Tjóðveldisflokkurin vil ikki hoyra talan um, at tað skal vera ein meginregla, at arbeiði at gera vegir og tunnlar í Føroyum skal bjóðast út í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar.
- Landsverkfrøðingurin hevur stóra vitan og nógvar royndir, og tí skal tað verða hann, sum í hvørjum einstøkum førði skal meta um, um arbeiði, sum vanliga eru almenn, skulu bjóðast til privatar at kappast um, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Í leygardagsblaðnum avdúkaði Bjarni Djurholm, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum, at framyvir skal tað verða meginreglan, at øll nýgerð av vegum í Føroyum skal bjóðast í fríari kapping millum privatar arbeiðstakarar. Harafturat skulu færri verkætlanir verða á skránni í senn, so arbeiðini verða gjørd skjótari og meira effektivt.
- Vit skulu í framtíðini ikki spreiða pengarnar út til eina rúgvu av verkætlanum kring alt landið, so tað ganga ár, áðrenn arbeiðini gerast liðug. Vit skulu hava færri verkætlanir, sum ganga skjótari fyri seg, tí á tann hátt fáa vit sum mest burtur úr pengunum, segði Bjarni Djuholm millum annað við Sosialin leygardagin.
Eingin ideologisk krossferð
Høgni Hoydal vil ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til ætlaða politikkin hjá Bjarna Djurholm, fyrr enn hann hevur kannað nærri, hvat ætlanin gongur út uppá, men hann tvíheldur um, at Landsverkfrøðingurin í framtíðini eisini skal hava ein avgerandi leiklut í samfelagnum.
- Landsverkfrøðingurin hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og hann skal eisini framyvir hava ein týðandi leiklut í útbyggingini av vegakervinum. Hann skal standa fyri øllum arbeiðum, tí hann hevur neyðugu vitanina og royndirnar, sigur Høgni Hoydal.
- Tað skal ikki verða ein ideologisk krossferð, at nú skulu privatir arbeiðstakarar gera allar vegir og tunnlar í Føroyum. Slíka meginreglu vilja vit ikki hava, men vit ynskja, at Landsverkfrøðingurin í hvørjum einstøkum førði skal gera ein meting av, um arbeiði skulu bjóðast út.
Høgni Hoydal sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur virksemi ymsastaðni í landinum, og at tað eisini liggur eitt sosialt aspekt í hesum. Tað ætlar Tjóðveldisflokkurin ikki at venda sær frá.