Lækni, stjóri, løgreglufólk, reiðari, vinnurekandi, kommunuskrivari, fíggjarfólk o.s.fr, og løgtingsfólk er ok. Men ikki borgarstjóri og løgtingsfólk. Hví? Populisma og undanførðsla, Annika Olsen
Jú Annika Olsen. At boða frá at tú fert at leggja uppskot fyri tingið á Ólavsøku, sum vil gera tað ólóligt at borgarstjórar kunna sita á Tingið, er onki annað enn populisma og undanførsla fyri okkurt annað.
Meðan samgongan ikki kann viðgerða sínar egnu samsýningar herundir eisini sína egnum eftirløn, sum bert er ein spurningur um eina tekniska broyting, tí tað stundar til val, kann man uttan at himprast boða frá beint undan valið, at man vil broyta nøkur grundleggjandi viðurskfitir í fólkaræðinum, sum tað er at avmarka hvør kann koma inn á Løgting.
Nú Sosialurin hevur viðgjørt lønirnar hjá borgarstjórum á Tingið, er lagamanni at skorða nøkur bílig stig til komandi val, samstundis sum ivið verður sáddur um førleikan hjá borgarstjórum at røkja tær komunalu uppgávurnar.
Eg kann eisini líka viðmerkja her, at á in.fo stendur, at Tingið hevur havt uml. 80 fundir umframt nevndarfundir hetta seinasta árið. Hesir fundir hava verið í uml. 400 tímar tilsamans. Tað svarar til uml. 20% av einum vanligum arbeiðsárið. So kannónin kundi kanska verið vend móti Løgtinginum, og ikki borgarstjórunum, tá huggas verður um lønarspurningin.
Eg vil eisini vísa á, at tað er beinleiðis er skeivt fólkaræðisliga, at broyta lóggávuna fyri ein einstaka bólk í samfelagnum, soleiðis at hann ikki kann taka sæti á Tingið. Um man ikki ynskir at borgarstjórar skulu sita á Tingið, so eigur man sjálvandi at gera eina generella lógarbroyting, sum er galdandi fyri allar starvsbólkar, og teirra valbærið, og ikki bert borgarstjórar.
Sum er, so eru borgarstjórar nógv meira avmarkaðir í sínum møguleikum, enn mest sum øll onnur í Føroyum.
Er lønin ein trupulleiki, so eigur hon sjálvandi at vera regulera fyri allar løgtingslimir, og ikki bert borgarstjórar.
Annars er vanligt at borgarstjórar sita í parlamentum rundanum okkum, er mær fortalt. Í hvussu so er í Danmark. Eisini er borgarstjórin í London júst valdur í parlamenti har.
Undanførsla
Landsstýriskvinnan hevur ongatíð fjalt sína hugsan um kommunugeiran í Føroyum. Hon hevur mangan ført fram, at tað eiga at vera nógv færri kommunur í Føroyum, enn tað eru í dag. Helst ikki fleiri enn 7. Tað er ein erlig og fult lóglig meining. Tað er helst eisini orsøkin til, at hon í D&V førdi fram, at tá borgarstjórar sita á Tingið, so kunna teir koma í eina støðu, har teir skulu taka støðu til nøkur mótstríðandi áhugamál. Tað er ein bági fyri tríbýtta valdi, sbrt. henni. Hvat er mótstríðandi áhgamál? Skal Føroya Løgting ikki hoyra allar samfelagsbólkar í sínum lógararbeiði? Sjálvandi skulu borgarstjórar lýsa og arbeiða fyri sínum sjónarmiðum, tá talan er um m.a. kommunur og lokal økir í Føroyum. Teir virka og eru dagliga úti um í landinum. So teir hava avgjørt eina nógv betri fatan av hvat rørir seg uttanfyri Havnina, enn onkur annar. Tað er fólkaræði. At køva ella kippa røddina hjá lokalumboðunum, við so bíligum grundgevingum sum løn og arbeiðsbyra, er ikki fólkaræði. Tað líkist meira einaræði, enn nakað annað.
Tá tað ikki hevur eydnast landsstýrðiskvinnuni at fáa hennara kommunureform í gjøgnum á ein fólkaræðisligan hátt, so vera aðrar snildir nýttar. Føroya fólk segði greitt nei, og tað er ein beiskur bitið at svøgja hjá landsstýriskvinnuni. Tí hevur hon eisini meira enn einaferð hótt vit at leggja kommunurnar saman við lóg. Beint ímóti fólksins vilja. Til alla lukku, so hevur tað eftir øllum at døma, ikki eydnast at sannført løgtingið um hetta, og kanska hava borgarstjóranir á Tingið, og kommunurnar annars, havt ein leiklut í tí.
So fyri at taka samanum, so meti eg at ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at tveita borgarstjóranar út úr Tinginum, vera eina populistiska ætlan, nú lønirnar hjá teimum hava verið í fokus. Ein populistisk ætlan, tí hon við hesari útsøgnini kanska kann skorða nøkur bílig stig, nú val stundar til.
í øðrum lagið, so er hetta ein liður í at avmontera mótstøðuna, so landsstýriskvinnan kann ganga ímóti fólksins vilja, og leggja kommunurnar saman við lóg. Og á tann hátt, leggja vegin til, at øll makt og ávirkan í Føroyum, verður sentralisera í Tórshavn.
Eg eri sera glaður fyri og góður við okkara høvuðsstað Tórshavn. Lat ongan iva vera um tað. Men grundleggjandi eri eg forsprákari fyri, at allar Føroyar skulu hava nakað at siga. Tað er betri fyri fólkaræði, okkara mentan og ikki minst, fyri allar vælferðatænastur eitt land sum okkara eigur at veita. Vísi aftur til samanberingna av Sveis og Danmark, sum eg vísti á í fyrra lesarabrævinum um hetta evnið.
Jóhan Christiansen,
borgarstjóri










