Taptu í Moldova

Føroyska U21 landsliðið í fótbólti er á veg úr Moldova og til hús aftur við 1-0 tapií viðførinum.

Einsamalla málið skoraði heimaliðið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Málskjútti var liðformaðurin, Artur Ionița, sum í 78. minutti setti bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.

Tá ið tað restaðu seks minuttir varð Finnur Justinussen rikin av vølli, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.

Føroyar hava spælt allar tíggju dystirnar í EM undankappingini. Úrslitið í Moldova í dag ber við sær, at Føroyar enda á fimta plássi við 11 stigum. Moldova er nú á triðja plássi við 13 stigum. Letland hevur 12 stig. Í síðsta umfari hittast hesi bæði liðini í Letlandi 7. september.

Sama dag spæla Russland og Rumenia í Sankta Pætursborg. Rumenia hevur 24 stig, og Russland hevur 21 stig.

Aftast er Andorra, sum í tíggju dystum vann eitt stig.

 

Føroyska liðið: Jóan Pauli D. Jakobsen, B36 ? Høgni Eysturoy, B36, Rógvi Baldvinsson, Algård, Dánjal Davidsen, EB/Streymur, Viljormur Davidsen, OB - Finnur Justinussen, Víkingur, Hallur Hansson, Aberdeen FC, Kristoffur Jakobsen, EB/Streymur (Heri H. Nesá, 77.), Odmar Færø, B36 (Karl Løkin, ÍF, 62.), Rógvi Poulsen, HB - Páll Klettskarð, Víkingur (Øssur Dalbúð, ÍF, 55.).

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, 07 Vestur, Jens Joensen, NSÍ, Erling Jacobsen, Víkingur og Dánjal á Lakjuni, ÍF.

Gult kort: Finnur Justinussen 45.+1, Kristoffur Jakobsen 67.

Reytt kort: Finnur Justinussen 84. (2 gul)

Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen.