GÍ-FS Vágar 5-1 (4-0)
Hóast vágamenn høvdu vónað, at teir kundu fáa okkurt burtur úr dystinum í Sarpisgerði sunnudagin, so nyttaði teimum lítið at vera ónøgdir eftir dystin.
Tað var nevnliga fult og heilt uppiborið, at GÍ vann dystin, og úr Gøtu frættist, at spælið í fyrra hálvleiki mundi vera tað besta, sum gøtumenn hava víst hetta kappingarárið.
Óvæntað hørð mótstøða
Vágamenn høvdu annars ikki roknað við, at gøtumenn fóru at spenna seg nakað serligt í dystinum. GÍ hevði so avgjørt einki at spæla fyri, annað enn æruna, og tí royndu gestirnir seg við sama framrættaða útgangsstøði, sum varð nýtt fyri viku síðani móti B71.
Hesu ferð eydnaðist hetta tó ikki at koppa mótstøðuni, tí til tess var munurin alt ov stórur. Tað bøtti heldur ikki um hjá vágamonnum, at Ari Thomassen sat leikbannaður á beinkinum, meðan Tór-Ingar Akselsen framvegis ikki er komin fyri seg eftir drúgva liðbandsskaðan. Júst teir báðir hava annars verið mest sjónligu leikararnar hetta kappingarárið.
Gekk skjótt galið
Longu eftir tveimum minuttum fekk GÍ lagt seg odda, og tó at málið kanska var nakað heppið, var í veruleikanum bert ein vegur eftir hetta.
Úr 25 metrum royndi Súni Olsen seg við frísparki, og tá bólturin bar við mótstøðuleikara á vegnum, var Remi í málinum fullkomuliga seldur.
Málið tók nakað av mótinum frá gestunum, samstundis sum gøtumenn nú fingu frið yvir seg sjálvar, og við kvikum samanspælið fóru teir nú í holt við at tagað gestirnar sundur.
Leiðslan varð tvífaldað, tá Poul Henning Jacobsen bandaði seg ígjøgnum verjuna. Vágamenn sóu sær eingi onnur ráð enn at taka beinini undan gøtumanninum, og Súni Olsen var ósvikaliga tryggur av 11 metra blettinum.
3-0 málið kom eftir eina vælkenda GÍ dygd, sum tíverri hevur verið alt ov sjáldsom hetta kappingarárið. Henning Jarnskor, sum als ikki hevur havt sama leiklut í ár sum undanfarin ár, slapp heilt oman at baklinjuni, og inni undir málinum var Óli Hansen fyrstur á innlegginum.
Vágamenn kundu neyvan gera annað enn at hyggja at, tá málið til 4-0 varð skotið. Fríspark var úr høgru, og tá Súni sendi ein perfektan bólt inn um verjuna, kundi Bartal tveita seg fram og kanónstúta bóltin í meskarnar.
Ferðin niður
Vð tryggu leiðsluni í skjáttuni, er einki at siga til, at ferðin á spælinum dalaði nógv eftir steðgin.
Vágamenn royndu at gera sær dælt av, at heimamenninir nú tóku sær av løttum, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki mundi vera frægasta løtan hjá gestunum.
Tað var eisini her, at teir fingu minkað um munin, tó at málið neyvan kann troysta nakað serligt. Málið kom, tá Birgir Joensen brádliga slapp leysur av GÍ verjuni. Hann dróg eina ferð, áðrenn hann langaði til, og umvegis fótin hjá Leivi, fór bólturin strúkandi í málið.
GÍ fekk tó aftur seinasta orðið, tá Henning krýndi eitt got avriki við at senda bóltin í netið við høvdinum, eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum.
Vandin lúrir
Vágamenn kunnu sostatt í hvussu so er siga farvæl til vónina um at sleppa sær upp um sandoyingar á stigatalvuni, og merkir hetta, at teir í besta føri fáa tveir dystir móti næstbesta liðnum í aðru deild.
Munurin niður til Sumba er tó bert eitt stig, og tá Sumba er betri, tá tað ræður um innanhýsis dystir, skulu vágamenn helst hava stig í seinasta dystinum, sum er móti KÍ.
Gamaní skal ikki roknast við, at sumbingar gera tað stóra móti HB í seinasta dystinum, men hinvegin hava teir sunnast í Føroyum áður sýnt at treiskni eisini hevur nógv at siga, tá talan fellur inn á fótbólt. Ikki minst tá tað ræður um at yvirliva.
heimildarfrásøgn
GÍ-FS Vágar 5-1 (4-0)
1-0: Súni Olsen 2
2-0: Súni Olsen 15 (br.)
3-0: Óli Hansen 20
4-0: Bartal Eliasen 43
4-1: Birgir Joensen 61
5-1: Henning Jarnskor 75
Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB)
GÍ:
Hallur Hansen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Poul Henning Jacobsen, Jóan Petur Olsen, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Súni Olsen, Óli Hansen
FS Vágar:
Remigius Mikocionis ? Heðin Joensen, Zylvanius Zudis, Eyðfinn Fjalsbak ? Kim Poulsen, Hannus Olsen, John Johansen, Rimvydas Bakus ? Sonni Johansen, Birgir Joensen, Igoris Kirillovas