Føroyski fiskiflotin er gamal. Fleiri skip nærkast teimum fýrati og sum náttúrligt er, so eru røddir frammi nú um at endurnýggja fiskiflotan. Hesar reglur eru skrivaðar, tí undirritaði ikki rættuliga skilir, at tað skal verða ein almenn uppgáva at endurnýggja fiskiflotan.
Úti í heimi, í londum, har fríu marknaðarkreftirnar veruliga ráða, er vanligt, tá ein íløga, eftir tey fyrstu soltnu árini, spakuliga fer at geva avlop, at tá verður partur av vinninginum lagdur burtur til nýíløgur at endurnýggja vinnutólið, tá tað einaferð gerst ov gamalt og nyttuleyst.
Lógin er eisini skikkað soleiðis, at tú kann avskriva ein part av virðinum um árið í einum vinnutóli og soleiðis sleppir tú bíligari í skatti. Tað vil siga, at peningur átti at verið tøkur til at endurnýggja vinnutóli, tá hetta einaferð gerst gamalt, dýrt í rakstri og óeffektivt.
Tað er altíð lætt at vera bakklókur og vit mugu ansa okkum ikki at válka okkum í eftirrationalisering. Hyggja vit eftir fittum parti av fiskiflotanum í dag, so hevur hesin verið til alla mína tíð og eg eri 42 ára gamal. Stállínubátarnir, sum komu til landið seinast í fimti og gjøgnum øll sekstiárini, hava nógvar ferðir rindað seg sjálvan aftur. Tað átti at verið peningur til at bygt nýggj skip, uttan at landið skal blandast uppí. Um eigararnir ikki høvdu verið so sjálvsóknir, og bara lagt til síðis til seg sjálvar á konto í Sveits ella í fastar ognir í Føroyum, so hevði almennur studningur ikki komið uppá tal til endurnýgging av fiskiflotanum.
Tað verður sagt, at ein og hvørt fíggjarligt húsarhald, líka mikið hvussu stór tað er, kann samametast við vanliga húsarhaldið. Ein stórur ársrokniskapur er samansettur av túsundtals smærri, ein fyri hvørja konto og tí skuldu somu reglur at verið galdandi fyri eitt vinnutól, sum fyri reiðinskapin hjá einum vanligur húsarhaldi.
Tá eini hjún byggja hús, so veitir peningastovnurin fígging upp til 90 prosent av keypsprísinum. Men tann, sum byggir húsini veit, at størri lut hann sjálvur eigur í keypsprísinum, tess lættari verður at svara rentur og avdrøg og tess meira skuldi verið eftir av lønini at liva fyri.
Tað sama átti at verið galdandi fyri skip. Meira eigarin setir í skipið, styttri tíð gongur til skipið gevur avlop. Úti í heimi er als ikki óvanligt, at tú rindar eini 20-30 prosent av tí eitt vinnutól kostar beinanvegin og tá er munandi lættari at reka, enn føroysku olmussuprojektini, sum akkurát hóra undan, líka mikið hvussu høgur prísurin er og hvussu nógv tey fiska.
Tá tú keypir ein bil, so kann tú ikki rokna við, at um eini 10 ár, so kemur ein lóg um endurnýggjan av føroysku bilparkini. Bilurin minkar í virði fyri hvørt ár og tú verður antin noyddur at leggja til síðis til ein nýggjan bil, ella taka tung lán. Hetta eru treytirnar.
Vit fingu ein rimmar smekk í 1992. Fiskurin rímdi og at kalla alt okkara livigrundarlag var horvið eftir fáum mánaðum. Var vinnan rikin eftir grundsjónarmiðunum fyri fríum marknaðarkreftum, so átti hon at staðið ímóti hesum bakkasti í eina tíð. Men vinnan var sjúk um hetta mundið. Sjálvbjargni var lammað av alskyns studningsveitingum, sum tók eina og hvørja ábyrgd frá eigaranum av vinnutólinum. Tær annars so stoltu traditiónirnar, sum eyðkenna kaptalistin, sjálvbjargni, at standa á egnum beinum, vóru syndraðar at av eyðmýkjandi biddaragongu í landskassan. Reiðarin var vorðin biddari og hugsaði meira um hvussu kundi roynast eftir almennum pengum, enn at vinnutólið, skipið kundi geva fíggjarligt avkast við erligum sveitta og dygdargóðum søluarbeiði fyri fiskin úti í heimi. Flytingi av peningi innan vinnuna, afturbering av peningi úr landskassanum til skipini køvdi alt reiðiligt fyritaksemi.
Skelkurin frá 1992 eigur at sita í okkum enn. Men tað ger hann tíverri ikki. Formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein, hevur einki lært. Hann vil hava landskassan enn meira upp í endurnýggingina av fiskiflotanum, enn varliga uppskot javnaðarflokksins, sum átti at verið fullkomiliga óneyuðugt, var skomm skabt í okkara vinnulívsmonnum. Vit eiga at venda studninginum bakið, einaferð med alla. Hava góðu fiskiárini seinastu árini og tann ovurhonds høgi fiskiprísur ikki givið avkast til nýíløgur til nýggj fiskifør, so hava reiðararnir dumpa í fakinum, at reka skip. Og tá tú dumpar, so eigur tú at fara upp aftur til próvtøku ella at gevast.
Ímeðan, so eiga vit enn fiskifør, sum lættliga kunnu fiska allan tann fiskin, sum okkum er loyvt at fiska undir Føroyum og væl meira enn tað. Lad gå, tað vantar kanska onkur leðursofa á brúnni og í salongunum, men skipini eru livilig og tey kunnu brúkast nøkur ár afturat.
Jústinus Eidesgaard