Tað er vinnan sum skal skapa vøkstur í samfelagnum!

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið í miðlunum um tilfongisgjald á fiski, serliga á makreli, og hava bæði leik og lærd tikið lut í hesum kjaki.

Jacob Vestergaard

Teir somu búskaparfrøð­ing­arnir, teir sum standa aft­an fyri og stuðla up­­skot­­inum hjá Tjóð­veldi um nýskapan av fiskivinnuni, eru alla tíðina at síggja og hoyra, antin sum greinskrivarar ella sum viðmerkjarar til alt, sum hevur við fiskivinnuna at gera.
Dagskráin er greið, enda­málið er at sannføra politisku skipanina um, at tað besta fyri samfelagið er, at flyta peng­ar frá fiskivinnuni í lands­­kassan.
Hetta hevur partvíst eydn­­ast, tí tað eru politikarar sum í ramasta álvara tosa um, at tað fer at menna fiski­­vinnuna og samfelagið, um fiskur verður seldur um uppboðssølu ella álagdur verð­ur tilfongisskattur.
Kjakið um tilfongisskatt/uppboðssølu hevur verið rættu­liga einstáttað, hóast onk­ur hevur roynt at snúgva kjakinum, men bein­an­vegin hava somu bú­skapar­­frøð­ingar lagt uppí, og saman við teim­um alt­vit­andi við­merkj­arunum hjá kringvarpinum, roynt at fingið kjakið aftur á somu einstáttaðu kós­ina, har einasta loysnin er til­fongis­skattur og uppboðssøla.
Fiskivinnan er ein há­risikovinna, har nógv viður­skiftir eru, sum fiskimaðurin og reiðarin onga ávirkan hava á og ikki kunnu gera nakað við.
Nevnast kunnu fiska­prís­­ir og prísur á olju, sum broytast frá einum degi til annan. Veður og onnur náttúru­­viðurskiftir, sum gera, at nøgdirnar av ymisku fiska­­sløgunum broytast alla tíðina.
Hetta eru umstøður, sum føroyska fiskivinnan altíð hevur liva undir. Til­fong­is­skattur og uppboðssøla fer at gera, at tá tað gongur gott í vinnuni, fer landskassin avstað við yvirskotinum, meðan vinnan sjálv má bera tær ringu tíðirnar.
Hetta fer við tíðini at taka grundarlagið undan vinnuni. Vinna má í góðum tíðum hava møguleikan at leggja niðurfyri, fyri at kunna klára seg, tá tíðirnar blíva verri.
Fiskivinnan er hvønn dag í einari harðari kapping, har marknaðartreytirnar ráða fyri, ofta undir truplum umstøðum, at fáa so gott úrslit sum møguligt, fyri at tryggja framtíðar rakstur og menning.
Tað er vinnan, sum við sínum virksemi, skal skapa vøkstur í samfelagnum. Tí má vinnan sleppa at tjena pengar. Um vit leggja gjald á vinnuna og flyta partar av vinninginum í landskassan, tosað verður um eina 3-sifr­aða milliónaupphædd, forða vit fyri menningini, tí landskassin er ikki førur fyri at skapa vøkstur í sam­felagnum - tvørtur ímóti.
Vinnan dugur betur at nýta vinningin til nýskapan og vøkstur, til frama fyri alt samfelagið, enn landið dugur.
Skulu vit framhaldandi hava eina framkomna fiski­vinnu, sum er treytin fyri at verða í fremstu røð, má vinnan hava møguleikan at endurnýggja seg alla tíðina.
Fleiri pengar vit flyta frá fiskivinnu beinleiðis í landskassan, truplari verð­ur tað hjá vinnuni alsamt at hava tey bestu og mest fram­komnu framleiðslu-tólini, bæði á sjógvi og landi.
Føroya land hevur verið og er vælsignað við fólkum, sum við dugnaskapi hava megnað at skapa virðir til samfelagið burturúr fiski­ríkidøminum. Tað er ser­liga fiskivinnuni fyri at takka, at vit kunnu kalla okk­um eitt framkomið væl-ferðarsamfelag.
Tað er hugaligt at síggja, hvussu fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, spennir seg út, fyri at taka ímóti teimum avbjóðingunum, sum eru fyri framman.
Hetta letur seg gera, tí vinnan hevur havt møgu­leikan at tjena pengar.
Um landið á hvørjum árið var fari avstað við einari 3-sifraðari milliónaupphædd, beinleiðis frá vinnuni inn í inneffektiva landskassan, høvdu vit ikki sæð tey initia­tivur, sum eru kring alt land­ið í dag.
At vit hava eina vinnu, sum av álvara tekur kapp­ing-ina upp við peningasterku fyri­tøkurnar uttanlands, er gleði­ligt og gevur okkum mót uppá framtíðina.
Tað hevur alstóran týdn­ing fyri Føroyar, at vit hava sterkar vinnufyritøkur, sum kunnu verða við til at lyfta virksemi kring alt landið.
Vit bera ikki orð fyri at duga so væl at standa sam­an, og ofta hevur verið tví­dráttur ímillum ymisku økini í landinum. Hetta er við at broytast og tað er gott. Føroyska fiskivinnan hevur brúk fyri, at allar góðar kreft­ur standa saman og arbeiða saman, óansæð hvar tær koma frá í landinum, við tí felags endamáli, at fáa sum mest burturúr til føroyska sam­felagið.
Henda broyting hevur gjørt, at tær peningasterku før­oysku fyritøkrnar eru vit til at stuðla og menna virksemi kring alt landið.
Vinnan hevur sett sær fyri, at øll virðisøkingin av føroyska fiskinum skal fara fram umborð á føroyskum skipum og uppi á landi í Føroyum.
Hetta eru risa framstig fyri føroyska samfelagið, og eru hetta íløgur, sum kosta fleiri hundrað milliónir krónur. Hetta hevði ikki kunna lati seg gjørt, um landskassin á hvørjum ári hevði tikið eina 3-sifraða milliónaupphædd frá fiski­vinnuni.
Vinnan ger á sama hátt sum altíð, nýtir vinn­ing­in til íløgur kring alt land­ið, og skapar hetta inn­tøk­ur til alt samfelagið. Tilfongis­rentan verður nýtt til virk­semis­skapandi íløgur, júst soleiðis sum tað skal verða.
Hetta er tað sum sam­gong­an hevur lagt upp til í samgonguskjalinum, og vinn­­an hevur tikið tað til eftir­­tektar.
Virðisøking av føroysk-um fiski uppi á landi í Før­oyum, er tað sum gevur sam­felagnum og harvið lands­kassanum størstu inn­tøkurnar.
Virðisøkingin skapar ar­beiði til nógvar hendur, frá tí at fiskiskipini koma til lands við rávøruni, til lidna vøran verður avskipað.
Eitt framkomið virki hev­ur, umframt van­lig ar­beiðsfólk, brúk fyri hand­verk­arum og teknik­ar­um at ymiskum slag. Um­framt hetta, er ein ørgrynna av av­leiddum virk­semi, fyri at halda skip og virkir gang­andi.
Hetta skapar inntøkur til tænastuvinnuna, til veit­arar av ymiskum slag, til komm­unukassan og ikki minst til landskassan.
Gongur tað gott og skipini og virkið fær yvirskot, megn­ar fyritøkan at fylgja við tøknuligu menningini, og endurnýggja seg, sum er fyritreytin fyri at verða við íi kappingini.
Skuldi tað hent, at pen­ingur leyp av, og tað ger tað viðhvørt, kundi tað hugs­ast, at fyritøkan royndi nýggj­ar leiðir, møguliga við at virðis­økja tilfongið enn meira, ella at byrja heilt nýggjar vinnur.
Vit hava jú sæð, at før­oyskar fyritøkur, sum hava tjent pengar í fiskivinnuni, hava verið stabiliserandi fyri føroysk feløg, sum bjóða seg fram uttanfyri landoddarnar, m.a. í oljuvinnuni.
Onnur feløg, sum hava vunnið pengar í fiskivinnuni, gera stórar íløgur í frá­landa­vinnuna, og soleiðis kundi ein hildi áfram. Alt átøk og frambrot, sum gagnað før­oyska samfelagnum og flyta okkum enn longur fram á leið.
Um landið á hvørjum ári fer at flyta eina 3-sifr­aða milliónaupphædd frá fiski­vinnuni inn í lands­kassan, fer tað ikki bert at darva menningini av fiskivinnuni, men allari menning av sam­felagnum.
Tey, sum halda, at lands­kassin skal hava alla til­fongisrentuna, og at vinnan skal hava avmarkaðan vinn­ing/yvirskot, liva í einari farnari tíð, tá fleiri hildu, at staturin/landskassin skuldi eiga vinnutólini og standa fyri øllum vinnuligum virk­semi.
Lat okkum geva vinnuni bestu karmarnar at virka undir, og lata vinnuna fáa loyvi at tjena pengar, so vit eisini í framtíðini, kunnu kalla okkum eina fram­komna fiskivinnutjóð.
Vit standa frammanfyri stórum avbjóðingum. Bera vit okkum rætt at, og tað vóni eg at vit gera, kunnu vit styrkja alla fiskivinnuna, og fáa munandi størri inntøkur til samfelagið.
Tað er vinnan, sum skal skapa vøkstur.