Tait gjørdi sína skyldu

Høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum var avgjørt vert at bíða eftir. Við eini top-professionellari framførslu, bergtók bólkurin Tait eina takksama fjøld. Tait spældi eina brakandi góða konsert.

Framman fyri pallin tyrptust fólk fyri at sleppa so tætt sum gjørligt. Tað var eyðsæð, at Michael Tait var ein serstakliga vælumtóktur maður millum tey vitjandi á Fjarðafestivalinum. Har var ein øðiligur spenningur í luftini, men hesin spenningur bleiv onkursvegna doyvdur av teimum tónleikarum, sum vóru á pallinum og gjørdu ljóðroynd. Tónleikararnir spældu onkur brot av onkrum Tait lagið, og fólkið byrjaði beinanvegin at syngja og dansa við. This is just a soundcheck, søgdu teir, og fóru spakuliga av pallinum aftur.
Klokkan fór av 22, og fólkið ótolnaðist nakað. Men so kom Heini Lützen á pallin (hann var frásøgumaður leygarkvøldið), og so var alt aftur á gosið. Men Heini greiddi frá, at eitthvørt tøkniligt manglaði, og ein hýruvognur var á veg úr Klaksvík við teimum seinastu lutunum. Sostatt fekk Norðoyartunnilin eisini ein avgerandi leiklut á Fjarðafestivalinum. Fólkið treiv í felagssang. Syng Hosianna rungaði um vøllin uttanfyri Kelduna, og var hetta eitt stuttligt innslag hjá okkum sum eygleiddu.
Ein lítlan hálvan tíma seinkaður, kom bólkurin Tait á pallin. Og nú merktist veruliga, at Tait hevur nógvar fjepparar í Føroyum. Eini 1500 fólk brustu út í gleðisróp, og tónleikararnir í Tait tóktust ovfarnir av hesi heitu móttøku. Nú var klárt at fara í gongd!
Dugnaligir tónleikarar
Teir løgdu út við einum coverlagið. Rock Down To Electic Avenue rungaði um øki, og tú kundi ikki annað enn at rokka við teimum. Tú merkti beinanvegin at hetta eru menn, sum spæla tónleik burturav. Ljóðførini klingaðu sera væl saman, og man kendi á sær, at teir eru í sera góðari venjing. Teir framførdu sum ein bólkur, sum dregur eina tónlistarliga línu, og var hetta ein fragd at lurta eftir.        
Teir einstøku tónleikararnir spældu eisini sera væl. Um nakar skal dragast framum, so má tað vera trummuleikarin. Hann spældi so forbiðið hart og kontant, og so var hann eisini sera teatralskur í síni framførslu. Framførslan var líka so nógv kropslig, sum hon var tónlistarlig. Michael Tait greiddi eisini frá, at stóra blaðið Modern Drummer, fyri stuttum hevði havt eina grein um trummuleikarin, og hetta sigur ikki so lítið.  
Og vit sleppa ikki uttanum, at oddamaðurin er ein sera gávuríkur sangari. Hansara sangháttur er kanska torførur at seta í bás. Tú hómar reggae, tú hómar soul, tú hómar etniskt afrikanskt ræddar brúk, men mest av øllum hómar tú eina rúgvu av rokki í røddini. Hann er ein heilt egin sangari, hvørs líka eg ikki havi hoyrt.
Eisini er hann óførur at lýða á. Hann er sera lívligur á pallinum, og tykist at hava hópin av yvirskoti. Hann dugur væl at bera framførsluna, og áhoyrarin kennir seg í tryggum hondum alla tíðina. Eisini var hann dugnaligur at greiða frá millum løgini, hvagar framførslan nú fór.  
Kristin rokkur
Tónleikurin hjá Tait er harður nútímans gospel rokkur. Onkuntíð spældu teir eisini reggae, men samanumtikið haldi eg, at vit rópa sjangruna fyri rokktónleik. Í onkrum lagið hoyrdi tú, at tónleikarirnir hava fingið íblástur frá írska super-bólkinum U2. Tað tekstliga innihaldi ber sjálvsagt brá av teirra samband við Guð. 
Hóast Tait er vælumtóktur her á landið, so var allarmest lív í, tá ið teir spældu eitt gamalt DC Talk lag. Tá kókaði alt á økinum, og fólkið sang óført við. Sjálvur kennist eg ikki við hetta lag, men tað var eyðsæð, at DC Talk ikki eru farnir í gloymibókina, hóast teir ikki spæla saman longur.
Sangarin, Michael Tait, gjørdi eisini sína skyldu á aðrar mátar. Sum allir útlendskir tónleikarar sum koma til Føroya á vitjan, nýtti hann fleiri ferðir høvi til at vísa á at This is just the most beautiful place in the world. Hann fór enntá so langt sum at siga, at hann mátti finna sær eini hús í Føroyum. Og hetta dámdi áhoyrarunum sera væl. Would you mind having me as your neighbour?, og fólkið geylaði aftur: Nooooo!. Michael Tait var ikki tann vanliga ímyndin av eini rokkstjørnu. Hann var sera dámligur og prátingarsamur, og ikki minst var hann eyðmjúkur og takksamur fyri at spæla her á klettunum.
Tyngdarlógin sett til viks
Tait spældi eina sannførandi konsert. Konsertin vardi í ein góðan tíma, og hóast fólkið ikki kendist við øll løgini, so vóru tey alla tíð við uppá framførsluna. Aftaná seinasta lagið takkaðu teir fyri seg, og fóru av pallinum. Men fólkið vildi hava meir. Og tað fingu tey.
Teir komu út aftur og spældu eina alternativa, harða útseting av DC Talk klassikaranum Jesus Freak, og nú var alt á gosið. Hetta var júst lagið, sum fólk høvdu bíða eftir, og nú tóktist tyngdarlógin fullkomiliga at missa tamarhaldi á teimum hoppandi áhoyrarunum. Feitt!
Tait var uttan iva tónlistarliga hæddarpunktið á Fjarðafestivalinum 2006.