Snoop Dogg og Kato samstarva

Í heyst legði danski tónleikarin, Kato, eitt video út á internetið, har eingin minni enn amerikanski rapparin, Snoop Dogg, sæst standa í eini vokalboks og rappa til kenda lagið hjá Kato, sum eitur "Sjus". Nógv hava tó undrast á, hví vit ikki hava hoyrt meira til samstarvið millum Snoop Doog og Kato.

 

- Lagið er liðugt innspælt og er við á míni nýggju fløgu. Tað verður næsta stakfløgan, og hon kemur skjótt út á marknaðin. Eg kann tó ikki nevna ein ítøkiligan dato, tí enn manglar okkurt afturat frá Snoop Dogg, greiðir Kato frá. Tað, sum manglar, er millum annað eitt video, tí har skal Snoop sjálvandi vera við í.

 

- Hetta er rættiliga umfatandi, og tað er eitt nú videoið, sum vit skulu planleggja. Snoop hevur eisini eitt sindur meira um at vera enn eg, so tað er ikki heilt lætt at fáa alt at hanga saman. Bara vit fáa eitt video við ordans doggy-swag, so kunnu vit saktans bíða, sigur Kato.

 

Seinasta ár segði Kato við avísina B.T, at hann kundi hugsað sær at samstarva við danska songfuglin, Medina. Enn er einki ítøkiligt hent við tí samstarvinum.

 

- Nei, eg havi ikki hoyrt nakað frá henni, men havi heldur ikki sjálvur gjørt nakað fyri at fáa eitt samstarv í lag. Men um Medina hevur hug til tónleikaligt samstarv, so kann hon bara ringja. Eg haldi, at hon er super cool, sigur Kato.