fylgdi. Frásøgn hjá Oddmar Oddmar hjá Pola hevur skrivað eina frásøgn um, hvussu hann mintist henda vanlukkudagin, sum eins væl kundi verið hansara seinasta. Oddmar, sum tá var 10 ára gamal, sigur millum annað [...] verða kokkur við okkum við Ósa. Tá ið vit koma suður um Nesi, er Jens deyður! Vit plagdu altíð sigla innan fyri boðarnar, men hetta kvøldið fóru vit suður á fýrlinjuna. So, høvdu vit farið innan fyri [...] við fastur mínari Petru, og hann sigur við meg og pápa mín, at tað var best, at eg skuldi fara heim og hava Arna við. Nú hevur klokkan verið um 10 um kvøldið, og sigur Juul: “So kanst tú eisini bera mammu
Tá fór Andrew við sum skipari. Porkerisnes var eitt paradís Í fyrra partinum høvdu vit frásøgn hjá Oddmar hjá Pola. Hann leggur afturat: “Mær dámdi sera væl at koma út í Porkerisnes sum drongur, men hendan [...] okkurt afturat frá somu og øðrum keldum. Her kann fyrst nevnast, at keldur eru sum ivast í leiklutinum hjá Esso Søldarfjørð í hesum sorgarleiki. Tær siga, at hesin bátur kom inn eftir fjørðinum aftaná, at [...] um hesa vanlukku við torvbátinum, har hann millum annað skrivaði: ”Eingin veit frá einum at siga” sigur gamalt orðatak, og lagt verður aftrat ”Eingin veit frá fleiri at siga, tá ið eingin av teim ber boðini
hevði verið inni hjá okkum, og hann sigur, at nú er mamma deyð. So hetta vóru syrgilig boð at fáa júst komin at húsum. Eg minnist, at vit settu okkum á ein stein at kúra. Læknin hevði verið hjá mammu, og hann [...] 1933. Sum tað sæst var stutt millum systkini, serliga teimum elstu. Hetta var strævið hjá mammu eins væl og hjá nógvum øðrum konum. Yngstur av okkum er Hilmar, sum er kendur sum lærari, og sum tingmaður [...] umrøddur í Siglingarsøguni hjá Páll Nolsøe. Millum annað var hann skipari á teirri kendu Slanguni, sum mangan brattan fór. Har var hann við í átta ár. Hetta var við Britannia hjá Mortensenmonnunum á Tvøroyri
endan á skipinum. Viðhvørt kundi tað vera hjá aftasta manni og viðhvørt hjá tí fremsta. Tað var ein partur av órættvísinum við sjálvdrátti, at fiskatalið hjá hvørjum einstøkum fiskimanni eisini valdaðist [...] nær landi. Hetta mundi meira vera eitt ávaringarskot. Undan krígnum høvdu verið nógvir trupulleikar hjá føroyingum undir Grønlandi, men hesir vóru loystir tá. Sambandið heim Vit plagdu eisini at vera inni [...] at hetta er hent so nær Kappanum. Vit fóru so at sigla suðureftir. Veðrið var gott. Tá ið vit koma suður um Kappan verður illveður vestaneftir. Vit fingu fleiri skvampar og fleiri av bátunum brotnaðu. Skipið
Manningin undraðist og helt skiparan vera frá sær sjálvum. Men tá sigla teir seg fram á Misletoe hjá Ebbu Müller í Havn. Eitt týskt flogfar hevði skotið eftir Misletoe, sum var illa farin. Ein maður, [...] vóru faðir og sonur Dánjal Pauli átti 9 børn, so nú sat einkja eftir við 8 børnum. Tann gamla mamman hjá Dánjal Paula var eisini í húsinum. Símun var systkinabørn hinar báðar. Hetta var ikki fyrstu ferð, [...] sleppa lagaligari við krøvum frá Skipasýninum. Snurriváð var um hesa tíðina ein vanligur fiskiháttur hjá føroyingum. Tey munnu vera fá sum kenna henda fiskiháttin í dag. Hann verður lýstur í Lademanns Leksikon
