Oktober 2005.
Tvær vikur eru lidnar, síðani Jyllands Posten prentaði tær víðagitnu Muhammed tekningarnar hjá 12 blaðteknararum. Claus Seidel, ið var ein av teimum 12, er og keypir inn í Netto. Brádliga ringir fartelefonin hjá Claus.
- Ver verandi, har tú ert og far undir ongum umstøðum til hús einsamallur, sigur røddin í telefonini og heldur fram.
- Vit hava fingið frænir av eini drápshóttan móti tær. Ein av okkara bilum er á veg til tín, ljóða boðini, sum Claus nú skilur eru frá loyniliga, danska politinum, PET.
Løtu seinni situr Claus í politibilinum á veg til hús. Tá teir nærkast húsinum sær hann tveir aðrar politistar koma við konu síni. Tey hyggja uppá hvønn annan, og skilja brádliga álvaran í støðuni. Í fyrstu atløgu sleppa tey ikki inn, men mugu bíða, til politiið hevur tryggjað sær, at ongin bumba liggur fjald í húsinum.
Hjúnini fáa síðani nakrar fáar minuttir at taka tað allarneyðugasta við sær, áðrenn tey í skundi verða koyrd til eitt loyniligt stað av politinum.
Ikki einhvør uppgáva
Tá Claus Seidel, síðst í september 2005, varð biðin at tekna profetin Muhammed til Jyllands-Posten, var hann fullgreiður yvir, at hetta ikki bara var ein uppgáva, sum einhvør onnur.
- Jú, eg visti, at tekningin kundi elva til meiri, enn bara at Pia Kjærsgaard bleiv fúkandi óð, smílist Claus Seidel.
- Men at hetta fór at gerast neistin, ið festi í eina altjóða kreppu, hevði eg aldrin grunað, leggur hann álvarsamur afturat.
Sum flestum kunnugt, byrjaði Muhammed kreppan við eini harmleysari barnabók um profetin Muhammed. Skjótt frættist, at ongin teknari fekst at gera tekningar til bókina, tí teir óttaðust hevndaratgerðir frá muslimum. Sambært islam er tað nevniliga halgibrot at avmynda profetin. Fyri teknararnar vigaði óttin fyri reaktiónunum hjá muslimum sostatt tyngri enn frælsi til at tekna tað, teir høvdu hug til.
Eldfimi spurningurin um talu- og skrivifrælsi mótvegis islamisku trúnni gjørdist skjótt stóra kjakevnið í Danmark, millum annað í kjaksendingini Deadline á DR. Dagin eftir sendingina ringdi mentanar-redaktørurin á Jyllands-Posten, Flemming Rose, til Claus Seidel og bað um eina viðmerking til kjakið frá honum sum formanni í felagnum fyri danskar blaðteknarar.
- Eg segði, at høvdu tey biðið ein blaðteknara tekna til hasa bókina, hevði viðkomandi ivaleyst sagt ja. Vit eru jú vanir við at blanda okkum uppí og gera viðmerkingar til samfelagslig og politisk evni, greiðir Seidel frá.
Játtaðu at tekna Muhammed
Svarið frá Seidel gav eftir øllum at døma Flemming Rose á Jyllands-Posten nakað at hugsa um. Nakrar dagar seinni ringdi Rose nevniliga aftur og spurdi, um Claus Seidel og helst nakrir aðrir frá Blaðteknarafelagnum vildu tekna Muhammed til eina grein í Jyllands-Posten um talu- og skrivifrælsi.
- Fyri meg var tað upplagt at siga ja og ein fínur møguleiki at markera, at eg ikki góðtaki sjálvsensur av nøkrum slag. Men eg vildi ikki svara fyri hinar teknararnar og bað Rose seta seg í samband við teir persónliga. Eg kravdi eisini, at minst 10 teknarar skuldu siga ja, fyri at okkara yrki skuldi vera umboðað á ein nøktandi hátt, sigur Seidel og leggur afturat, at hann sjálvsagt eisini kravdi, at teir sluppu at lesa greinina, so teir vistu, hvat teir so at siga skrivaðu undir uppá.
