Torkil stóri sigursharrin

Súkkling Aftur í ár gjørdist Torkil Veyhe stóri sigursharrin í Statoil Kring Føroyar, tí umframt at hann vann einstaklingakappingina, megnaði hann saman við Gudmundi Joensen og Gunnari Dahl-Olsen eisini at vinna liðkappingina

Tað var í Suðuroynni, at Torkil Veyhe gjørdi tann stóra vørrin, ið tryggjaði honum samlaða sigurin í ársins útgávu av súkklukappingini, Statoil Kring Føroyar, ið endaði í gjár. Tá megnaði hann at vinna, hóast hann hevði tikið fleiri hørð tørn á leiðini, umframt at hann eis­ini punkteraði.
Men hóast Torkil vísti stórform, var hann í gjár ikki bangin fyri, at geva liðfeløgunum ein part av heiðr­inum. Saman við Gudmundi Joensen og Gunnari Dahl-Olsen mann­aði Torkil liðið Team PE, sum vann liðkappingina.
– Bæði Gudmundur og Gunnar hava verið sera góð hjálp, og serliga í Suður­oynni lá væl fyri. Har brúktu vit øgiliga nógv Gudmund, og tað riggaði øgiliga væl. Hini liðini staðfestu tá eisini, at tað var øgiliga torført at fylgja við okkum, sigur Torkil, sum saktans kundi liva við, at hann ikki fekk sigurin á teininum í gjár, tí tað ráddi meira um at vinna samanlagt.
– Tað er sjálvandi altíð stuttligt at vinna í Havn, men í dag ráddi eisini um at vera realistiskur, tí eg hevði ikki kreftir til at taka teir aftur, sum vóru farnir undan. Eg sat saman við Hafsteinni Ægir Geirsson og Kristian Gosvig, so eg skuldi bara fylgja við teimum báðum. So skuldu Gudmundur og Gunnar taka sær av hinum báðum íslendingunum, ið kundu hótt støðuna hjá okkum í liðkappingini.

Hevði tamarhald á
Á teininum í gjár lá Torkil mestsum alla tíðina eitt petti aftan fyri teir fimm, ið stungu av í Saksunardali, men hann valdi ikki at fara eftir teimum beinanvegin, tí hann var meira upptikin av teimum, ið vóru saman við honum.
– Eg skuldi ansa eftir Gosvig og Hafsteinni, tí teir kundu gerast ein hóttan. Leingi vóru ikki tey stóru álopini, tí tað tóktist, sum allir bíð­aðu, til Oyggjarvegurin kom. Tá legði eg meg bara sjálvur á odda, so eg kundi hava tamarhald á støðuni, og tá eg so var sloppin frá teimum báð­um kappingarneytunum, royndi at at fáa hinar fimm frammanfyri aft­ur, men tað gekk ikki, sigur Torkil, ið helt tað vera eitt sindur tor­ført at súkkla í gjár, tí sýnið var so vána­ligt.
– Tað var ringt sýni tað nógva av teininum. Oman í Mjørkadal, har ferðin gjarna kann verða nógv, sá eg ikki nógv meira enn fimm metr­ar fram um nøsina, so sjálvt um eg kenni vegin og svingini, kundi eg ikki bara storma avstað, tí sýnið var ikki til tað.
Flytur niður
Eftir summarfrítíðina flytur Torkil Veyhe til Danmarkar, har hann fer at lesa, men hann ætlar sær kort­ini ikki at sleppa súkklingini. Tvørtur­ímóti sær hann møguleikar í at súkkla niðri, sum hann kanska ikki hevur í Føroyum.
– Skalt tú gera teg galdandi í teimum stóru kappingunum, mást tú hava súkklingina sum starv burtur­av, men hjá mær verður tað heldur eitt sindur av súkkling við síð­una av útbúgvingini. Eg vænti kort­ini, at tað fer at geva eitt sindur, sigur Torkil, ið hevur fleiri av­bjóðingar fyri framman.
– Tann størsta her og nú verður at kappast á Oyggjaleikunum á Isle of Wight komandi summar, og so ætli eg mær sjálvandi eisini næsta ár at royna at vinna Statoil Kring Før­oyar fyri triðju ferð.