Støðan hjá sjón­veikum á breddan

Sosiala støðan hjá sjón­veik­um og blindum á breddan
Sosiala støðan hjá sjón­veik­um og blindum í ú­t­búgv­ing­ar­sam­an­hangi og á ar­beiðs­markn­að­i­num verð­ur við­gjørdi í fyr­i­lestri hjá Pet­er Rodney hós­kvøld­ið.

Hósdagin 2. september klokk­an 20 verður fyrilestur á Sjón­deplinum við Peter Rodn­ey, ungdómsráðgeva/sál­ar­frøðingi.
Peter Rodney arbeiðir á In­sti­tuttet for Blinde og Svag­syn­ede í Hellerup og hev­ur drúgvar royndir at arbeiða við ungum, sjón­veik­­um og blindum, ið hava trup­ul­leikar.

Av psykososialum trup­ul­leikum hjá sjón­veik­um og blindum nevn­ir Peter Rodney sam­­leika­trup­ul­leikar, vant­andi sjálv­s­á­sann­an, vant­andi áræði at vera sos­ialt virkin, einsemi í sos­i­al­um viðurskiftum og ikki at kunna vera uppií.

Talan kann eisini vera um óhóskandi viðurskiftir í um­hvørvinum t.d. lærarar ella stuðlar, sum ikki vita um serliga tørvin hjá sjón­veik­um og blindum og tískil kenna seg ótryggar.

Peter Rodney veitir m.a. lær­ar­um, málsviðgerum, sjón­ráð­gevum og foreldrum ráð­gev­ing. Eisini hevur hann samrøður við tann sjón­veika einsæris.

Hóskvøldið fer Peter Rodn­ey at hava fyrilestur um ta sosialu støðuna hjá sjón­veikum og blindum í ú­t­búgv­ing­a­­­rsamanhangi og á ar­beiðs­markn­aðinum.

Fyrilesturin hóskvøldið er á Sjón­depl­i­num, Ís­lands­vegi 10A.
Sjóndepilin er ein lands­um­fat­andi stovnur, ið hev­ur til endamáls at stuðla teim­um sjónveiku og blindu til meiri sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Á Sjón­depl­i­num er ráðgeving, skeið­virk­semi, dagtilhald og verk­staður.
Fyr­i­lesturin er fyri øllum áhugaðum.