meg uppeftir. Lá línan í øvutum borði, hevði eg ikki fingið fatur á henni, men línan meir at kalla rak til mín. Báturin stóð nú at kalla steyrrættur upp og niður í sjónum og fleyt í vatnskorpuni av luftini [...] kropinum. Eg sá einki uttan um meg, og visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um. So vónleysar vóru umstøðurnar hjá Hans Magnusi, tá ið útróðrarbáturin, Elin [...] lands í 29 fóts stóra útróðrarbáti sínum, Norðstjørnuni, tá ið hann fekk ein sjógv aftan tvørs, sum fylti bátin og tók hann niður við sær at kalla í einum. Báturin, sum var frambygdur, legði húsið í bakborðsíðu
genturnum umborð á bátinum, og fyri at vera heilt erlig, var hon ikki hugtikin. - Eg helt ikki, at tað gjørdi størri ávirkan á meg. Men eg veit ikki, tað endaði við, at eg fór at stýra og Danmarkarferðin varð [...] rættiligur rúsur at vinna. Um tað ikki hevði gingið so væl, og vit ikki lógu frammi í oddinum, rokni eg ikki við, at tað hevði verið líka stuttligt, sigur Jannie Dam Jacobsen. Serliga árið í ár hevur tað gingið [...] havi eg gingið í barsil alt ár, so tað hevur passað so ógvuliga væl, men nú skal eg so byrja at arbeiða aftur í september, so eg tori ikki heilt at siga. Men um tær flestu frá í ár halda fram, haldi eg við
Demmus varð borin í heim í 1923, og hann var somikið næmur í barnaskúlanum, at hann 14 ára gamal fór norður til Havnar í Preliminerskúlan, haðani hann stóð so gott prógv í 1940, at hann helt fram á tí [...] ellisár. 1981 kann tykjast mongum at vera langt síðan, og tað er løgið at hugsa sær, at Demmus longu tá fór at nærkast teimum seksti, og at hann hevur gingið sum klokkan at kalla líka síðan. Umframt yrki [...] flaggdagskvøldið í 1940, endaðu studentarnir skrúðgonguna uttan fyri húsini hjá Hans Andriasi Djurhuus við at syngja flaggsangin, Sjá tú blánar. Kríggið gjørdi, at føroyingar sluppu ikki uttanlands at nema hægri
Hann boðsendi Ólavi kongi á sín fund í Gudbrandsdali, har hann vildi bera sjálvan Tóra gud fram fyri hann. Gudbrandur ivaðist ikki í, at Ólavur kongur fór at lúta í sínum skeggi, tá fimtan menn bóru Tór á [...] sett á stovn. Í heila tikið var hetta ein bjartskygd tíð, har ungdómur í Havn undir kønari leiðslu legði seg eftir at menna seg til tær avbjóðingar, sum framtíðin fór at hava í sær. Fólkatalið í býnum táttaði [...] ólavsgildi. Júst í eini roynd at fáa føroyingar rættiliga at virða Ólav Halga verður hildið, at tann máttmikla kirkjan gjørdi av, at tingsetanin og ólavsøkan skuldu verða um eina leið – í sjálvari havnini
rópar. Tað er tað ikki, so eg klintri víðari. Tá røddin kortini rópar aftur, eri eg vísur í, at hon kemur av himli, og at tað er Gud sum rópar. At hann royndi at steðga mær, mátti merkja, at vegurin til friðsæla [...] friðsæla himmalin also ikki var at gera av við seg sjálvan. Tað fekk meg at broyta kós ? bæði har í hekkuni, men eisini í mínum máta at liva og hugsa um lívið, minnist Kaj Magnus. Youth With A Mission [...] gera ein mun í heiminum. Tað er jú ongin loyna, at kristnar rørslur ofta eru merktar av sundurbýting og ósemjum, og tað hevur altíð órógvað meg. Í YWAM sá eg, at soleiðis nýtist tað als ikki at vera. ? Umframt
