Landsfundarsamtykt frá landsfundi hjá Framsókn

Landsfundarsamtykt frá landsfundi hjá Framsókn, leygardagin 19. mai
Fundarfólkið viðgjørdi politisku dagsskránna og gjørd varð fylgjandi niðurstøða:

At búgva í Føroyum
Menniskjaliga tilfeingið er týdningarmesta tilfeingið í einum samfelag. Størsta politiska avbjóðingin er fólkaflytingin úr Føroyum, og nakað má gerast fyri at venda hesi lagnugongd. Vit hava heilt einfalt ikki ráð til nakað annað. Seinastu 15 árini eru vit vorðin 2000 føroyingar færri millum 20 og 40 ár. Samstundis eru vit vorðin 5000 fleiri omanfyri 50 ár. Serliga unga fólki støðast ikki í Føroyum. Teimum tørvar kanska ikki tað føroyska samfelagið. Men samfelagnum tørvar í ólukkumát, at tey taka virknan lut í gerandislívinum og í samfelagsmenningini. Ein onnur avleiðing av at unga fólkið fer, er at tey vælbjargaðu, eldru fólkini flyta av landinum, tá tey nærkast pensjónsaldri, til børnini, ið longu eru flutt. Hendan gongd hevur tikið dik á seg við knappligu broytingunum viðvíkjandi skatting av pensjónum. Álopið hjá BAHD samgonguni á eftirlønarskipanina hevur skelkað alt og øll. Enn veit ongin, hvørjar avleiðingar slíkt inntriv hevur – hvørki stutt- ella langtrøkkandi. Tó er greitt, at semjan um at nýskipa eftirlønirnar er ikki til longur. Her má byrjast av nýggjum – allarfyrst við at vinna álitið aftur. Tó skal ongin ivi verða um, at eftirlønarmálið er ein so týðandi nýskipan, at vit ikki tora at hugsa avleiðingarnar av, at hon ikki verður framd.
Tí er spurningurin ikki, hvar mann býr í Føroyum, men um at búgva í Føroyum. Tað eigur ikki at vera nakar trupulleiki at búgva í Føroyum og samstundis virka í umheiminum. Tað er tí sera umráðandi, at ferðasambandið við umheimin verður ment og mett sum ein partur av innanlands flutningskervinum, so at til ber at hava sítt heimstað í Føroyum og virka uttanlands – bæði í vinnu og útbúgving. Arbeiðast skal miðvíst við at finna betri loysnir í mun til ferðasambandið til umheimin – bæði sjóvegis og loftvegis.
Fyri at varðveita okkara unga fólk og fyri at leggja lunnar undir framtíðar vælferð, mugu vit eisini stremba eftir nýggjum vitanartungum vinnum. Vit skulu styrkja føroyskan útbúgvingarpolitikk, tí útbúgving og áhaldandi menning eru lyklar til framkomið vinnulív og samfelag. Fleiri møguleikar skulu vera fyri at taka viðkomandi universitets - og hægri útbúgvingar í Føroyum. Og arbeiðast skal skjótt við at finna fram til, hvørjar útbúgvingar vit skulu leggja dent á. Dentur má vera á fjølbroytni, so at bæði kyn kenna seg væl og síggja menningarmøguleikar í mun til karrieru í føroyska samfelagnum. Lestrarstuðulin í Føroyum eigur at vera kappingarførur tvs. verða á hædd við tað, lesandi fáa aðrastaðni. Gransking og granskingarmøguleikar eiga at fáa nógv meira rúmd í Føroyum.

Vinna, íverksetan og gransking
Vit hava longu lagt fram og fingið samtykt uppskotið til samtyktar um at yvirtaka loftrúmið. Vit skulu eisini í nógv størri mun troyta okkara kolossalu vitan innan sjóvinnu og fiskivinnu meira vitanargrundað afturat tí, at vit reka fiskivinnu og veita handilsflotunum yvirmenn. Vit skulu skipa ílegugranskingina betur. Vit skulu gera tað lættari hjá føroyingum at fáa patent upp á okkara menningar- og granskingarúrslit.
Framsókn vil virka fyri at Føroyar fáa eina sterkari íverksetaramentan og – umstøður. Samstarvið millum útbúgving, menning og vinnu skal styrkjast. Nýskipanir, umraðfestingar og størri privat luttøka í almenna geiranum skulu trygja tann dynamikkin, sum føroyska samfelagið manglar í dag, og hesar skulu viga upp móti einum parti av lættanum í lønarskattinum.
Fleiri almennar tænastur skulu verða bodnar út, bæði fyri at fáa kapping um tær og fyri at staðfesta, hvat tær í veruleikanum eiga at kosta. Framsókn eigur at taka stig til at skilmarka og greina kjarnutænastur, eins og samstarv millum alment og privat – t.d. innan samferðslu, heilsu og útbúgving. Tað almenna hevur eina uppgávu í at tryggja kapping. Alt alment virksemi, sum ikki er grundrakstur ella virkar sum monopol, skal verða einskilt.

