] nei og 40 vistu ikki. Ein seðil var blankur. Í prosentum gevur hetta 43,3% fyri, 38,39% ímóti og 17,86% vitstu ikki. Eftir fundin atkvøddu 216 fólk. 98 søgdu ja, 79 nei og 37 vistu ikki. 2 seðlar vóru blankir
ongan trupulleika í sær sjálvum at flyta ensktfrálæruna niður í 3. flokk og als ikki, um enskt framvegis skal lærast umvegis danskt. Tað finnast nevniliga ongi prógv um, at jú fyrr frálæran í einum fremmandamáli [...] sum stóð at lesa í bløðunum í heyst. Ein føroyingur, sum búði uttanlands, greiddi frá, hvussu dátt tað kom honum við, tá han varnað-ist, hvussu illa hansara børn kláraðu seg í enskum í mun til hinar næmingarnar [...] skúlaskipanin ikki annað skinn um bak, fara føroyingar at reika runt sum fremmandamálsligir analfabetar, afturúrsilgdir í altjóðageringini, meðan restin av heiminum ferð strúkandi inn í framtíðina. Ikki kann sigast
ein av fyrireikarunum hjá NSÍ. Styrki/vekt Í mun til FM-kappingina, sum varð hildin í Havn fyri stuttum, so er talan um eina broyting í reglunum, nú rógvast skal í Runavík. Tað ræður framvegis um at rógva [...] hædd fyri, og á tann hátt vil kappingin svara til, hvussu bátarnir høvdu flutt seg, um hesir rógvararnir veruliga sótu í báti ? og ikki á eini rógvimaskinum, sigur Sámal. Og lítið man vera at ivast í, at [...] kappróður skipar fyri annað vikuskiftið. Her verður so møguleiki hjá bæði rógvarum og heilum bátsmanningum at royna, hvussu formurin er, nú nýggja róðrarárið stendur fyri framman, og skal metast eftir t
at hann ikki fór at taka ímóti pengum, hvørki donskum floksstuðli ella løn. Hetta eru somu sjónmið, sum Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri førdi fram í formansorðaskiftinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið [...] atkvøður. Greitt er ikki, um Zakarias Wang stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin hesaferð. – Vit hava ikki gjørt av enn, hvør stillar upp, sigur Zakarias Wang, tá vit spyrja hann, og hann fæst ikki at siga, um hann [...] teknað seg sum lim í Sjálvstýrisflokkinum, og hann stillaði eisini upp fyri flokkin til seinasta løgtingsval, tá hann gjørdist nummar sjey á listanum við 49 atkvøðum. Á fólkatingsalinum fyri fýra árum síðani
Festivalfyrireikararnir liggja ikki á tí løtu síðuni í hesum døgum. Fríggjadagin samtykti tingið at liberalisera rúsdrekkalógina so mikið, at tað nú skal vera loyvi hjá teimum, sum framman undan hava eitt [...] Ølsølan skal sjálvandi vera undir skipaðum og góðum umstøðum, tað eru øll á einum málið um. Men ymikt er, hvat fyri øl verður selt á hesum festivalunum. Fyrstu festivalarnir eru Jóansøkufestivalurin í Suðuroy [...] íslendskt øl, sum skal seljast. Restorff og teirra íslendski samstarvsfelagi, Vifilfell, hava fyri tíð síðani gjørt avtalu við Jóansøkufestivalin og Mjús um, at tað verður teirra øl sum skal skeinkjast har
við seg, ikki bara í nærumhvørvinum, men eisini sum býarmerki fyri høvuðsstaðin og Føroyar. Uppskotið er væl lýst og áhugavert sum dømi um fólkaskúlan sum eitt serstakt, markant og djarvt merki í umhvørvinum [...] fingu eisini nøkur orð við á vegnum. Í røðu sínari segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at hann fegnaðist vegna allar borgarar í kommununi um áhugaverdu uppskotini. – Í visjónini hjá Tórshavnar kommunu stendur [...] virkseminum í skúlanum gevur undirvísingarrúmunum dagsljós og sostatt eisini útsýni á grannalagið. Uppskotið smæðist ikki burtur, men á ein háfloygdan og einfaldan máta leggur reini bygningskroppurin seg í lendið
væl, og eg dugi ikki at síggja, hví bókin ikki eisini kann nýtast av andstøðuni. Eins og andstøðan ikki tekur undir við øllum í bókini, eru tað eisini partar, sum vit í samgonguni ikki taka undir við. [...] fullveldi. Hann hevði verið í Havn í dansi um vikuskiftið, men ringt var at sleppa á ves um náttina, tí eingi pisshús vóru opin. Og tá tað ikki ber til at hava pisshús, hvussu í verðini skal tað so bera til at [...] at sum gongdin er í løtuni, kann spurnartekin setast við, um tann demokratiska gongdin í fullveldismálinum ikki er við at skeiklast. Hann er sannførdur um, at Høgni Hoydal er íðin fyri at hava eina so d
gott at gera somu uppgávu í longri tí. ##med2## Katrin Gregersen Jensen hevur starvast hjá Sandoy Seafood í næstan 10 ár. Hon býr í Havn, og tí ferðaðist hon við Teistanum í fleiri ár, til Sandoyartunnilin [...] pakka. Høvdu tey brúk fyri hjálp, so segði eg ikki nei. Men tað bleiv for strævið at fara til arbeiðis um morgunin og síðani vaska um kvøldið, tí fór eg heldur í framleiðsluna. Í dag er Bryngerð Lydersen [...] føroyingar søkja ikki. Um hetta kemst av, at einki arbeiðsloysi er í landinum, veit eg ikki. Harafturímóti eru nógvir útlendingarnir sum søkja starv hjá Sandoy Seafood. – Vit nýtast ikki at leita eftir fólki
Øll ung í Føroyum eiga fáa ókeypis trygdarskeið, so at tey kunnu sleppa til skips, uttan fyrst at hava goldið fyri trygdarskeið. Tað fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at virka fyri. Nakað [...] at kanna um tað ber til at bjóða øllum ungum í landinum ókeypis trygdarskeið. Hinvegin er hon ivaleys í, at tað skal altíð vera ein treyt, at trygdarkrøvini í føroyskari sjóvinnu, skulu lúka altjóða krøv [...] danskari fyrimynd, sum eru í fremstu røð í altjóða høpi. - Føroyar hava avtalu við danska Sjóvinnustýri um, at sjóvinnuútbúgvingarnar í Føroyum eru javntsettar við somu útbúgvingar í Danmark. Hetta ger, at
sett sær fyri at fremja. Fyri Høgna Hoydal er bert ein gongd leið, og hann er til reiðar at fara út í æsir við ætlanini. Grundlógaruppskotið, sum varð lagt fram í tinginum fyri jól, verður helst ikki avgreitt [...] sum hava sáttmálaroyndir. Í sáttmálanevndini eru 10 limir og sama tal í búskaparnevndini. Arbeiðssetningurin stingur út í kortið, hvat skal til fyri at føroyingar kunnu umsita øll málsøki, og hvussu nógv [...] skeiva merking í føroyskum politikki, og tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður vera sera óheppið. Heitið í sjálvum sær setir onga broyting í verk. Bert nakað haldgott verður gjørt, fyri at skapa ein