Royn ei hetta í veitsluhøpi

»Don´t try this at a party« er heitið á nýggjum verki, ið Tróndur Bogason, tónaskald, hevur skrivað til Aldubáruna, ið frumframflytir verkið á fyrsta sinni nú hóskvøldið klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrsta konsertin í samband við tónleikafestivalin FramRás.

Tróndur Bogason sigur sjálvur um verkið, at hann fekk hugskot at nýta ein serligan gittarteknikk, har ið leikarin bert slær inn á streingin. Við hesum kemur ein serstakur klangur. Á gittaramáli nevnt »tapping«.

 

Heitið »Don´t try this at a party« sipar til, at hann javnan, í veitsluhøpi, settist við gittaranum at royna júst hetta fyribrigdið, men at veitslan skjótt doyði út, tí hann sat púrasta í síni egnu verð, uttan at sansa, at veitslan fjaraði út. Tí vil hann fráráða at royna hetta í veitsluhøpi.

 

Verkið er síðani sett út fyri øll ljóðførini í orkestrinum, og hóast gittarin er við, so hevur hann ikki høvuðsleiklutin.

 

Verkið er fyri allan Aldubárubólkin, ið telir 18 fólk. Ein sokallað sinfonietta, ella eitt lítið symfoniorkestur við einum tónleikara á hvørjum ljóðføri.

 

Umframt føroyskan tónleik, framførir Aldubáran eisini verk eftir Anton Webern. Konzert opus 24, eitt av høvuðsverkunum innan kamartónleik í 20. øld.

 

Eisini er italskur tónleikur eftir Nino Rota á skránni. Rota hevur skrivað ørgrynnu av tónleiki, men flest munnu kenna filmstónleikin hjá honum. Kendastur er uttan iva Godfather.

 

Aldubáran verður hesaferð stjórnað av einum ungum norskum dirigenti Trond Husebø.

 

Konsertin er liður í FramRás tónleikaátakinum og er komandi hóskvøld 16. september klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum.