Øll verða javnstillað

Lutfallið millum styrki og vekt verður avgerandi, tá besti rógvarin skal finnast á stórari rógvikapping í Runavík

rógvikapping

Fish-fair kappingin eitur rógvikappingin, sum NSÍ kappróður skipar fyri annað vikuskiftið.
Her verður so møguleiki hjá bæði rógvarum og heilum bátsmanningum at royna, hvussu formurin er, nú nýggja róðrarárið stendur fyri framman, og skal metast eftir tilmeldingini higartil, so er áhugin fyri kappingini sera stórur.
- Longu nú hava nøkur og fjøruti teknað seg til kappingina í opna bólkinum, so eg rokni við, at talan verður um heilt góða undirtøku, sigur Sámal Hansen, sum er ein av fyrireikarunum hjá NSÍ.

Styrki/vekt
Í mun til FM-kappingina, sum varð hildin í Havn fyri stuttum, so er talan um eina broyting í reglunum, nú rógvast skal í Runavík.
Tað ræður framvegis um at rógva málið sum skjótast, men tað er tó ymiskt, hvussu langurin teinurin á málið er hjá rógvarunum.
- Vit hava valt at nýta ein altjóða góðkendan roknifrymil, soleiðis at tað verður lutfallið millum styrki og vekt, sum verður avgerandi. Í kappingarháttinum, sum verður nýttur í t.d. FM og DM, hevur ein stórur rógvari sín sjálvsagda fyrimun, tí maskinan sær ikki mun á, hvør rógvarin er. Tá hevur ein maður upp á eini 90 kilo sum oftast meira rástyrki enn ein, sum vigar 65, men tann munin vilja vit burturbeina hendan dagin.
- Mátingar, sum eru gjørdar, vísa, at fyri hvørt kilo, sum ein rógvari vigar meira, skal hann nýta 0,55% meira orku at fáa ferð á bátin. Tað er jú munur á, hvussu tungt báturin liggur í sjónum. Hetta verður so nakað, sum rógvimaskinan tekur hædd fyri, og á tann hátt vil kappingin svara til, hvussu bátarnir høvdu flutt seg, um hesir rógvararnir veruliga sótu í báti ? og ikki á eini rógvimaskinum, sigur Sámal.
Og lítið man vera at ivast í, at hetta er nakað, sum hevur stimbrað undir áhugan fyri tilmelding. Eftir vanliga kappingarháttinum hevði lítil ivi helst verið um, at vinnarin av degnum fór at verða Jón Rosenblad, sum til FM-kappingina var eini 15 sekund framman fyri næsta mannin. Sjálvandi kann hann framvegis vinna, men við sínum 95 kilo er Jón ein storur maður, og tí skal hann rógva ein longri tein enn fleiri av lættaru kappingarneytunum.

Góðir karmar
Hóast stóru tilmeldingina, sum longu nú er veruleiki, so rokna fyrireikararnir tó ikki við, at talan verður um nakrar trupulleikar, tá kappingin skal avgreiðast. Ítróttarhøllin í Runavík verður karmur um tiltakið, so plássi er ovmikið av. Rógvimaskinur verða læntar frá feløgum kring landið, so eisini hetta skuldi verið upp á pláss, og heldur tilmeldingin somu ferðina, sum hon hevur gjørt, so verður talan eisini um hópin av róðrarfólki.
Sjálv bólkingin av róðrarfólki verður eisini nakað øðrvísi hesaferð, enn hon var til FM-kappingina, sigur Sámal.
- Kappingarhátturin leggur upp fyri vektarbýtinum, sum vanliga verður nýtt, og tí hava vit valt, at vit heldur vilja býta luttakararnar eftir aldri. Hesi verða flokkað soleiðis, at tey 12-15 ára gomlu kappast fyri seg, 14-18 ára gomlu fyri seg, 18-35 ára gomul fyri seg, og so verður ein bólkur fyri veteranar eisini.
- Hartil verður so talan um stafettir, og her er bólkingin eftir bátsmanningum. Tað vil siga, at 10-mannafør kappast fyri seg o.s.fr.

Áskoðaravinarligt
Tað skerst ikki burtur, at hóast rógving á eini maskinu kann ljóða sum eitt ítriv, sum at kalla bara er ætla til fantastar, sum hvønn dag stríðast móti sær sjálvum og eini maskinu, so er tað at rógva á maskinu ein sera áskoðaravinarlig ítrótt.
Teldutøknin ger tað nevnliga gjørligt við áskoðarunum at fylgja við, hvussu gongst einstøku rógvarunum, og í Runavík verður nógv lagt fyri í so máta. Allar maskinurnar verða íbundnar eina teldu, sum varpar rógvingina upp á stórskíggja. Her verður kappingin sýnd, sum vóru rógvararnir á einum vatni, so áskoðararnir veruliga síggja, hvussu munurin er. Rógvaranir sjálvir hava eitt display á maskinuni, har teir alla tíðina síggja, hvar teir eru í feltinum, eins og metrarnir aftur og fram til næsta rógvaran framganga. So eisini hjá teimum man hetta vera meira hugaligt, enn at rógva einsamallir.
Umframt Fish Fair, sum er høvuðsstuðul, eru Føroya Tele og Føroya Bjór eisini stuðlar til tiltakið. Og eisini hesi fara at seta dám á. Fartelefonir verða lutaðar burtur millum luttakararnar, og verður hitin og tostin ov nógvur, so hava teir á Føroya Bjór nóg mikið av isotoniska Spark við, soleiðis at eisini tann síðan av sakini skuldi verið í lagi.
Tilmelding til kappingina fer annars fram á www.itrott.info, har reglur v.m. eisini framganga.