Høgni Hoydal
-------
Tey, sum hava lisið bókina hjá Naomi Klein: “Sjokk-doktrinin”, høvdu neyvan roknað við at fingið so grell dømi í Føroyum í 2012.
Kanadiski rithøvundurin, Naomi Klein, lýsir í bókini tær vanlukkuligu avleiðingarnar av tí sonevndu “neo-liberalu” og “neo-konservativu” hugsjónini og læruni. Ein læra, sum serliga hevur havt sínar búskaparfrøðiligu oddvitar á “Chicago-skúlanum” við búskaparfrøðinginum Milton Friedman og øðrum sum fyrstulærarum. Og sum serliga hevur havt sínar politsku oddvitar í høgrapolitikkinum í USA (Ronald Reagan, George W. Bush), í Thatcherismuni í Bretlandi og hjá Pinochet í Chile.
Læran hevur eisini verið grundarlagið undir teirri sonevndu “dereguleringini”, har ógvusligar privatiseringar og burturtikin krøv til fíggjarmarknaðin, góvu bankunum og fíggjarspekulantunum allar møguleikar at selja ognir og virðir hjá øðrum og at uppskrúva virðir um allan heim. Sum góvu nøkrum heilt fáum ovurstóran vinning, uttan at tey framleiddu nakað veruligt virði. Og sendu rokningina til fjøldina, tá ballið var búið.
At brúka kreppustøður til ógvusliga umfordeiling
Í stuttum vísir Naomi Klein við ítøkiligum dømum á, hvussu teir neoliberalu búskaparfrøðingarnir saman við politisku stuðlum sínum, miðvíst og áhaldandi hava nýtt búskaparligar kreppustøður, krígsstøður, náttúruvanlukkur og aðrar støður við stórum órógvi og ruðuleika í londum og heimspørtum, til “sjokk-viðgerð”.
Við stórum liði av ráðgevum og tilmælum, hava teir trumfað ígjøgnum eina mynd av, at her er støðan so álvarslig, at ein ógvusligur, krútsterkur lútur má brúkast beinanvegin – uttan fólkaræðisliga viðgerð ella atlit til sosialar, tjóðskaparligar, vinnuligar og menniskjaligar avleiðingar. Og hetta skal fremjast títt, hart og knapt, áðrenn nakar sær avleiðingarnar – og altíð vísandi til, at hetta er neyðugt orsakað av búskaparligu vandastøðuni. Og at her krevjast sterkir menn (og bara onkuntíð ein kvinna) til tess at fremja óviðgjørdu umkalfatringarnar.
Høvuðsamboðini í sjokk-doktrinini
Uppskrivtin í neoliberalu sjokk-doktrinini hevur verið greið:
At lata altjóða fyritøkur fáa ognarrætt og ræðisrætt til náttúrutilfeingið í londunum – ofta gjøgnum strámenn.
Ógvusligir skattalættar til tann ríkasta partin av fólkinum og økt brúkaragjøld til fjøldina.
“Tað skal loysa seg at arbeiða og spekulera í virðum”, hevur verið slagorðið.
At taka av felags skipanir og samhaldsfasta fígging innan útbúgving, heilsuverk og sosiala trygd.
At privatisera skúlaverk, heilsuverk, sosial rættindi (brúka einstaklings tryggingarskipanir, egingjøld og privata fígging ístaðin).
At privatisera infrakervið og lata raksturin til fyritøkur, ið kunnu kappast um profitt á hesum økjum. Íløgurnar skulu tó gjaldast av skattgjaldarunum.
At minka pensjónir, arbeiðsloyssistuðul, sjúkradagpening o.a.
At taka burtur vunnin rættindi og avtalur á arbeiðsmarknaðinum – og í fleiri førum forbjóða fakfeløgum og rættinum at gera felags sáttmálar. (Ístaðin skal hvørjari fyritøku standa frítt at áseta lønir og rættindi fyri síni starvsfólk.).
