væl at standa saman, og ofta hevur verið tvídráttur ímillum ymisku økini í landinum. Hetta er við at broytast og tað er gott. Føroyska fiskivinnan hevur brúk fyri, at allar góðar kreftur standa saman [...] eru, sum fiskimaðurin og reiðarin onga ávirkan hava á og ikki kunnu gera nakað við. Nevnast kunnu fiskaprísir og prísur á olju, sum broytast frá einum degi til annan. Veður og onnur náttúruviðurskiftir [...] rakstur og menning. Tað er vinnan, sum við sínum virksemi, skal skapa vøkstur í samfelagnum. Tí má vinnan sleppa at tjena pengar. Um vit leggja gjald á vinnuna og flyta partar av vinninginum í landskassan
Í heyst legði danski tónleikarin, Kato, eitt video út á internetið, har eingin minni enn amerikanski rapparin, Snoop Dogg, sæst standa í eini vokalboks og rappa til kenda lagið hjá Kato, sum eitur "Sjus" [...] á, hví vit ikki hava hoyrt meira til samstarvið millum Snoop Doog og Kato. - Lagið er liðugt innspælt og er við á míni nýggju fløgu. Tað verður næsta stakfløgan, og hon kemur skjótt út á marknaðin. Eg kann [...] millum annað eitt video, tí har skal Snoop sjálvandi vera við í. - Hetta er rættiliga umfatandi, og tað er eitt nú videoið, sum vit skulu planleggja. Snoop hevur eisini eitt sindur meira um at vera enn
Tað var í heyst í fjør, at smærru havnafeløgini, FC Hoyvík og FF Giza, tóku samráðingar upp um eina samanlegging, og seinni í vetur í fjør komu tey ásamt um at samstarva og síðani seinni eftirmeta, um [...] vøllinum og flyting til Hoyvíkar, hóast óteljandi fundir og samskifti við býráð og politikarar, sigur formaðurin í FC Hoyvík, Fróði Danielsen, og peikar á, hvussu teir við bara 30 leikarum stríddust og megnaðu [...] yvirliva í trý ár í næstbestu deildini. Andrass Thomsen tekur undir við, at tørvur er á egnum vølli í Hoyvík. - Vit vóna, at ein vøllur kemur í Hoyvík skjótt. Vit skulu á fund við Tórshavnar Kommunu í næstum
skrædli: Í Chile í 70’unum. Í Argentina, Bolivia og Bretlandi í 70’unum og 80’unum. Í Asia undir fíggjarskrædlinum í 90’unum. Í Russlandi og Póllandi í byrjanini av 90’unum. Í New Orleans í 2005. Í Irak undir [...] Friedman og øðrum sum fyrstulærarum. Og sum serliga hevur havt sínar politsku oddvitar í høgrapolitikkinum í USA (Ronald Reagan, George W. Bush), í Thatcherismuni í Bretlandi og hjá Pinochet í Chile. Læran [...] situr nú í Fíggjarmálaráðnum, og formaðurin í Fíggjarnevnd Løgtingsins Hvussu tað ber til, at Føroyar í dag eru í eini støðu, har øll kunnu samanbera tiltøkini og avleiðingarnar við tey mongu dømini í bókini
finst bara í einum fiskivinnupolitikki, sum stendur á biologiskari burðardyggari grund og mestu virðisøking í landinum. Í summar verður Olympiadan í London og um nakrar dagar byrjar Makreliadan í Føroyum [...] stinnari í kongunum enn Kaj Leo løgmaður. Hóast stórar kanónir í Fólkaflokkinum, eisini stór kapitaláhugamál, vildu honum ann, í stríðnum um oddin í partínum, so stóð hann stinnur á hermótinum, og prógvaði [...] harafturímóti, og har eru vit av berari og blektaðari vanstýring totalt afturútsigld, í mun til londini, ið eru komin alra frægast burturúr hesi lemjandi kreppuni, sum hevur skolað alt omanav í vesturheiminum
