Øll ung skulu fáa ókeypis trygdarskeið

Rigmor Dam fer nú at kanna, um hetta letur seg gera

Øll ung í Føroyum eiga fáa ókeypis trygdarskeið, so at tey kunnu sleppa til skips, uttan fyrst at hava goldið fyri trygdarskeið.

 

Tað fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at virka fyri.

 

Nakað síðani varð talan um, at broyta krøvini um trygdarskeið. Higartil hevur tað tikið tríggjar dagar, men nú skuldi tað í ávísum førum taka tríggjar vikur at fáa trygdarskeið.

 

Og nú vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hava at vita, hvussu ætlanin er at skipa trygdarskeiði framyvir.

 

Rigmor Dam vísir á, at sum er, eru tað nakrir skúlar, sum bjóða næmingum á sjóvinnubreyt ókeypis trygdarskeið og nú ætlar hon at kanna um tað ber til at bjóða øllum ungum í landinum ókeypis trygdarskeið.

 

Hinvegin er hon ivaleys í, at tað skal altíð vera ein treyt, at trygdarkrøvini í føroyskari sjóvinnu, skulu lúka altjóða krøv.

 

Hon sigur, at vanliga hava føroyskir myndugleikar skipa trygdarkrøvini eftir danskari fyrimynd, sum eru í fremstu røð í altjóða høpi.

 

- Føroyar hava avtalu við danska Sjóvinnustýri um, at sjóvinnuútbúgvingarnar í Føroyum eru javntsettar við somu útbúgvingar í Danmark. Hetta ger, at stórur eftirspurningur er eftir føroyskum sjófólki, tí tey kunnu, uttan hóvasták, mynstra við skipum um allan heimin.

 

Í Danmark tekur tað tríggjar vikur at fáa trygdarskeið.

 

- Sum sjóvinnutjóð skulu vit sjálvandi veita okkara ungdómi bestu trygd og fyrireiking til vandamikla arbeiðsumhvørvi á fiskiskipum. Men samstundis er umráðandi, at herdu krøvini ikki forða ungdómum at royna seg á havinum, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.

 

- Tí eiga vit at kanna møguleikan fyri einari serligari skipan fyri ungdómin, og tí roynir hon nú at finna eina loysn, sum øll kunnu góðtaka, men sum samstundis lýkur altjóða krøv, sigur Rigmor Dam.