vørukoyring síðan 1985, og eg havi altíð havt krana á bilinum, sigur seyðabóndin gjøgnum øll hesi mongu ár. Tað hevur verið nóg mikið at koyrt hjá Leivuri, og hann hevur havt afturvendandi uppgávur og trúfastar [...] familjuni, sigur Leivur á Torkilsheyggi. Hann vísir á, at við stívliga 200 áseyðum tilsamans í trimum hagapørtum er garðurin og tað virksemi, sum hongur uppi í hesum, eitt náttúrligt savningarstað hjá allari [...] vit kunnu siga, at garðurin gjøgnum so mong ár hevur knýtt ættarliðini meira saman, sigur hann. Hagin og seyðurin hjá garðinum liggur í trimum økjum. - Umleið 50 áseyðir eru í Húshaga omanfyri Toftir og
og serliga í Suðuroynni lá væl fyri. Har brúktu vit øgiliga nógv Gudmund, og tað riggaði øgiliga væl. Hini liðini staðfestu tá eisini, at tað var øgiliga torført at fylgja við okkum, sigur Torkil, sum [...] súkklingina sum starv burturav, men hjá mær verður tað heldur eitt sindur av súkkling við síðuna av útbúgvingini. Eg vænti kortini, at tað fer at geva eitt sindur, sigur Torkil, ið hevur fleiri avbjóðingar [...] báðum. So skuldu Gudmundur og Gunnar taka sær av hinum báðum íslendingunum, ið kundu hótt støðuna hjá okkum í liðkappingini. Hevði tamarhald á Á teininum í gjár lá Torkil mestsum alla tíðina eitt petti
kappast verður í á Oyggjaleikum. Torkil vann trygt Hjá unglingum gekk best hjá 14 ára gamla Torkil Veyhe úr Havn. Eisini hann vann ein tryggan sigur, tá hann kom á mál eftir at hava súkklað teir 30 km [...] persónligt ella nýtt føroyskt met. Men hóast góðar umstøður eydnaðist royndin hjá Gunnar Dahl-Olsen ikki at sláa fýra ára gamla metið hjá Rógva Johansen. Men enn eitt meistaraheitið bleiv tað so til, og so mikið [...] størri um ikki vilstur seyður hevði steðgað Gunnari á veg niðan eftir brekkuni við Sundsverkið. Tíðin hjá Gunnari var 43 minuttir og 3 sekund. Triðjur á mál varð Christian Guttesen. Hann kom á mál bert ein
taka tað næstbesta, sigur Torkil í løtuni, hann fær at vita, at hann hevur vunnið silvur. Torkil kom á mál í einum sprinti saman við tveimum øðrum. - Eg haldi, hetta er tann fyrsti sprinturin, eg nakrantíð [...] Torkil Veyhe vann í dag silvur í 100 kilometra súkklingini hjá monnum. Hann kom á mál við tíðini 2:49.40, bert ein triðing av einum sekundi framman fyri nummar trý. Í liðkappingini bleiv tað til eitt fjórða [...] nakrantíð havi vunnið, so tað var deiligt, at tað skuldi verða akkurát í dag, sigur ein fegin Torkil Veyhe. - Vit høvdu planlagt, at eg skuldi fara við í eitt útbrot, meðan Gunnar Dahl Olsen og Bogi Kristiansen
á niðastu hædd í Handilskjarnanum. Men hvat fór at vera av virkseminum hjá Tórgerð Suðuroy, visti hann ikki. - Eg má gevast, sigur Torgerð Suðuroy nú við in.fo. Torgerð Suðuroy hevur havt handil í Hand [...] óheppið. Eg hevði frammanundan ætlað at gevast í ár, men ein ung havnardama skuldi yvirtaka handilin hjá mær, og tað var eg ógvuliga spent um. Tí kom tað øgiliga óvart á meg, tá eg varð ringd upp av Eik, [...] væntað, leggur hon afturat. Nú fer hon at selja tey flestu tingini á útsølu og síðan flyta restina suður til Vágs, har hon hevur eitt gullsmiðverkstað. - Persónliga bilar tað mær ikki so nógv, at eg verði