teinunum, tí so ber ikki til at gera tað nógv betur. So má bera ella bresta. Fyri einum ári síðani gjørdist greitt, at tær høvdu klárað kravtíðirnar og tí kundu fara undir fyrireikingarnar til leikirnar. Tað [...] hyljum uttanlands. Tað er ein fyrimunur, at tær hava roynt hyljar, sum eru 50 metrar til longdar, tí tað ber ikki til her heima. Umframt tað serligu venjingina hjá Katrin, svimja tær báðar í Havnar Svimjifelag [...] Tær hava vant miðvíst tey seinastu fýra árini fyri at vera til reiðar til hesa kappingina, sum er tann størsta í heiminum. Nýggju ferðir um vikuna hava tær vant í summarfrítíðini í ár og í fjør, meðan
hetta tó ikki at koppa mótstøðuni, tí til tess var munurin alt ov stórur. Tað bøtti heldur ikki um hjá vágamonnum, at Ari Thomassen sat leikbannaður á beinkinum, meðan Tór-Ingar Akselsen framvegis ikki er komin [...] er siga farvæl til vónina um at sleppa sær upp um sandoyingar á stigatalvuni, og merkir hetta, at teir í besta føri fáa tveir dystir móti næstbesta liðnum í aðru deild. Munurin niður til Sumba er tó bert [...] tað besta, sum gøtumenn hava víst hetta kappingarárið. Óvæntað hørð mótstøða Vágamenn høvdu annars ikki roknað við, at gøtumenn fóru at spenna seg nakað serligt í dystinum. GÍ hevði so avgjørt einki at
arbeiðsplássunum, ið skal finna aðrar útvegir enn at senda fólk til hús, hava tey verið sjúk meira enn 120 dagar í einum ári. Hetta ráð skal umframt leiðsluna á arbeiðsplássinum vera mannað av starvsfólkum [...] arbeiðsmarknað, ið eisini hevur pláss fyri fólki, sum eina tíð ella varandi ikki hava fullan arbeiðsførleika. Longri farloyvi Stendur tað til Javnaðarflokkin, skal barnsburðarfarloyvi leingjast heilt upp í tvey [...] fór at arbeiða fyri at seta á stovn ein barnsburðargrunn. Hesin barnsburðargrunnurin er kortini enn ikki vorðin veruleiki. Eingir karensdagar Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum samtykti eisini, at mismunurin
Andreasen. Handilin helt til í fleiri ymsum húsum kring um í býnum, alt eftir hvar pláss var. Handilsvirksemið var tó ikki nóg mikið til húsarhaldið, og tí mátti finnast uppá ráð. Onkur bað hann fara undir [...] matstovum í Keypmannahavn. Hesum helt hann ikki leingi á við, men fór aftur út á hav at vinna til lívsins uppihald. Johannes var við fleiri skipum í hesum tíðarskeiðnum til 1931, tá hann møtir Hjørdis, sum var [...] eitt gott ískoyti til vanligu søluna. - Tá kom aftur tað alternativa fram í okkum á sama hátt sum við ísinum, greiðir Arne frá. Diskurin til heita matin kom longu í 1986, men varð ikki tikin í nýtslu fyrr
skipan, har tað í størri mun skal bera til at viðgerða sjófólk umborð á skipum, heldur enn at flyta tey til lands at fáa viðgerð fyri sjúkur ella skaðar. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum varð [...] uppskotið til fíggjarlóg verður lagt fram, sigur Almanna- og heilsumálastýrið, at nú á døgum ger tøknin, at tað ber væl til at senda bæði ljóð og myndir yvir fylgissvein. Og tað ger, at tað eisini ber til at [...] játtað tilsamans, er ikki nóg mikið til at fáa skipanina at virka í Føroyum. Almanna- og heilsumálastýrið heldur tí, at tað er rætt at seta 500.000 krónur av á komandi fíggjarlóg til endamálið.
