Í fyrsta umfarinum fingu teir ein orduligan upp á kassan frá grannunum í HB. Og tí varð ikki roknað við, at teir fóru at vera so ógvuliga vandamiklir, tá teir komu norður til Leirvíkar at dystast ímóti LÍF, ið vikuna frammanundan hevði vunnið við einum máli í Klaksvík.
Men tað gekk javnt á tað mesta av tíðini millum LÍF og B36. Tað vil so vera í 2. deild, at onkuntíð verður sparkað ov nógv og ov lítið spælt, men sum heild var talan um avrik, ið má metast yvir miðal í deildini.
Leirvíkingar høvdu bóltin nógv, og tað var fleiri ferðir um reppið, at teir spældu seg leysar, men sum oftast kiksaði síðsta royndin, m.a. tí at B36 spældi við flatari verju og fleiri ferðir megnaði at fáa spentar álopsspælarar hjá heimaliðnum at detta í rangstøðufelluna.
LÍF hevði bóltin í netinum tíðliga í 1. hálvleiki, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu. Tað var Kristian Eliasen, sum hevði síðsta fótin á, men leirvíkingar mettu ikki, at tað var hann, sum hevði verið rangstaddur. Dómarin var ikki samdur við teir í hesi metingini, og so var einki mál.
Týdningarmikla fyrsta málið fekk B36 áðrenn seinna umfarið var hálvrunnið. Ein av ungu monnunum á liðnum, Klæmint Jacobsen, lyfti hegnisliga úr 25 metrum í høgru, og bólturin dalaði niður í handara síðunetið. Støðan uppstóð eftir álop og útfrá aftur.
Eftir málið flutti LÍF so við og við sítt fólk longri fram í vónini um, at tað fór at bera til at javna, men teir komu ikki nærri enn tveimum frísparksroyndum, sum fóru dygst omanfyri.
Í staðin var tað B36, sum síðstu fýra minuttirnar økti tvær ferðir. Fyrst var tað Áki Mørk, sum sendi fríspark 17 metrar úr málinum í vinstru síðu upp um manngarðin og í netið, og so var tað Gunnar Nielsen, sum gjørdist púra leysur, eftir at rangstøðufella hjá LÍF var miseydnað.
Á B36 liðnum eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar, sum hava hug og hegni at royna seg í 1. deild. Tá tað gongur við, eru teir vandamiklir fyri øll hini liðini í 2. deild. Veikleikin er ivaleyst, at teir framvegis eru ungir og hava fáar royndir og tískil ikki eru so drúgvir, tá tað gongur ímóti.