Tá avtornaði játtaðu 12 teknarar at vera við. Fyri teir flestu var tað ein løtt avgerð at taka, meðan onkur ivaðist. Serliga var tað atlitið til familju og børn, ið fekk onkran at aftra seg.
- Vit brúktu nógva tíð uppá at kjakast aftur og fram, tí fyri meg hevði tað alstóran týdning, at teknararnir eisini framyvir vildu standa við teirra avgerð. Teir skuldu vera greiðir yvir, at í tí løtuni, greinin varð prentað, var eingin vegur aftur, sigur Claus Seidel.
Undir jørð
Og Seidel kom at sanna síni orð. Fáar dagar eftir at greinin var prentað, komu fyrstu bumbuhóttaninar móti Jyllands-Posten. Síðani fylgdu ein røð av mótælisgongum, krøvum um umbering, lyfti um stórar peningarupphæddir fyri at drepa teir 12 teknararnar og til endan beinleiðis drápshóttanir móti tveimum navngivnum teknarum, harav annar var Claus Seidel. Tað vóru tey boðini hann fekk, tann dagin, hann gekk og keypti inn í Netto.
Claus og konan vórðu noydd at verða verandi undir jørð í nakrar dagar. Børn teirra eru øll vaksin og eftir at hava tryggjað sær, at tey eisini vóru undir eftirliti av politinum, var ikki nógv annað at gera enn at bíða, til politiið fann mannin, sum hevði hótt við at drepa Claus. Maðurin varð funnin fáar dagar seinni.
- Sjálvandi var tað sera óhugnaligt, men eg var ongantíð av álvara bangin fyri mínum lívi. Serliga eftir at eg frætti, at loyniliga politiið hevði havt allar antennur úti frá fyrsta degi, hevði eg fult álit á, at teir høvdu tamarhald á støðuni, sigur Seidel.
Hann leggur tó afturat, at han veit, at fleiri av hinum teknararnum vóru uppskakaðir og veruliga stúrdu fyri, hvat fór at henda.
- Allíkavæl var samanhaldið millum okkum sera sterkt allatíðina. Eg havi heldur ongantíð hoyrt nakað brigsl frá teimum fyri av fyrstan tíð at hava sagt, at ein blaðteknari neyvan hevði sagt nei til at tekna profetin Muhammed, sigur Seidel.
Loyniligir fundir
Claus fekk góðan stuðul frá konu síni alla vegin ígjøgnum, hóast hennara lív í nógvar mátar eisini varð merkt av ógvusligu hendingunum.
- Eg havi stóra virðing fyri mátanum, hon tók alt hetta uppá – men hon hevur eisini hildið meg meir í oyrunum síðani, smílist Claus.
Hann leggur afturat, at blaðteknararnir eisini hava nógv at takka formanninum í Dansk Journalistforbund, Mogens Blicher Bjerregaard, fyri.
- Hann var ein týðandi stoytdoyvari, tók nógvar av ákoyringunum á seg og vardi okkara støðu við hond og fót, sigur Claus, sum saman við Bjerregaard gjørdi av, at hava nakrar loyniligar fundir bæði við muslimar í Danmark.og muslimskar blaðteknarar úr Miðeystri
- Sjálvt um teir ikki tóku undir við tí, vit høvdu gjørt, høvdu teir virðing fyri, at vit ynsktu at verja okkara talu- og skrivifrælsi. Vit fingu eisini gjørt teimum greitt, at tekningarnar mest vóru rættaðar móti teimum donsku teknararnum, sum so at siga høvdu avhendað sítt talu- og skrivifrælsi, av ótta fyri avleiðingunum, sigur Seidel.
Hann var sum heild sera væl nøgdur við hesar fundir og kendi seg sannførdan um, at slíkar samrøður tvørturum átrúnaðarlig mørk var einasta gongda leiðin burturúr Muhammed kreppuni.
Eldur kemur í
Men best sum friður aftur tóktist at valda, frættist, at nakrir imamar úr Danmark høvdu ferðast runt í Miðeysti og spjatt lygnir um ótespiligu gerðirnar hjá teimum 12 blaðteknararnum. Millum annað greiddu imamarnir frá, at donsku blaðteknararnir javnan brendu eintøk av Koaranini alment. Hartil vístu teir fram ógvusliga satiriskar tekningar av Muhammed, sum teir vildu vera við, at donsku blaðteknararnir høvdu teknað.
