Eysturoyartunnilin er ein politisk avgerð og tí eiga vit eisini at fara í samskifti við tunnilsfelagið, tá ið vit halda, at viðurskifti eru, sum vit vilja hava øðrvísi, sigur hann. – Er prísurin so høgur [...] at gera Eysturoyartunnilin, varð mett, at tað fór at kosta 35 – 40 krónur at koyra hvønn vegin. Men nú gjaldið er ásett kostar tað tvær ferðir so nógv - og tað er fyri tey, sum fáa tann størsta avslátturin [...] at geva fólki eitt positivt upplivilsi, tá ið prísirnir lækkaðu. Tað er kanska sami taktikkur, sum nú verður brúktur. Men tað er ein avgerðandi munur á Eysturoyartunlinum og hinum báðum undirsjóvartunlunum
báðum roynir Poul Michelsen at geva Tjóðveldisflokkinum skylduna av, at Tekniski skúli ongan veg er komin. Nú skal eg líka minna á, at Tjóðveldisflokkurin hevur sitið í andstøðu í 2½ ár, og at PM hevur sitið [...] skilagóðan fíggingarhátt, so kann samgongan bara gera hetta lógligt til eina og hvørja verkætlan. Vit eru jú lóggevandi valdið og hava tí amboðið til tað. Tað var eisini tað, sum samgongan ætlaði skuldi [...] fíggingarháttin lógligan. Men hesum stríddust Tjóðveldisflokkurin ímóti við hjálp frá PM - og vit vunnu! Men nú er PM eftir øllum at døma hvokkin og orkar ikki at stíðast ímóti tilvildarligum samgonguavgerðum
sleptir upp á fjall. Vit skulu minnast til, at Landssjúkrahúsið er ein tænastufyritøka, sigur Jóhan Petur Davidsen. Uppsagdi yvirlæknin sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum nú arbeiðir við, hvussu man [...] veruleikanum um eina maktdemonstratión. Í veruleikanum kunnu vit staðfesta, at sjúkrahúsleiðslan er diktatorisk. Tey vilja geva eitt dømi um, at tað eru tey, ið hava maktina, sigur Jóhan Petur Davidsen. Skal [...] heldur hann verða pínligt. Maktdemonstratión Talan er ikki um fyrstu ferð, at Jóhan Petur Davidsen er komin upp á kant við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, og sjálvur ivast hann ikki í, at tað er høvuðsorsøkin
eg av fullum huga og verði ógvuliga virkin. Vit, sum eru í Ungmannafelagnum Samband, eru ógvuliga upptikin av teim aktuellu málunum, sum eru í samfelagnum. Vit hava ein fingur á pulsinum alla tíðina, diskutera [...] umhvørvinum. Skúlin og bústaðurin Sum vera man eru hjartamál hennara ávirkað av tí umhvørvi, hon flytir seg í júst nú. Skúlin og íbúðarviðurskifti hjá ungum eru tí mál, sum standa ovalaga í hennara raðfesting [...] føroyskum politikki. - Støðuna til ríkisfelagsskapin, um vit skulu vera verandi í ríkisfelagsskapinum ella taka loysing, havi eg tikið sjálv. Tað eru ikki míni foreldur, sum hava sagt mær, hvat eg skal halda
kanningar í 2004. Málið er so at bora í 2005. -Vit hava ikki gloymt okkara áhuga í Føroyum, vit bara viðganga, at økið er váðiligari í dag, enn vit hildu frá byrjan. Vit arbeiddu eftir einum jarðfrøðiligum modelli [...] landgrunninum kemur ikki í fyrstu røð. -Vit hava borað ein turran brunn og ásanna, at føroyaøkið er váðiligari enn vit upprunaliga mettu. Tær metingar og tulkingar, sum vit hava gjørt í dag, vísa, at bestu og [...] framundir, at onkur av fyristøðufeløgunum vilja sleppa burtur úr sínum bindingum á landgrunninum. Vit eru í einum aldudali. Onnur øki er meira áhugaverd, men áhugin er ikki burtur, tá feløg velja at vera
