Øll uttan Asfalt ætla at skeinkja

Allir festivalarnir fara at skeinkja, og hava gjørt avtalu um, hvat bryggjarí skal vera umboðað á teirra festivali. Tí verður danskt øl á G! og íslendskt øl á Jòansøkufestivalinum

Festivalfyrireikararnir liggja ikki á tí løtu síðuni í hesum døgum. Fríggjadagin samtykti tingið at liberalisera rúsdrekkalógina so mikið, at tað nú skal vera loyvi hjá teimum, sum framman undan hava eitt skeinkiloyvi at skeinkja til størri tiltøk, eitt nú festivalar. Longu nú hava Jóansøkufestivalurin, Mjús, G! og Summarfestivalurin avgjørt, at tey fara at skeinkja øl.

Íslendskt og danskt øl
Ølsølan skal sjálvandi vera undir skipaðum og góðum umstøðum, tað eru øll á einum málið um. Men ymikt er, hvat fyri øl verður selt á hesum festivalunum.
Fyrstu festivalarnir eru Jóansøkufestivalurin í Suðuroy og Mjús á Sandoynni. Her er longu avgjørt, at tað verður føroyskt og íslendskt øl, sum skal seljast. Restorff og teirra íslendski samstarvsfelagi, Vifilfell, hava fyri tíð síðani gjørt avtalu við Jóansøkufestivalin og Mjús um, at tað verður teirra øl sum skal skeinkjast har.
- Vit halda at broytingin í rúsdrekkalógini er eitt stórt frambrot, og vit gleða okkum um at sleppa at sleppa at bjóða føroyingum øl aftur við góðum tónleiki til festivalarnar, sigur Jóhan Mortensen frá Restorff. Samstundis sigur Jóhan Mortensen, at hann vónar at teir sleppa at selja dósaøl til festivalarnar, men at hetta ikki komið heilt upp undir land enn.
Á G! hava samskipararnir eisini gjørt avtalu um, at tað verður Royal øl, sum skal seljast á teirra festivali. - Poul Michelsen er ein av okkara høvuðsstuðlum, og vit fáa allan mat og allar drykkivørur frá teimum. Hetta merkir, at ølið sum verður selt á G! er øl sum Poul Michelsen umboðar.
- Á Summarfestivalinum verður tað Føroya Bjór, sum skal seljast. Tað sigur Steintór Rasmussen, sum eins og allir hinir festivalfyriskipararnir leggur doyðin við, at tað verður selt undir góðum og skipaðum umstøðum.

Onki øl á Asfalt
Asfalt er einasta stóra tónleikatiltakið í summar, sum hevur avgjørt ikki at selja øl. - Tað avgerina hava vit tikið, tí á økinum har tiltakið er, eru ikki minni enn 16 skeinkiloyvi, og tí vilja vit heldur, at matstovurnar og caféirnar skulu fáa ágóðan av hesum, í staðin fyri at vit fara at liggja og kappast við tey, sigur Bogi Andreasen, ein av Asfalt samskiparunum.