At taka av allar reguleringar av fíggjarmarknaðinum.
At taka burtur umhvørviskrøv, arbeiðsumhvørvisásetingar og annað, sum “kann tryggja kapitalinum at virka frítt” uttan íblanding við lógum, reglum og rættindum.
At fáa burtur óheftar stovnar og miðvíst at tippa tær røddir og teir felagsskapir, ið krevja fólkaræði og aðra leið.
Profitt-jagstran í øllum samfelagslutum
Samanumtikið hevur neoliberala læran og politikkurin bygt á: At tess minni av felags fólkaræðisligum avgerðum og ávirkan – tess meira av møguleikum fyri at lata profitt-jagstranina stýra øllum samfelagsviðurskiftum. Út í minsta smálut.
Sjokk-viðgerðin hevur riggað best í einaræðislondum og í londum, har fólkaræðið er sett í undantaksstøðu av vanlukku-, krígsávum, við hernaðarkvettum ella búskaparligum skrædli: Í Chile í 70’unum. Í Argentina, Bolivia og Bretlandi í 70’unum og 80’unum. Í Asia undir fíggjarskrædlinum í 90’unum. Í Russlandi og Póllandi í byrjanini av 90’unum. Í New Orleans í 2005. Í Irak undir og eftir kríggið í 2003. Og í ørgrynnu av menningarlondum afturat.
Naomi Klein vísir til dømis á, at í New Orleans, nakrar fáar dagar eftir herviligu ódnina “Katrinu”, eydnaðist tað neoliberalum ráðgevum og politikarum at fáa býarstýrið í býnum, sum var í sjokk-støðu, at taka undir við at avtaka allar almennar skúlar. Tí ráðgevarnir vístu á, at annars fór býurin ongantíð at koma fyri seg aftur fíggjarliga.
Avleiðingarnar av sjokk-viðgerðini
Naomi Klein vísir greitt og við ítøkiligum dømum á avleiðingarnar í øllum teimum londum og økjum, har neoliberala sjokk-viðgerðin er sett í verk:
Ein ógvusligur stættarmunur hevur bara vundið uppá seg.
Stórt og áhaldandi, vaksandi arbeiðsloysi.
Búskaparlig niðurgongd fyri londini sum heild.
Ógvusligar inntøkur til nakrar fáar altjóða fyritøkur, ið hava fingið ognar- og ræðisrætt til náttúrutilfeingið og framíhjárætt at fremja alment goldnar íløgur í londunum.
Ógvusligar inntøkur til eina lítla stætt í londunum, sum umboða og verða stuðlað av teimum fyritøkum og politikarum, sum hava vunnið sær framíhjárætt.
Ógvuslig niðurgongd í skúlaskapi, heilsustøðu, útbúgving, bústaðarmøguleikum og virkismøguleikunum hjá størsta helminginum av fólkinum.
Ovurhøgt kostnaðarstøði hjá teimum ognarleysu og verkafólkinum, sum bert í stuttum tíðarbilum kunnu selja sína arbeiðsmegi til fyritøkur, ferðafólk og aðrar fyri hondini møguleikar.
Politisk og mentanarlig stillstøða og vantandi fólkaræði.
Londini hava mist búskaparligar menningarmøguleikar og eru fastløst í ovurstórari skuld og heftni av menningarhjálp og stuðli uttanífrá.
Sama uppskrivt fekk heimin at rapa
Hendan neoliberala sjokk-doktrinin hevur eisini havt ómetaliga ávirkan á politikkin hjá Heimsbankanum og Altjóða Gjaldoyragrunninum (IMF), og á tey krøv, tey hava sett fyri at veita lán og vanlukkuhjálp til kreppurakt lond – fram til byrjanina á 21.øld, tá sjálvt IMF hevur viðgingið vanlukkuligu avleiðingarnar.