arbeiðini liðug upp á tilboð. Hetta tí at landskassin hevur ikki ráð til tað, og tí at íløgurnar mugu spjaðast kring landið, so eitt øki í landinum ikki verður upphitað, sigur Høgni Hoydal. - Landsverkfrøðingurin [...] Høgni Hoydal eru ikki samdur í hesum. Hann heldur, at Landsverkfrøðingurin skal fáa arbeiðini gjørd á besta og smidligasta hátt, men at tað ikki altíð loysir seg at bjóða arbeiði út til privatar at kappast [...] senn, so arbeiðini verða gjørd skjótari og meira effektivt. - Vit skulu í framtíðini ikki spreiða pengarnar út til eina rúgvu av verkætlanum kring alt landið, so tað ganga ár, áðrenn arbeiðini gerast liðug
stjórnin heldur sær, at Føroyar ikki fara úr ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur hann sagt áður, og hesin boðskapurin varð altso endurtikin í røðuni í dag. Forsætisráðharrin nevndi ikki nakra tíðarætlan fyri, nær [...] at samráðingarnar verða lidnar, og hann nevndi heldur ikki samráðingarfundin, sum eftir ætlan skal verða í Keypmannahavn 26. oktober. Tað er ikki vanligt, at setanarrøðurnar eru serliga ítøkiligar ? tá [...] evropapolitikkin. Fólkið segði nei til evruna, og ongar ætlanir eru um at skipa fyri fleiri fólkaatkvøðum um ES-spurningar. fyri at tryggja, at fólkið verður tikið meira við uppá ráð í ES-spurningum, fer stjórnin
Tað er nógv fyri at umhugsa at selja hús, tí ein ikki hevur ráð at rinda fyri hita. Vit kunnu ikki vera hann fyri uttan. Men kr. 20.000,- um árið kann ikki góðtakast. Líggjas Høgnesen [...] okkurt ikki ruggar heilt rætt í hesum felag. Havi víst mína ónøgd yvirfyri nevndarlimum og stjóra. Enn veit eg ikki hvør ræður í hesum felagnum. Er tað nevndin, er tað stjórin ella leggja teir ráð saman [...] av prísum. Vit kunnu ikki bert hyggja tigandi at. Vit vita, at felagið ikki rindar eina krónu í olju. Felagið fær sína orku frá brennistøðini á Sandvíkahjalla. Hitafelagið er als ikki tegnt at oljuprísi
Heldur ikki skili eg í hesum føri hvussu hugsan landsstýrismansins kemur teimum veikaru til góða. Tá talað verður um tey, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga, verður altíð hugsað um inntøkuna og ikki neyðuga [...] avleiðingini er, at tá ber til at lækka meirvirðisgjaldið á øllum vørum. Hvussu hetta serliga kemur teimum lágløntu til góða, - teimum mest fíggjarliga fyrispentu, dugi eg ikki at skilja. Tá hevði verið [...] sum tey meira vælbjargaðu ? teimum, sum hava ráð at hava kræsnar gómar ? kunnu loyva sær at keypa. Annað dømi um fíggjarmálaráðharrans serliga tokka til til lágløntu, er at samgonga hansara feldi uppskotið
viðførdi ikki á nakran hátt, at sveisararnir settu ferðina á spælinum niður. Sjálvsálitið varð heldur nýtt til at søkja enn meira á føroyska málið, og ikki kann sigast annað enn, at umstøðurnar til hetta [...] vóru nógv í talið, og fleiri ferðir mundu føroyska áskoðararnir ikki vera heilt tryggir um støðuna, tá Jákup Mikkelsen ikki sá út til at hava rættiligt tamarhald á hesum. Heilt galið gjørdist tað, tá [...] hann í verjustøðu misti bóltin til David Sesa. Púra leysur sendi hann úr 16 metrum eitt skot móti málinum, og føroyski liðskiparin, Jens Kristian, sá sær ikki onnur ráð enn at nýta hondina at verja fyri