Eg eri púra bitin av kappróðri

Í samfull 17 ár hevur Jannie Dam Jacobsen verið púra burtur í kappróðri, og hon hevur eisini 10 meistaraheitir at vísa á í 67 sigrum hesi árini. Og tað skal nógv til, um hon ikki eisini tekur 18. árið við, sum verður tað 15. umborð á Jarnbardi

Leo Poulsen

Tá hon var 15, stóð valið millum fótbólt ella kappróður.
- Eg hevði inntil tá brent fyri fótbólti, og vit skuldu til Danmarkar hetta árið, tá onkur spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma at rógva kapp við teimum, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon var so og hugdi, meðan ein annar róðursmaður róði við genturnum umborð á bátinum, og fyri at vera heilt erlig, var hon ikki hugtikin.
- Eg helt ikki, at tað gjørdi størri ávirkan á meg. Men eg veit ikki, tað endaði við, at eg fór at stýra og Danmarkarferðin varð av ongum, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Soleiðis stýrdist hennara ítróttarliga kós frá fótbóltinum yvir til kappróðurin.
- Eg visti, at eg hevði perfekta bygningin at gerast róðursmaður, tí eg var 158 sentimatrar høg og vigaði 38 kilo tá, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon hevur ongantíð angra, at hon valdi kappróðurin fram um fótbóltin, og tað vísa tey 17 árini, hon hevur róð, síðani hon byrjaði í 1996.
- Øll hesi árini havi eg bert lagt eitt ár burtur ímillum, og tað var í 2009, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon róði øll tey fyrstu 13 árini við Jarnbardi, áðrenn hon fekk sær eitt sabbats ár.
- Eg byrjaði so aftur í 2010 við Sølmundi. Tær høvdu eina manning, men manglaðu ein róðursmann, og hóast eg ivaðist nógv, fór eg við, og tá vann eg einasta FM heiti, sum eg havi vunnið uttan fyri Knørr og Jarnbard, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Árið eftir róði hon við Jallinum, og tað var bert annað árið, at hon sat við árarnar, áðrenn hon í 2012 royndi seg við Suðringi.
- Í ár eri eg so aftur umborð á Jarnbardi, sigur Jannie Dam Jacobsen.

Hevur stóran týdning
Og nú hon vinnur 10. FM heitið 17. árið hon rør, er hon líka bitin av kappróðri.
- Eg veruliga brenni fyri tí. Samanhaldið er so fantastiskt, og nú tað nærkast endanum, eri eg veruliga kedd um tað, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Tað hevur nakað heilt serligt við sær at rógva kapp.
- Tað er ótrúliga stuttligt, og samanhaldið er so ógvuliga gott, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Tað hevur eisini gingið væl hjá teimum umborð á Jarnbardi.
Tað er ein rættiligur rúsur at vinna. Um tað ikki hevði gingið so væl, og vit ikki lógu frammi í oddinum, rokni eg ikki við, at tað hevði verið líka stuttligt, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Serliga árið í ár hevur tað gingið væl, og samanhaldið er heilt framúr.
- Tær góðtaka tað, sum eg sigi, og eg lúgvi ongantíð fyri teimum. Tær skulu ikki konsentrera seg um nakað annað, enn at rógva, restina skal eg syrgja fyri, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Og júst tað, at vera róðursmaður, hevur størri týdning, enn fólk flest halda.
- Tað haldi eg heilt vist. Róðursmaðurin er tann týdningarmesti, tí rógvararnir eru sum motorar, og gera tað, ið verður sagt. Tað er helst ójavnt frá róðursmanni til róðursmann, men hjá okkum hava vit altíð brúkt tað, at tær skulu ikki hugsa ov nógv, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Tað verður gjørt soleiðis, at rógvararnir gera, sum tað verður sagt.
- Men tað merkir so eisini, at tær stóla fult og fast upp á tað, sum eg sigi, og tað merkir eisini, at eg ikki lúgvi fyri teimum, sigur Jannie Dam Jacobsen.

Vann við Sølmundi
Men hvussu var tað so hjá Jannie at skifta bát í 2010, eftir at hava róð við sama báti hjá sama felag i 13 ár?
- Tað var við øgiliga blandaðum kenslum, at eg fór umborð á Sølmund. Tær manglaðu fólk í síðstu løtu, og tær vandu inni á Skálafjørðinum, so tað passaði nokk so illa hjá mær við arbeiði og annað, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon tosaði við systir sína, um at hjálpa til, so tær fóru saman inn í ta verkætlanina.
- Tað var ein rættiliga trupul tið, tí eg vildi eitt nú ikki ganga í teirra draktum, og eg vildi illa fara at taka ímóti steypinum. Eg kendi, at eg í veruleikanum hoyrdi til á Jarnbardi, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Øll kendu hana eisini sum Jannie á Jarnbardi, so tað var ein trupul tíð.
- Kappingarárið mundi vera hálvrunnið, áðrenn eg dugdi at venja meg við tað, og fyrstu stevnuna meira ella minni goymdi eg meg aftan fyri hinar, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hvussu var og ikki, so hepnaðist hetta kappingarárið so mikið væl fyri Jannie, at hon saman við hinum umborð á Sølmundi vunnu FM-heitið fyri seksmannafør við kvinnum.
Men hóast Jannie Dam Jacobsen hevur róð í heili 17 ár, so hevur hon ongan hug at gevast enn.
- Nú havi eg gingið í barsil alt ár, so tað hevur passað so ógvuliga væl, men nú skal eg so byrja at arbeiða aftur í september, so eg tori ikki heilt at siga. Men um tær flestu frá í ár halda fram, haldi eg við hundrað prosents vissu eisini fram. Um ikki, má eg umhugsa støðuna, men hugurin er heilt víst har, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Tað kann vera trupult at manna bátin við góðari manning, og tað hevur ávirkan á hennara avgerð.
- Eg má líka síggja, hvat eg havi at arbeiða við, men hugurin er púra víst har, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Ein annar møguleiki er, at hon fer við einari manning, sum stendur klár, og sum hon kennir væl.
- Men tað skal eingin ivi vera um, at Jarnbardur er mítt hjartabarn, slær Jannie Dam Jacobsen fast.