Og nú kom eldur av álvara í. Tey flestu minnast ivaleyst myndirnar frá sjónvarpinum av muslimum, sum í øðini brendu donsk fløgg og settu eld á danskar sendistovur í Miðeystri. Eisini frættist um, at fleiri fólk vóru særd og deyð í ógvusligu mótmælunum.
Claus Seidel dugir illa at seta orð á sínar kenslur, tá hann hoyrdi hesi tíðindi og sá myndirnar á sjónvarpsskíggjanum.
- Tað rørdi meg sjálvandi djúpt at síggja hasar myndirnar og frætta um deyðsføllini. Kortini hevði eg ilt við at seta nakrar, eftir mínum tykki harmleysar tekningar í samband við hesa altjóða kreppuna, sum tær skuldu eitast at verða orsøkin til, sigur Claus og heldur fram
- Tað, sum kanska hjálpti mest hasar dagarnar var, at loyniliga danska politiið royndi at sannføra okkum um, at tað, vit sóðu á sjónvarpinum í grundini onki hevði við okkum og okkara tekningar at gera. At málið hevði tikið eina vend, sum ikki longur hevði støði í tí, tað byrjaði við. Tað eydnaðist teimum at í øllum førum at sannføra meg, og tað var soleiðis, eg yvirlivdi hatta tíðarskeiði, sigur Claus.
Angrar onki
Spurdur um hann angrar, at hann nakrantíð gekk við til at tekna profetin Muhammed, ivast Claus Seidel ikki eina løtu
- Avgjørt ikki, og eg hevði gjørt tað umaftur, um neyðugt. Okkara fólkaræði er meiningsleyst uttan talu- og skrivifrælsi, og tað fari eg at stríðast fyri, so leingi, eg livi, sigur Claus.
Hann leggur afturat, at meiningin við tekningunum ongantíð var at provokera. Tær vóru ein máti at markera, at í Danmark er talu- og skrivifrælsi stutt sagt ikki til diskussión.
- Eg havi onki ímóti muslimum ella øðrum átrúnaðarligum bólkum. Men sum innflytari kanst tú ikki vænta, at nýggja landið brádliga skal byrja at laga seg eftir tínum virðum og átrúnaðarligu sannføringum. Vesturheimurin hevur stríðst hart fyri sínum fólkaræði og fyri rættinum, at siga sína meining, sum vit øll njóta gott av. Tað minsta, vit kunnu gera, er at vísa tí ta virðing, tað hevur uppiborið, sigur Claus.
Sjálvur dylur hann ikki yvir, at av teimum 12 tekningunum heldur hann hana av Muhammed við eini bumbu í turbanini vera tað bestu.
- Tá tú hugsar um, hvussu ofta tað eru muslimar, sum standa aftanfyri bumbuatsóknir kring heimin, síggi eg onki forgjørt í eini slíkari tekning, sigur Claus.
Hóast allar ræðuleikarnar, heldur Claus, at nógv gott kortini stóðst av Muhammed kreppuni, tá samanum kom.
- Fyri fyrstu ferð hava danir av álvara gjørt sær greitt, hvørji okkara grundleggjandi virði eru, og nær vit ikki longur vilja lúta. Eg eri rættiliga sannførdur um, at Muhammed kreppan fekk nógvar danir at vakna við kaldan dreym, tá teir varnaðust, at fólkaræði og talu- og skrivifrælsi ikki er ein sjálvfylgja, men bert yvirlivir við, at hvør einstakur av okkum er sinnaður at verja tað, sigur Claus Seidel.
Í sambandi við Muhammed kreppuna hevur eitt ótal av endurprentingum av víðagitnu tekningunum verið at sæð í bløðum kring allan heimin. Tá kreppan var avhasað, valdu teir 12 blaðteknararnir at lata pengarnar fyri endurprentingarnar í ein grunn til frama fyri fyri talu- og skrivifrælsi.