samábyrgd, rættindi og skyldur í fólkaræðisliga samfelagnum. Tit skulu menna teirra skapandi evnir og styrkja teirra samleika, sjálvsvirði og sjálvkenslu. Tit skulu tryggja teimum heilsugott og rørsluliga strimbrandi [...] vóru tá komin í skúlaaldur, so vit endaðu ikki í barnagarði av teirri orsøk, og tí havi eg ongantíð gingið í barnagarði - undantikið tvær vikur í mínum lívi. Hetta var í barnagarðinum í Tjarnardeild, har [...] fakfólkum. Og nú ímyndi eg mær so, at eg var barn í dag. Hevði eg reikað frítt um kring í grannalagnum saman við eini rúgvu av øðrum børnum og bygt flakar og húttur? Nei, tí tann tíðin er farin. Í ymsu heimunum
metropolarnir í hesum døgum krøkja í okkum menniskju. Og í føroyskum viðurskiftum eru tað vit, og bara vit, sum eiga ábyrgdina og lutin at dubba og gera neyðugu íløgurnar á nationala frontinum. Og sohvørt sum [...] tað umráðandi, at vit standa saman á hermótinum – bæði ímóti ávirkanini og trýstinum uttaneftir og ikki minst, at vit gera neyðugu íløgurnar í tær súlurnar, sum tjóðin skal standa á og mennast við framyvir [...] Avmarking og vøkstur hanga líkasum ikki saman í vanligari fatan, men niðurstøðan kann ikki vera onnur enn hon, at stóra íløgan í undirstøðukervi, samflættanin av landinum í vegi, brúm og tunlum, og stóra íløgan
umraðfestingar og størri privat luttøka í almenna geiranum skulu trygja tann dynamikkin, sum føroyska samfelagið manglar í dag, og hesar skulu viga upp móti einum parti av lættanum í lønarskattinum. Fleiri [...] arnir í Føroym skulu gerast betri, fleiri og fjølbroyttari fyri øll ættarlið. Privatar tænastur skulu traðka til, har tað almenna ikki røkkur. Eins og flokkurin hevur eitt boð uppá eina loysn í mun til [...] lista- og mentafólki fyri at tryggja Føroyum eitt ríkt lista- og mentanarlív. Og vit skulu skipa tað listarliga eksportarbeiðið nógv betur. Har hava vit ikki sørt av rávøru. Tilfeingi og rættindi Í mun til
religiónum og lívsáskoðanum eftir ynskum og førimuni. Tí er vanligt í Danmark, og helst eisini í størri og størri mun í Føroyum, at vit eitt tíðarskeið fara á buddistiskt klestur at meditera og annars í kirkju [...] tryggleika. Mín, tín og okkara religión Hóast danir ganga lítið í kirkju, og religión tykist fylla lítið í gerandisdegnum hjá teimum, eru nærum 80 % framvegis limir í fólkakirkjuni. Við støði í samrøðunum kemur [...] størri sosiali tryggleikin var í einum samfelag í miðal, tess minni tóktist religiónin at fylla í samfelagnum og hjá tí einstaka. Og øvugt: religiónin tóktist fylla væl meiri undir ótryggum sosialum viðurskiftum
tey búgva í Danmark ella í Føroyum. Og hjálpin má ikki seinkast, orsakað av flyting innan ríkisfelagsskapin. Tí eri eg fegin um, at landsstýriskvinnan í almannamálum og eg eru samdar um at styrkja samstarvið [...] at at senda børn og ung á stovn í Danmark. - Tí er styrkta samstarvið týdningarmikið og at fegnast um, verður tikið til. Almannamálaráðharrin Karen Hækkerup sigur soleiðis um samstarvið: - Tað er avgerandi [...] Somuleiðis eru Annika Olsen og Karen Hækkerup samdar um, at kommunurnar skulu kunnast betur um samstarvið á almannaøkinum í ríkisfelagsskapinum. Fyri at lætta um málsgongdina og gera viðurskiftini greiðari