Vit pissa uttanfyri
Tað var meira ella minni at tilvild, at Jannie endaði í Róðrarfelagnum Knørri, og hon hevur ongantíð hugsað nakað serligt um umstøðurnar.
- Tey flestu halda uttan iva, at okkara umstøður eru út av lagi vánaligar, men í mun til tað, sum vit vóru vanar við, eru umstøðurnar rættiliga góðar, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon var von við eitt neyst yviri við Valdemar Lützen, har pláss var fyri tveimum bátum.
- Tað regnaði niður í høvdið á okkum, og tað blásti og geys inn millum hurðarnar og millum steinarnar, tí talan var um eitt gamalt grótneyst. Nú hava vit so fingið Evensens Pakkhús úti í Tinganesi, sum fyri onnur bara er ein betongkassi, men sum fyri okkum er veruliga gott, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Inni har er pláss fyri øllum bátunum hjá Knørri.
- Vit hava trý 5-mannafør, tvey 6-mannafør, eitt átta- og eitt 10-mannafar, og aftrat tí ein, sum er minni enn 5-mannafar, sum børnini brúka at rógva í, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Men hóast Evensens Pakkhús er eitt stórt framstig frá neystinum yviri við Valdemar Lützen, so er framvegis okkurt, ið kundi verið betri.
- Vit hava framvegis ongar brúsur og einki felagshøli sum so. Nú skulu vit so heiðra FM heitið, og tað má so gerast í hølunum, og so mugu bátarnir kroystast upp í veggirnar, fyri at fáa pláss, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Tað var mest sum av tilvild, at tað gjørdist Knørrur, ið gjørdist hjartabarnið hjá Jannie.
- Eg kendi einki til rógving, tá eg varð biðin um at koma umborð at stýra, so hetta vóru umstøðurnar, eg var uppvaksin við. Og tað byrjaði eisini at ganga so gott beinanvegin, og vit fingu eitt so gott samanhald, og tað hevði eg ikki hug at bróta, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon heldur, at so máttu WC- og brúsuumstøður vera tað, tær vóru.
- Vit hava pissað uttanfyri í mong Harrans ár, eins og tey eisini hava gjørt aðrastaðnis fyrr, sigur Jannie Dam Jacobsen.

Brast í grát
Eftir 17 árum í kappróðri, harav tey 10 eru endað við einum FM heiti, er sjálvandi nógv at minnast aftur á.
- Tað er greitt, at tá tú hevur vunnið so nógvar róðrar, sum eg havi, so eru tað ikki allir, ið telja eins nógv. Men tann allarfyrsti róðurin, eg stýrdi, hann minnist eg væl. Tað var inni á Skála, og hóast talan bert var um eina bygdastevnu, so stendur tann sigurin fastur í minninum, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Tað var ikki tí, at hon visti so nógv um, hvat hon gjørdi.
- Eg visti einki. Eg visti ikki, hvat ein bátslongd var, eg visti ikki, hvat ein skutur var og eg visti ikki, hvat ein stavnur var. Eg brast í grát í endaspurtinum, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Orðini tá vóru: nokk so tætt, eitt sindur tætt ella ikki so tætt. Nú kemur ein grønur ella nú kemur ein hvítur.
Árið eftir var spennandi heilt fram til ólavsøkuróðurin, og har var kravið ein sigur, um FM heitið skuldi í hús.
- Tann róðurin vunnu vit so, at tann róðurin situr eisini ógvuliga fastur í minninum, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hvørt meistaraheitið hevur sítt at siga.
- Fyrsta meistaraheitið visti eg ikki vit fóru at vinna, fyrr enn eg stóð við tí í hondini, meðan tað í ár gjørdist rættiliga tíðliga greitt, at tað kundi lata seg gera. So eg haldi, at tað fyrsta var tað besta, men eg má samstundis siga, at eg havi hugsað um meistaraheiti nummar 10 leingi, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Ein slík ítróttarhetja setir sær alla tíðina nýggj mál, so hvørt sum tey settu verða nádd.
- Nú er málið hjá mær heilt greitt at vinna FM heiti nummar 10 við Jarnbardi, sigur Jannie Dam Jacobsen, sum er væl stuðlað av bæði mammuni, systrini og ikki minst sjeikinum, ið sjálvur rør við Argjabátinum.


Jannie Dam Jacobsen við steypinum á ólavsøku. Hon hevur vunnið FM heitið 10 ferðir í 17 ár
Mynd: Jóannes Poulsen