stigum. Letland hevur 12 stig. Í síðsta umfari hittast hesi bæði liðini í Letlandi 7. september. Sama dag spæla Russland og Rumenia í Sankta Pætursborg. Rumenia hevur 24 stig, og Russland hevur 21 stig. Aftast
nøkrum góðum orðum, tað hevur hon so sanniliga uppiborið. Mamma er ein erlig, hjartagóð og rólig kona, og tað sum eg havi lært av henni, vil eg geva víðari til míni børn. Hevur ein fingið ein góðan og [...] koma víðari... Góða Marin Katrina, eg tilláti mær at koma við einari kunngerð. Eg havi hoyrt at tú hevur leigað eitt stórt tjald, sum skal standa í garðinum hjá tær og Tróndi, og at har skal verða opið hús
slagi. Sum umboð fyri svensku Trelleborg verksmiðjuna hevur fyritøkan leverað fendarar og pullartar til fleiri havnir kring landið. Kaj Andreasen & Co hevur gjørt íløgur í nýmótans flutningstól og goymsluumstøður [...] Fyritøkan Kaj Andreasen & Co varð stovnað av Kaj Andreasen í 1979 og hevur sostatt yvir 30 ár á baki. Umframt sølu og útleigan av arbeiðsamboðum er eisini ein handil við arbeiðsklæðum og vinnutólum - bæði
»Don´t try this at a party« er heitið á nýggjum verki, ið Tróndur Bogason, tónaskald, hevur skrivað til Aldubáruna, ið frumframflytir verkið á fyrsta sinni nú hóskvøldið klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum [...] veitsluhøpi. Verkið er síðani sett út fyri øll ljóðførini í orkestrinum, og hóast gittarin er við, so hevur hann ikki høvuðsleiklutin. Verkið er fyri allan Aldubárubólkin, ið telir 18 fólk. Ein sokallað sinfonietta [...] høvuðsverkunum innan kamartónleik í 20. øld. Eisini er italskur tónleikur eftir Nino Rota á skránni. Rota hevur skrivað ørgrynnu av tónleiki, men flest munnu kenna filmstónleikin hjá honum. Kendastur er uttan iva
Kristina flutti til Noregs fyri 22 áru síðani, og hesi seinastu trý árini hevur hon verið borgarstjóri í Honngsvåg, sum hevur 3000 íbúgvar. ?Mær dámar væl her í Noregi, og tað liggja nógvar avbjóðingar [...] r fyri framman, og her er ein tann størsta at útvega fólkinum arbeiðispláss sigur Kristina, sum hevur sera stórar vónir til ta oljumenning, sum nú tykist fara at vinda uppá seg í norðasta partinum av Norra
frá nýggju miðlunum. Avísin hevur seinnu árini fingið harðari og harðari kapping frá nýggjum, talgiltum miðlum, sum yvirtaka alt fleiri av uppgávunum, sum prentaða miðilin hevur havt í øldir. Men framvegis [...] tilgjørt og borðreitt øðrvísi. Eftir ein steðg í summar er Vikuskifti nú aftur í Sosialinum. Vikuskifti hevur verið sera væl umtókt millum okkara lesarar, og hetta er annar veturin, at vit fara í holt við Vikuskifti
/sálarfrøðingi. Peter Rodney arbeiðir á Instituttet for Blinde og Svagsynede í Hellerup og hevur drúgvar royndir at arbeiða við ungum, sjónveikum og blindum, ið hava trupulleikar. Av psykososialum [...] Peter Rodney veitir m.a. lærarum, málsviðgerum, sjónráðgevum og foreldrum ráðgeving. Eisini hevur hann samrøður við tann sjónveika einsæris. Hóskvøldið fer Peter Rodney at hava fyrilestur um ta [...] hóskvøldið er á Sjóndeplinum, Íslandsvegi 10A. Sjóndepilin er ein landsumfatandi stovnur, ið hevur til endamáls at stuðla teimum sjónveiku og blindu til meiri sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði
Tað er rætt, at onkur hevur fingið lovað fast pláss á sølutorginum í Vágsbotni, men tað er ein svipsari av umsitingini, gjørdur í góðari meining, sigur Heðin Mortensen. Tað hevur elvt til stóra ónøgd millum [...] millum nátamenn, at ávísur bátur hevur fingið lovað fremsta básin á sølutorginum í Vágsbotni 14 dagar fram ? ella í allari nátatíðini. - Tað eru umsjónarfólkini, ið umsita sølutorgið, og har er tað so
á odda fyri arbeiðnum at smíða føroyingum eina nýggja stjórnarskipan. Tað er úrslitið, nú nevndin hevur havt sín fyrsta fund, har formaður og næstformaður skuldu veljast. Á fundinum skeyt Høgni Hoydal upp [...] eftirsum báðir partar skutu Sjúrð Skaale upp til næstformann, varð hann eisini valdur. Mikið órógv hevur verið um nýggju stjórnarskipanina, serliga eftir at danskir politikarar, við sjálvum forsætisráðharranum [...] Løgtingið er evsta vald í Føroyum, er hetta tað sama um at melda seg úr danska ríkinum. Afturfyri hevur Sambandsflokkurin vissa um, at onki verður samtykt, sum kann seta ríkisfelagsskapin í vanda. Og tað
Norðmenn eru sera væl nøgdir við umstøðurnar og tænasturnar í Runavík. Síðani seinast í juli mánað hevur serstaka supplyskipið Viking Lady verið partur av býarmyndini í Runavík. Skipið flytur alt tað góðs [...] umborð á boripallium West Phoenix, millum Runavíkina og pallin. Norski skiparin, Geir Ytreland, sum hevur verið í hesi vinnuni í góð 30 ár, er sera fegin um arbeiðsumstøðurnar í Runavík, har Atlantic Supply [...] Hann heldur tað vera eina góða kombinatión at hava ein oljubasa í nánd av eini skipasmiðju. Rás2 hevur samrøðu við norska skiparan í temasending um Runavík og Skálafjørðin sum fiskivinnu- og frálandahavn