dámar væl at hava ávirkan og ábyrgd. Eg havi eisini altíð havt dirvi til at taka við avbjóðingunum, sum eg havi fingið. So eg brúkti ikki nógva tíð at hugsa meg um, áðrenn eg tók av tilboðnum um at gerast [...] stjóri í Betri Trygging. Soleiðis sigur Ingunn Eiriksdóttir, sum er nýggjur stjóri í Betri Trygging – tað sum fyrr kallaðist Tryggingarfelagið Føroyar, í drúgvari samrøðu í Vinnuni, sum er eykablað í Sosialinum [...] hon stjóri í Dataeftirlitinum, og hon hevði verið miðfyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu í fýra ár, tá hon brádliga fekk í boði at taka við sum stjóri í Betri Trygging. Tá hon gjørdist stjóri
var, at loyniliga danska politiið royndi at sannføra okkum um, at tað, vit sóðu á sjónvarpinum í grundini onki hevði við okkum og okkara tekningar at gera. At málið hevði tikið eina vend, sum ikki longur [...] stað av politinum. Ikki einhvør uppgáva Tá Claus Seidel, síðst í september 2005, varð biðin at tekna profetin Muhammed til Jyllands-Posten, var hann fullgreiður yvir, at hetta ikki bara var ein uppgáva [...] einhvør onnur. - Jú, eg visti, at tekningin kundi elva til meiri, enn bara at Pia Kjærsgaard bleiv fúkandi óð, smílist Claus Seidel. - Men at hetta fór at gerast neistin, ið festi í eina altjóða kreppu, hevði
unglingar ymsa staðni í býnum. Mær varð sagt, at teir vóru blivnir fleiri í tali eftir at kongafamiljan var blivin myrd og landið var lýst í undantaksstøðu. Tað var skjótt, at eg lærdi, at teir bláu vóru l [...] innbrot, summi hóast tað, at tey høvdu ein trygdarvørð og vakthund. Í summum førum hildu tey, at tað var eina avtalu ímillum tjóvin og trygdarvørðin. So at best mátti vera at gera seg væl við starvsfólkini [...] var tómur nú, tí at tað var so kalt hesa tíðina. Kalt....?? Hugsaði eg fyri mær sjálvari í tí eg læt meg úr heitu troygguni og kom at hugsa um, hvussu býtt eg hevði verið at drassa mín, í Føroyum, so góða
og var lærari í Horsens, tá ið hon í 1977 hitti Keld, sum hon giftist við í 1978. Um hetta mundið blómar Elsuba og hevur nógv jørn í eldinum. Hon vildi út at síggja og uppliva. Hon var í Pólandi, og hon [...] við vinkonum í mars mánað støkk inn á gólvið í Keypmannahavn. Í hugans heimi gongur mangur, tú hitti á lívsleiðini, og Elsuba var ein øll barnaárini í Leirvíkstúni og í framhaldskúlanum í Fuglafirði fram [...] Rasminu. Hann lærdi jarnsmíð í Klaksvík og var farin at byggja har, men var fyri vanlagnu at fáa tuberklar fyrst í fimtiárunum. Hetta neit fast. Tey fluttu til verfaðirin í Leirvík. John bygdi sær smiðju
afturá, í 1992 fekk hann 89 atkvøður, í 1996 fekk hann 65. Og á valinum í november, fekk hann ikki meiri enn 25 atkvøður, og fall. Tað skerst ikki burtur, at hesi árini í býráðnum kom Dánjal av Rana í stríð [...] Tvøroyri í 24 ár, harav býráðsformaður í átta ár. Hann var formaður í Arbeiðsmannafelagnum, Fylking, í 15 ár, men áðrenn tað, hevði hann verið nevndarlimur í Fylking í níggju ár ár. Hann var formaður í Jav [...] um. Hetta var eitt sera hart stríð, men at enda máttu arbeiðsgevararnir boyggja seg, og í 1934 kom kontanturin til Tvøroyrar, tvs, at arbeiðsfólkið fekk lønina útgoldnað í reiðum peningi og ikki í vørum