Torgerð Suðuroy blakað úr Handilskjarnanum

Í morgun váttaði Niels Mortensen, stjóri í SMS, at Mylnan skal flyta inn á niðastu hædd í Handilskjarnanum. Men hvat fór at vera av virkseminum hjá Tórgerð Suðuroy, visti hann ikki.

 

 

- Eg má gevast, sigur Torgerð Suðuroy nú við in.fo. Torgerð Suðuroy hevur havt handil í Handilskjarnanum seinastu fimm árini. Her hevur hon selt kongaligt stell og aðrar antikkar vørur.

 

 

- Tað er forferdiliga óheppið. Eg hevði frammanundan ætlað at gevast í ár, men ein ung havnardama skuldi yvirtaka handilin hjá mær, og tað var eg ógvuliga spent um. Tí kom tað øgiliga óvart á meg, tá eg varð ringd upp av Eik, sum boðaði frá, at eg var uppsøgd frá 1. juni 2016, fortelur Torgerð Suðuroy.

 

 

- Eg havi gott nokk varnast, at menn frá SMS hava fingið her í bygninginum, men at eg fór at verða uppsøgd, hevði eg ikki væntað, leggur hon afturat.

 

 

Nú fer hon at selja tey flestu tingini á útsølu og síðan flyta restina suður til Vágs, har hon hevur eitt gullsmiðverkstað.

 

 

- Persónliga bilar tað mær ikki so nógv, at eg verði blakað úr Handilskjarnanum, tí eg havi leingi longst eftir at arbeiða í gullsmiðjuni aftur. Men eg harmist um at handilin ikki sleppur at halda fram. Og eg harmist eisini serliga um handilslívið í Havn, sum verður alsamt ávirkað av stóru eigarunum, sigur Torgerð Suðuroy.

 

 

Hon fortelur, at umframt at hon sjálv er uppsøgd, eru eisini Guðrun og Guðrun uppsagdar. Tær hava brúkt aðru hædd í Handilskjarnanum sum goymslu.