Rúmligari samfelag
Ymsu bústaðarmøguleikarnir í Føroym skulu gerast betri, fleiri og fjølbroyttari fyri øll ættarlið. Privatar tænastur skulu traðka til, har tað almenna ikki røkkur. Eins og flokkurin hevur eitt boð uppá eina loysn í mun til eldraíbúðir, so eigur Framsókn at menna ítøkiligar, alternativar bústaðarloysnir, fyri øll ættarlið og samfelagsbólkar.
Framsókn vil, at lønarskatturin í Føroyum skal vera kappingarførur við tað, hann er í londunum kring okkum, men vil tó broyta verandi skattalóg soleiðis, at hon vendir sosialt meira rætt, og tænir tí endamáli at seta ferð á privata forbrúkið
Barnafamiljurnar í Føroyum hava størst tørv á tiltøkupeningi í mun til kostnaðarstøðið. Umframt at kostnaðarstøðið er ein avbjóðing, sum má greinast nærri við atliti at batum, so vil Framsókn at barnafrádrátturin verður umlagdur til barnakekk. Upphæddin skal síðani eisini hækkast.

Framsókn vil arbeiða fyri einum tolsomum samfelag, sum er rúmligt og virðir tey rættindi, tann einstaki hevur krav uppá uttan mun til, hvør og hvussu viðkomandi er. Tað skal verða lættari hjá útlendingum at koma til Føroyar, bæði at búseta seg, lesa og arbeiða.

List og mentan er eitt tilfeingi, hvørs virði ikki kann gerast upp í pengum eina, og hvørs ávirkan og gagn fyri bæði einstaklingin, vinnulív og samfelag fremur ein trivnað, sum skapar vøkstur. Tí eigur Framsókn framvegis at arbeiða fyri góðum korum hjá lista- og mentafólki fyri at tryggja Føroyum eitt ríkt lista- og mentanarlív. Og vit skulu skipa tað listarliga eksportarbeiðið nógv betur. Har hava vit ikki sørt av rávøru.

Tilfeingi og rættindi
Í mun til onnur lond, sum hava troytt teirra framleiðslumøguleikar heilt út á tromina, so hava vit føroyingar bara gagnnýtt eitt part av tí náttúruríkidømi, vit hava rætt til; Føroyar eru í stóran num bert ráðvøru- útflutningsland. Kravið til tey, sum fáa fiskatilfeingið at umsita, skal verða virðisøking. Vit skulu tryggja at tilfeingið verður veitt og virkað av føroyingum, føroyskum ánarum og av føroyskari arbeiðsmegi ella arbeiðsmegi við føroyskum sáttmalum. Virðisøking økir bruttotjóðarúrtøkuna.

Fólksins ogn – 2018. Øll fiskiloyvi eiga at verða uppsøgd at fara úr gildi 2018. Vit skulu hava eina fiskivinnunýskipan, sum í nógv størri mun tekur hædd fyri at virðisøkja tilfeingið. Skipanin skal eisini taka atlit til lønsemi, fjølbroytni, orku, nýggjar aktørar og marknaðartreytir.

Vit skulu gera fleiri íløgur í fiskarí- og havgransking. Ikki bara fyri at tryggja lívfrøðiliga burðardygga veiðu og virðisøking, men eisini fyri at tryggja okkum tey tilfeingisrættindi, vit eiga. Rættindi vit í nógv ár hava mist orsakað av manglandi vitan og próvførslu.
Vit eiga at endurskoða allar avtalur, sum vit hava við onnur lond. Heimildarlógin skal takast av, og vit skulu í staðin hava eina avtalu, sum gevur føroyingum munandi størri uttanríkispolitiskt vald. Avtalan skal ikki tvinna saman føroysk og grønlendsk viðurskifti. Allar handils- og fiskivinnuavtalur, ið vit hava við onnur lond, skulu enduskoðast. Vit skulu skipa okkum við einum professionellum tvørfakligum samráðingartoymi, ið skal gera nýggjar metingar av øllum okkara avtalum og rættindum.
Vit mugu styrkja um okkara uttanríkispolitisku tænastu. Í hesum sambandi er allarhelst rætt at opna sendi- ella umboðsstovur í londunum har størsti búskaparvøksturin er, eins og har føroyskar vørur hava avsetningsmøguleikar; herundir Japan, Russland, Kina, Brasil og India.

Samstarv, langtíðarpolitikkur og álit
Landsfundurin tekur fult undir við avgerðini hjá floksleiðsluni um ikki at fara uppí BAHD samgonguna.
Framsókn vil tó leggja alla orku í at samstarva við politisku skipanina soleiðis, at vit fáa tær alneyðugu nýskipaninar framdar við breiðum langtrøkkandi semjum.
Bæði fólkið í Føroyum og føroyskt vinnulív hava fyri neyðuni aftur at kenna seg tryggan og hava álit á politisku skipanina.

So aftur siga vit: Kom til arbeiðis!