bakkinum. Sum, hálvleikurin leið, byrjaði kyndilsverjan at fáa betri fatur á Heina, soleðis at verjan rullaði við, tá hann skuldi spælast upp til skot. Verri var statt hinumegin, og satt at siga gjørdi Áki [...] Áki júst sum honum lysti. Skotini brakaðu avstað, og Lars kundi ikki gera tað stóra fyri at verja meskararnar aftan fyri seg. Ivaleyst hildu neistaviðhaldsfólkini, at sigurin var so at siga vísur, og tá [...] ferð, og neyvan seinastu ferð, at teir báðir verða mansvardir, og tískil skuldi ein trúð, at liðið var fyrireikað upp á, at henda støðan tók seg upp. Tað, sum hendi, var tó, at als einki hendi. Neistin fekk
stýring. Til tess, at fremja hesa stýring, er neyðugt at onkur myndugleiki hevur lógarheimild. Tí er neyðugt við serstakari lóggávu á loftmiðlaøkinum. Lógin er ikki um tøkni Tað løgna er, at Løgtingslóg nr [...] føroyskum framleiðara. Ein onnur treyt er, at loftmiðlanevndin skal hava útskrift av sendiskránni einaferð um mánaðin. Sum treyt fyri yvirhøvur at fáa loyvi er ásett, at umsøkjarin, yvirfyri loftmiðlanevndini [...] ljóðar soleiðis: ?Øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og at bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheft av landamarki
Føroya á vitjan, nýtti hann fleiri ferðir høvi til at vísa á at This is just the most beautiful place in the world . Hann fór enntá so langt sum at siga, at hann mátti finna sær eini hús í Føroyum. Og hetta [...] hetta eru menn, sum spæla tónleik burturav. Ljóðførini klingaðu sera væl saman, og man kendi á sær, at teir eru í sera góðari venjing. Teir framførdu sum ein bólkur, sum dregur eina tónlistarliga línu, og [...] Framman fyri pallin tyrptust fólk fyri at sleppa so tætt sum gjørligt. Tað var eyðsæð, at Michael Tait var ein serstakliga vælumtóktur maður millum tey vitjandi á Fjarðafestivalinum. Har var ein øðiligur
gjørt eina roynd at svara vegna JFK-samtakið. Eg síggi nú, at svarið frá Høgna er um at koma. Út frá tí, sum eg dugi at lesa, líkist hansara svar ikki nógv mínum. Tað sum er serliga løgið er at Høgni brúkar [...] nøkulunda til tað, sum Sjúrarberg hevur fiskað. Tað, sum politikarar eftir mínum tykki hava ilt við at skilja er, at tað ikki ber til at eiga skip við tí endamáli at fiska kvotur, sum verða keyptar á u [...] vænta fer at eydnast komandi árini. Fyri tað fyrsta kann væntast, at prísurin fer at verða ov høgur, og fyri tað næsta hava vit hoyrt landsstýrismannin siga, at hann til komandi uppboðssølu ætlar at royna
fakinum, at reka skip. Og tá tú dumpar, so eigur tú at fara upp aftur til próvtøku ella at gevast. Ímeðan, so eiga vit enn fiskifør, sum lættliga kunnu fiska allan tann fiskin, sum okkum er loyvt at fiska [...] bíligari í skatti. Tað vil siga, at peningur átti at verið tøkur til at endurnýggja vinnutóli, tá hetta einaferð gerst gamalt, dýrt í rakstri og óeffektivt. Tað er altíð lætt at vera bakklókur og vit mugu [...] tann, sum byggir húsini veit, at størri lut hann sjálvur eigur í keypsprísinum, tess lættari verður at svara rentur og avdrøg og tess meira skuldi verið eftir av lønini at liva fyri. Tað sama átti at verið
ikki bara sum at siga tað, at fáa hesa verkætlan upp at standa. Njál Djurhuus gjørdi eitt risaarbeiði við at fáa leikararnar at møta upp, væl fyri og klárar at fara undir dagsins dont. Tað, at leikararnir [...] fyri, merkti, at upptøkudagurin ikki gjørdist drúgvari enn 14 tímar. Og tá kvøldið kom, var hjá Njáli Djurhuus at fara út at leita eftir leikarunum, sum skuldu verða við næsta dag. Lívið er, sum knappastoyparin [...] okkum øllum í tann mun, at vit øll hava lyndi til at liva uppá eina lívslygn. Eisini misnýtarar, sum í rúsinum halda seg vera heimsmeistarar og verða í øðini, um onkur hevur at teirra atburði, segði Njál
Populisma og undanførðsla, Annika Olsen Jú Annika Olsen. At boða frá at tú fert at leggja uppskot fyri tingið á Ólavsøku, sum vil gera tað ólóligt at borgarstjórar kunna sita á Tingið, er onki annað enn populisma [...] eg forsprákari fyri, at allar Føroyar skulu hava nakað at siga. Tað er betri fyri fólkaræði, okkara mentan og ikki minst, fyri allar vælferðatænastur eitt land sum okkara eigur at veita. Vísi aftur til [...] fólkaræðinum, sum tað er at avmarka hvør kann koma inn á Løgting. Nú Sosialurin hevur viðgjørt lønirnar hjá borgarstjórum á Tingið, er lagamanni at skorða nøkur bílig stig til komandi val, samstundis sum ivið verður
Má siga sum er, at eg hugsaði mítt, tá ið eg varð boðin ein túr til Íslands eitt vikuskifti. Einsamøll. Hvat ólukkan skal ein 23 ára gomul kvinna gera einsamøll í Reykjavík, har hon so at siga ikki kennir [...] frakka, hevur eitt vakurt turriklæði og grátt hár, sum er savnað í einum toppi. Eg má hyggja tvær ferðir; jú, tað veit denn, at tað er Malla, sum plagar at vera og vitja Sólrun fastur hvørt summar á ólavssøku [...] sindur hørm um, at eg ikki havi ráð til at keypa eina vakra íslendska troyggju, sum hongur í handlinum. Komin aftur til Reykjavíkar, fara vit trý út at eta á eini fínari matstovu, sum liggur mitt í býnum
føroyingar duga so illa at virðismeta teirra land. Føroyar eru fantastiskar.” Men sum skilst, so er tað ikki bara sum at siga tað hjá einum jøda at ferðast higar. Hann er noyddur til at taka allan matin við [...] bert ein kopp av kaffi. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at vera jødi, tá ið tað kemur til mat. Til dømis er alt, sum er av grísi “ólógligt” at eta. Harafturat skal alt annað kjøt slaktast á ein [...] frá tí. Følir man, at hetta er ein møguleiki verdur at royna, so kann avtala gerast at møtast aftur. Um tað ikki spyrst nakað burturúr, hendur ikki meira. Tá er tað einki, sum eitur at skriva hvørjum øðrum
haldi, at tað er rætt at royna, hóast eg eri ung og hóast mamma mín helt, at eg átti at bíða. Hon heldur, at tað kanska fer at skaða mína framtíð. Soleiðis hugsi eg als ikki. Eg veit, at eg fari at arbeiða [...] eisini kvinnur, sum ikki halda, at tað er skilagott av henni at stilla upp. - Nógv geva mær eitt herðaklapp fyri at royna, men fleiri tilkomnar kvinnur hava sagt mær, at tær halda, at kvinnur ikki skulu [...] sjálvum. Skeiðsvirksemi er ein máti at eggja kvinnurnar til at gerast virknar, heldur Eydna. - At skipa fyri taliskeiði fyri kvinnur, soleiðis at tær hava eina grund at byggja á, er eitt gott hugskot. S