Arbeitt verður nú við eini skipan, har tað í størri mun skal bera til at viðgerða sjófólk umborð á skipum, heldur enn at flyta tey til lands at fáa viðgerð fyri sjúkur ella skaðar.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum varð lagt fram í gjáramorgunin, verður víst á, at sjófólk hava ikki sama møguleika at fáa tænastur frá heilsuverkinum, sum hinir skattgjaldarnir hava.
?Hetta ger seg serliga galdandi fyri sjófólk í langfarasigling, har tað kostar nógv at bróta túr av, fyri at fara inn við sjúkum fólki.
Men nú uppskotið til fíggjarlóg verður lagt fram, sigur Almanna- og heilsumálastýrið, at nú á døgum ger tøknin, at tað ber væl til at senda bæði ljóð og myndir yvir fylgissvein.
Og tað ger, at tað eisini ber til at veita sjófólkið eina nógv neyvari tænastu.
Fólk úr heilsuverkinumí Grønlandi, Føroyum og Íslandi hava fingið 35.000 krónur í stuðuli frá Norðuratlantssamstarvinum, NORA, til at menna eina skipan, so at tað ber til hjá heilsuverkinum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi at fáa upplýsingar frá skipum um fylgissvein.
Talan kann t.d. verða um litmyndir, sum kunnu verða sera hentar og nýtiligar, um lækni á landi skal geva góð ráð um, hvussu, t.d. sár, skulu viðgerast.
Men talan kann eisini vera um at senda hjartabílat, EKG.
Forteytin fyri at fáa eina slíka skipan at virka, er kortini, at bæði heilsuverkið og skip fáa neyðuga útgerð og útbúgving í at brúka hana.
Tær 350.000 krónurnar, sum NORA hevur játtað tilsamans, er ikki nóg mikið til at fáa skipanina at virka í Føroyum.
Almanna- og heilsumálastýrið heldur tí, at tað er rætt at seta 500.000 krónur av á komandi fíggjarlóg til endamálið.