rópt inn á Kondittaríið, og hon visti eisini at siga frá øðrum næmingum. Seinni var ein mynd tikin og sett í Dimmalætting, við áheitan til næmingar frá 1948, men har kom ikki stórvegis burturúr. So settust [...] var høvuðslærari og gav teimum hópin av vitan. Háskúlaskeiðið var bert tríggjar mánaðir og vardi frá 1.mai til á ólavsøku. Hóast hetta stutta tíðarskeið, so var tíðin á Háskúlanum so góð og lærurík, at [...] sær stevnu á 50 ára degnum, kom av, at ein teirra Marianna Joensen í Kvívík, hitti ein av næmingunum frá háskúlatíðini umboð á Norrønu. fyri nøkrum árum síðan. Eydnaðist ikki fyrstu ferð Tær hildu tað vera
1.at Sjónleikarfelagið umbyggir Sjónleikarhúsið soleiðis, at ein partur kann leigast út til barnaansing. 2.at Býráðið útbyggir eitt av býlingshúsunum, so at pláss verður fyri o.u. 20 børnum afturat. 3 [...] 3.at søkjast kann um stuðul til barnið, 2.000 kr. um mánaðin í tíðini frá tí at barnið er seks mánaðir til tað er 12 mánaðir gamalt, treytað av, at ansingartilboðini ikki verða brúkt, meðan stuðul verður [...] tað er einar 8-9 ella 12 mánaðir gamalt. Heldur ikki er mamman serliga væl búgvin til at lata barnið frá sær 8-9 tímar um dagin longu seks mánaðir eftir føðing. Ovurviðkvæmi er vorðin ein fólkasjúka, sum
um hálvkiksað stút eftir innlegg frá Harley Bertholdsen, og eina ferð bjargaði B36 verjan á strikuni, eftir at Egin Høgnesen í fyrsta umfari hevði hálvbjargað roynd frá Arnoldi Joensen úr spískum. B36 roynir [...] rangstøðufellur. Brotssparkið Størsta møguleikan av øllum fekk John Petersen hjá B36. Støðan var 1-1, tá B36 fekk brotsspark, men John gleið í tí hann royndi at skjóta, og so fór bólturin langt omanfyri [...] inn í umfarið setti hol á, og málið tolir væl at vera evni til ársins mál: Eftir innlegg úr vinstru frá Arnbirni Danielsen tveitti John Petersen seg fram og stútaði í málið aftanfyri Gunnar á Steig ? sera
kann nevnast at í verandi valskeiði er skjøtil settur á at seta á stovn sambýli fyri tey gomlu. Sum frá líður fer hetta at bøta um støðuna. Tað sum tó er avgerandi er at fáa størri orku flutta til eldrarøktina [...] vónandi eisini kann gera sítt til at lætta um, har tørvurin á eldrarøkt er størstur. Tað eru umleið 1.000 fólk sum fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Hesi fólkini fara í næstum at fáa eitt tilboð um
sunnudagin. Seinastu árini hevur munurin á HB og TB verið stórur, og seinast TB var í 1. deild ? í 1996 ? vann høvuðsstaðarliðið 7-1 í Havn og 9-2 á Tvøroyri! Munurin var nógv minni sunnudagin ? sjey mál vórðu [...] og dygst úti við stongina smeyg bólturin sær inn til 1-0. HB kom tó skjótt yvir illfýsnu byrjanina hjá TB, og tíggju minuttir seinni var støðan 2-1 til heimaliðið. Allan Mørkøre gjørdi tað fyrsta, tá hann [...] sum við einum kanónskoti sendi bóltin á tvørstongina. Tveir minuttir áðrenn hálvleik kom HB upp á 3-1, og tað málið var eitt sindur spell fyri TB. HB setti álop í gongd fram eftir vinstru síðu. Bólturin
Í fyrsta umfarinum fingu teir ein orduligan upp á kassan frá grannunum í HB. Og tí varð ikki roknað við, at teir fóru at vera so ógvuliga vandamiklir, tá teir komu norður til Leirvíkar at dystast ímóti [...] spentar álopsspælarar hjá heimaliðnum at detta í rangstøðufelluna. LÍF hevði bóltin í netinum tíðliga í 1. hálvleiki, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu. Tað var Kristian Eliasen, sum hevði síðsta fótin á [...] miseydnað. Á B36 liðnum eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar, sum hava hug og hegni at royna seg í 1. deild. Tá tað gongur við, eru teir vandamiklir fyri øll hini liðini í 2. deild. Veikleikin er ivaleyst
álopsmonnunum (hin var spælandi venjarin, Ivan Hristov) fekk síðsta fótin á eftir hornaspark, út frá og hálvbjarging frá Jóhan á Mýrini í málinum hjá FS Vágum. Málverjin stóð seg væl og hevði einar tríggjar heilt [...] Tað vóru teir báðir niðurflytararnir úr 1. deild síðsta heyst, B71 og FS Vágar, sum hittust á Sandi leygardagin. Liðini høvdu dystast á Sandi eina ferð fyrr í ár. Tað var í innleiðandi umfarinum í ste
skiftir ár frá ári. Fyri at vísa, hvørt sparikassin hevur fingið nakað fíggjarligt avkast av lánsbrævagoymsluni ella ikki, so staðfestir leiðslan, at effektiva rentan av lánsbrævagoymsluni í 1997 var 5,1 prosent [...] rentu- og kostnaðarinntøkurnar eru øktar við 3,1 mió. krónum og tað svarar til ein øking uppá ikki minni enn 9,2 prosent. Samstundis eru útreiðslurnar øktar við 1,2 mió. krónum, men henda øking svarar bara [...] ella avlopi sparikassans. Úrslitið í 1997 verður tískil lagt afturat eginognini frá 1996. Av samlaðu upphæddini verða 1,5 mió. krónur lagdar í gávugrunnin, meðan restin 134 mió. kr. verða fluttar til næsta
sum kemur at standa ímillum GÍ og løgmanssteypið. GÍ-NSÍ 4-1 (2-1) 1-0: Henning Jarnskor 2-0: Jóan Petur Olsen 2-1: Óli Hansen 3-1: Sjálvmál 4-1: Henning Jarnskor (br.) [...] kortini oftari enn NSÍ, og tað var eisini væl uppiborið, at gøtumenn vunnu 4-1 og tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni. Hóast 4-1 kanska var í meira lagi, kundi einki setast á GÍ-sigurin, og um teir gulu úr [...] men teir fingu nýtt mót, tá Óli Hansen ? hann fær mál í hvørjum dysti ? kundi skora til 1-2 eftir uppspæli frá Kasper Jacobsen beint áðrenn hálvleik. Tað var eisini í lagi eftir spælinum, at NSÍ fekk
hugsan. Skjóta og flótandi álopsspælið hjá meistarunum virkaði til fulnar, og tunga VB-verjan hevði frá fyrsta bríksli trupult við at fóta sær. Skjót leiðsla Tað vóru bert fýra minuttir leiktir, tá ið B36 [...] Petersen, og hann sendi bóltin beinanvegin til Jákup á Borg, sum umvegis handara stólpa legði B36 á odda 1-0. VB var tvær reisur nær við at javna. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skeyt Magni Magnussen eitt brandskot [...] á stólpan úr 20 metra fjarstøðu, og bert tveir minuttir seinni skallaði Dan Djurhuus eitt innlegg frá Magna Magnussen á sama stólpa! Hetta var tó nærum tað einasta, sum vágbingar høvdu at borðreiða við