málið, sum vit øll sjálvandi skulu menna og hjúkla um. Nógvir stórsigrar eru vunnir á málleiðini hesi hundrað árini, nógv nýtt gott føroyskt tilfarið er komið undan kavi, tó vit enn ikki eru komin á mál. Um [...] orð vórðu brúkt í t.d. stíli, tá ið vit eiga góð føroysk orð. Hetta skiltu næmingarnir. Eisini segði eg, at vit mugu fyri alt í verðini ikki blanda málini saman. Vit skulu duga væl at málbera okkum á m [...] Seinastu árini eru nógvir næmingar við serligum tørvi komnir í fólkaskúlan. Hesir næmingar fáa ikki nøktandi tilboð, sum slíkir næmingar fáa í okkara grannalondum. Glottar eru ikki at hóma, tí nú skal fólkaskúlin
álvarsamir spurningar at viðgera. Vit eiga at taka støðu til, hvar vit eru. Vit eiga at staðfesta, at vit eru partur av Vesturheiminum, partur av Nato og partur av Evropa. Vit skulu ikki ganga sum boðfretar [...] blóðdálkaðu vinirnar. Og er tað bara tvælt, at vit skulu velja síðu? Er tað líka mikið? Og skulu vit bara siga sum Bárður og Beinir, at vit eru so lítil, at vit gera ongan mun? Hatta við at talan er um mat [...] Eiga vit um ikki annað at siga her til og ikki longur? Er tað ikki gott, at Evropa fyri einaferð skyld tekur seg saman og sigur stopp? Skulu vit føroyingar vera tey, sum bróta tann múrin? Her eru nógvir
ð samstarv umframt at veita eina góða tænastu til nevndu partar, sum í síðsta enda er komin borgarum til góðar. Nú er borðið fram, at Almannastovan skal spara _ millión. Harumframt er borið fram, at tað [...] politikkarir og Hans Pauli Støm vilja ella eru áhugaðir at varðveita eitt vælferðarsamfelag? Hesir spurningar verða bornir fram, tí Sosialráðgevarafelag Føroya dugir longu nú at hóma óhepnar avleiðingar av hesum [...] vegin, sum longu eru í neyð av einum ella øðrum slagi og hava tørv á skjótari, góðari, virðiligari og fyrisitingarligari rættari viðgerð/viðferð. Viðskiftafólk á Almannastovuni hava nú í eina tíð vant seg
ál. Her minnir hann á, at Føroyar, eftir hansara tykki, als ikki eru tilreiðar at taka ímóti flóttafólkum. - Og hóast vit í Føroyum eru bæði røsk og dugnalig á øllum økjum, er eingin tilbúgving yvirhøvur [...] mótspælini frá teimum, sum eru ímóti at yvirtaka útlendingamál. Havnar Framburðsfelag hevur bjóðað Søren Epsersen til Føroya at greiða frá, hvussu stórar avbjóðingarnar eru, serliga hvat flóttafólkum viðvíkur [...] útlendingamál bert fyri at kunna spenna bringuna úr sær, reypa og erpa sær av, at nú er enn ein yvirtøka gjørd. Yvirtøkur eru bringuprýði hjá misskiltum nationalistum. Tað er fullkomiliga líka mikið fyri Fjúrtanda
Tað almenna og kommunurnar spæla, at tær eru fyritøkur við teirri grundgeving, at privati marknaðurin ikki strekkir til. Vinnuhúsið sigur, at seinastu árini eru fleiri dømi um, hvussu almennir stovnar og [...] Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta eru góð dømi um, hvussu peningur verður brúktur á ein sera óproduktivan hátt. - Kommunur og almennir stovnar eiga verða somikið at sær komin, at skilt verður ímillum, hvørji [...] hvørji teirra arbeiðsøki eru og hvørji tey ikki eru. - Talan er um borgarans skattapening, ið ikki kemur til sín besta rætt, og skuldi tí ongantíð verið kravdur inn, siga Arbeiðsgevararnir.