- Eg vil vísa, at tá saman um kemur, er ongin munur á einum bumsi á gøtuni og einum millióningi í fínum klædningi. Í síðsta enda eru vit øll bara menniskju.
Soleiðis segði Njál Djurhuus í samrøðu við Onnu Ellingsgaard í mars 2008, tá filmurin, Gatas Gynt, stóð beint framman fyri sínari frumsýning. Og filmurin er komin langan veg, síðani fyrstu veiku tankarnir byrjaðu at næla í høvdunum á Njáli Djurhuus og leikstjóranum, Hallvor Bræin.
- Ja, vit hittust á einari kafe mitt inni í Oslo, og har spratt tankin um at gera ein film um gøtubúgvarnar í Oslo, sigur Njál Djurhuus.
- Lívslygnirnar, sum vit øll liva við, eru truplar at síggja, um tú bara livir eitt lív í kulissum. Lívið á gøtuni er kulissuleyst, og tað ger tey heimleysu á gøtuni so sera vælegnað at tulka leiklutirnar, sigur Hallvor Bræin við heimasíðuna hjá norska Frelsunarherinum.
Men tað var ikki bara sum at siga tað, at fáa hesa verkætlan upp at standa. Njál Djurhuus gjørdi eitt risaarbeiði við at fáa leikararnar at møta upp, væl fyri og klárar at fara undir dagsins dont. Tað, at leikararnir vóru so væl fyri, merkti, at upptøkudagurin ikki gjørdist drúgvari enn 14 tímar. Og tá kvøldið kom, var hjá Njáli Djurhuus at fara út at leita eftir leikarunum, sum skuldu verða við næsta dag.
Lívið er, sum knappastoyparin segði við Per Gynt, og sum Njál Djurhuus eisini endurtók í samrøðuni við Onnu Ellingsgaard, at:
»Tú var kosin at verða skínandi knappurin í heimsvestinum, men stroppurin slitnaði, og tí skal tú í kassan við vrakaðum knappum«.
- Vit uppliva øll, at stroppurin slitnar, og vit falla. Fyri nøkur er tað skjótt at enda í avgrundini, meðan onnur hava eitt netverk, sum fangar tey. Tað eru smáir marginalir, sum gera munin, heldur Njál Djurhuus.
Til Hollywood
Filmurin varð frumsýndur á Youngstorget í Oslo 13. mars í fjør. Og sum tað sømdi seg, hendi hetta uttandura – á gøtustøði.
Hetta var eitt stemningsfult kvøld, og áskoðararnir vóru setstir millum bál í tunnum framman fyri risastóra løriftið. Til staðar var eisini Haraldur kongur av Noregi, sum heilsaði upp á leikararnar og rósti teimum fyri framúr avrik.
Filmurin var síðani vístur tvær ferðir um páskirnar á NRK, og nú altso eisini á Scandinavian Film Festival í Los Angeles. Hann var vístur 10. januar á festivalinum, sum vardi eina viku. Handan festivalin stendur American Scandinavian Foundation, og sýningarnar fóru fram í Writers Guild Cinema í Beverly Hills.
Gatas Gynt byggir á 5. part av kenda leikinum Per Gynt, hjá minst líka kenda rithøvundanum, Henrik Ibsen.
- Tað býr ein Peer Gynt í okkum øllum í tann mun, at vit øll hava lyndi til at liva uppá eina lívslygn. Eisini misnýtarar, sum í rúsinum halda seg vera heimsmeistarar og verða í øðini, um onkur hevur at teirra atburði, segði Njál Djurhuus við Annu Ellingsgaard í mars.
Og heilt ítøkiliga er filmurin eisini ein roynd at fáa gøtufólkini at hyggja kritiskt eftir sær sjálvum. Tí er filmurin kliptur saman av brotum, har gøtubørnini spæla 5. part av Peer Gynt og síðani brotum, har tey gera viðmerkingar til atburðin hjá Peer Gynt og harvið hjá sær sjálvum.