Naomi Klein gav bókina um “sjokk-doktrinina” út í 2007, áðrenn allur fíggjarheimurin rapaði. Og hennara greiningar og niðurstøður hava tí prógvað seg uppaftur meira, seinastu árini.
Og við bert at hyggja at støðuni í heimsins størsta búskapi, USA, síggjast eisini ítøkiligu avleiðingarnar av neo-liberalu doktrinini, sum George W. Bush setti so miðvíst í verk frá 2000-2008: Stættarmunurin øktist ógvusliga. Altjóða fyritøkur og tey ríkastu 5%’ini eiga nógv meira enn helvtina av øllum ognum og inntøkum. Arbeiðsloysið er methøgt. Skuldin so stór, at vit næstan ikki fata tølini – hóast skuldin var burtur, tá Bush tók við. Tað sama hendi undir Ronald Reagan, sum fylgdi uppskrivtini á sama hátt. Hann lat eitt land frá sær við ovurstórari skuld, har bara ein lítil stætt og nakrar úrvaldar fyritøkur vórðu blivnar væl ríkari, enn sjálvt stór lond í heiminum.
Í løtuni royna tær sterku neo-liberalu kreftirnar at brúka ta heimsins búskaparkreppu, ið fyrst og fremst er bakað eftir teirra uppskrivt, til aftur at krevja nýggja sjokk-viðgerð. Tey bjóða seg glaðbeint fram aftur at brúka sleggjuna til at umvæla teir rútar, sum sama sleggja hevur knúst.
Neo-liberali stavnamaðurin í Føroyum
Í Føroyum hava vit síðani sjeyti-árini havt ein sterkan forsprákara fyri neoliberalu hugsjónina, Chicago-skúlan og sjokk-doktrinina: Óla Breckmann og Fólkaflokkin. Hansara lærlingur situr nú í Fíggjarmálaráðnum, og formaðurin í Fíggjarnevnd Løgtingsins
Hvussu tað ber til, at Føroyar í dag eru í eini støðu, har øll kunnu samanbera tiltøkini og avleiðingarnar við tey mongu dømini í bókini hjá Naomi Klein, vóni eg at øll fólk í Føroyum hugsa um.
Uppskrivtin er alkend og roynd um allan heim. Avleiðingarnar væl lýstar og vanlukkuligar fyri øll. Uttan fyri eina evarska lítla stætt.
Tað veldst um okkum, hvørt vit vilja vera lutur og áskoðarar í føroysku útgávuni av sjokk-doktrinini.
Ella vit siga: Ikki talingur um og krevja aðra leið!
Frælsi, javnrættindi og samhaldsfesti
Hetta er okkara land. Sum meira enn 40 ættarlið hava bygt við hondum, høvdum, hugsjónum og hjørtum – her í miðjum Atlantshavi. Ímóti øllum forsagnum.
Har tað hevur kostað so nógv stríð at vinna fram tjóðskaparliga, sosialt og vinnuliga. Har bara ein sterk tjóðskaparrørsla, verkamannarørsla og vinnulig rørsla hevur tryggjað, at vit kunnu gerast javnsett tjóð í heiminum, hava javnrættindi sum menniskju í samfelagnum. Og at vit kunnu hava javnbjóðis rættindi at gagnnýta teir ríku møguleikarnar í okkara náttúru- og menniskjaliga tilfeingi.
Tjóðveldi fer at gera alt sum er møguligt at steðga niðurbrótingini. Og framhaldandi at byggja allar okkara avgerðir og uppskot á hugsjónina og málið: At skapa einar frælsar Føroyar við samhaldsfesti og javnbjóðis møguleikum hjá øllum, har ongin einstaklingur ella serstøk stætt hevur framíhjárætt til vald landsins og ognir.
--- (Tey, ið vilja kunna seg við bókina um sjokk-doktrinina, kunnu eitt nú vitja heimasíðuna: www.naomiklein.org)