Væl móttikin
Gatas Gynt varð sum nevnt sýndur á Scandinavian Film Festival í Beverly Hills í Los Angeles, og hóast ummælini ikki enn liggja greið – tað ganga sum regul tvær til triggjar vikur – so skilja fyrireikararnir á øllum brøgdum, at góð ummæli eru á veg.
- Longu tá tað frættist, at filmurin skuldi vísast í Los Angeles, ringdu journalistar at fregnast um filmin, og teir vóru ovfarnir tá teir frættu, at hetta vóru heimleysir rúsmisnýtarar, sum høvdu so at siga allar leiklutirnar. Teir fataðu slett ikki, at hetta kundi lata seg gera, sigur Njál Djurhuus.
Men eisini stigtakararnir sjálvir, Njál Djurhuus og Hallvor Bræin, vóru ovfarnir av, hvussu nógvan heiður og viðurkenning filmurin og leikararnir hava fingið.
Tá greitt var, at Gatas Gynt var úttikin til at verða við á 10. Scandinavian Film Festival í Los Angeles, segði Hallvor Bræin soleiðis í einum teldubrævi til Njál Djurhuus:
»Fikk nettopp beskjed om at GATAS GYNT er tatt ut til 10th Scandinavian Film Fest i Los Angeles. Den skal vises som åpningsfilm og er i godt selskap med få utvalgte filmer fra hele Skandinavia av blant andre Lars von Trier og Jan Troell. Begivenheten er førstkommende lørdag i Beverly Hills. Tenk så moro! Filmen vi sammen har laget har kommet til HOLLYWOOD«!
Hetta er so fyribils hæddarpunktið av framgongdini, sum hesin hugvekjandi filmurin havt, síðani frumsýningina 13. mars í fjør.
Og føroyingar hava eisini havt møguleikan at sæð hendan filmin, tí hann var sýndur í Sjónleikarhúsinum 2. juni í fjør, tá eisini leikstjórin, Hallvor Bræin, og Njál Djurhuus vóru við í Føroyum, og millum annað luttóku á einum panelfundi um filmin og um arbeiðið millum heimleys í Oslo.
Víða um
Um filmin annars sigur Hallvor Bræin í teldupostinum til Njál Djurhuus:
»Gatas Gynt har vært en stor opplevelse.
- Kosmorama Filmfestival i Trondheim.
- Visningen med Kongen på Youngstorget.
- To visninger på NRK.
- Kinovisninger.
- Visninger og veldig fint opplegg på Færøyene.
- Visning og gjesteopptreden på Peer Gynt festivalen på Gålå.
- Visning og flott opplegg med overnatting på Beitostølen.
- Filmen ble invitert til, og vist i Lübeck internasjonale filmfestival.
- Det fantastiske opplegget med NAV (svarar til føroyska Almannamálaráðið)der vi hadde visninger og innlegg med Egil, Morten, og Synnøve. Tilbakemeldingene fra deltagerne var gjennomgående veldig bra!
- At Gatas Gynt fikk så mye oppmerksomhet i NRKs program om Kongehusets program i 2008 var veldig flott. Det at Gatas Gynt ble fremhevet, og at Kongen fremhevet vår tolkning som en orginal og trolig riktigere versjon av Ibsens tekst, enn hans tidligere opplevelser av Peer Gynt som en fyllik.
Her møtte han en Peer Gynt han trodde på«!
Og norski kongurin hevur sýnt, ikki bert filminum, men eisini øllum tí stóra arbeiði, sum Frelsunarherurin í Noregi ger millum tey heimleysu í Oslo, sera stóran áhuga.
Men fyri at taka saman um: Gatas Gynt hevur higartil megnað at koma heilt til Hollywood – og so er spurningurin, hvat er størri enn tað.
Filmurin kostaði 4,7 milliónir at framleiða, og Njál Djurhuus sigur, at teir hava klára at svara hvørjum sítt.