Billard
Tíðindaskriv
Støðan í liðkappingini í billard gerst alsamt meira spent. Klaksvíkar Billardfelag, sum hevur vunnið FM-heitið seinastu trý árini, dragnar longur afturút, nú tað líður móti endanum. Hóast felagið megnaði at vinna 12-6 móti Kagganum 2 leygardagin, so kann tað gerast sera tungt at fáa øll tey neyðugu stigini til tess at røkka FM-trúnuni fyri fjórðu ferð á rað. Kaggin 1 og Havnar Klubbi hava nevniliga tikið dik á seg og liggja sera væl fyri nú í endaspurtinum.
Eftir fleiri tap gekst leygardagin tó betur hjá klaksvíkingum, tá teir fingu vitjan av Kagganum 2 og vunnu12-6. Krisjan Sune Høgnesen var komið aftur í "stødið" og skoraðum eitt spæl uppá nærum 1000 eygu og hevði nógv besta umfarið nakrantíð. Sonhard Johannesen hevði eisini ein góðan dag og vann allar sínar dystir. Verri gekst hjá Njál Petersen, sum enn ikki er komin rættiliga fyri seg. Hann tapti allar dystirnar.
Í dystinum í Klaksvík leygardagin eydnaðist tað Heimir Ottoson hjá Kagganum at taka fýra stig frá klaksvíkingum og Johannes Skaarup at taka tvey stig. Anfinnur Hansen hevði sín ringasta dag higartil í kappingini. Tapti allar dystirnar.
Annars var eingin ivi um, hvat var betra liðið í Klaksvíkar Klubba leygardagin., Krisjan Sune Høgnesen, sum hevur havt eina "downperiodu" tók dik á seg aftur og skoraði nærum 34 eygu í meðal. Eitt spæl var uppá 892 eygu og hevði hann eisini ta besta umfarið, sum nakrantíð er gjørt í Føroyum, nevniliga 324 eygu. Næstbestur í kappingini var Sonhard Johannesen, sum hevði góð 22 eygu í meðal.
Støðan í liðkappingini fyri meistaralið er nú tann, at Klaksvíkar Billardfelag og Kaggin 1 eru jøvn í stigum, 48 hvør, tó at klaksvíkingar hava spælt eitt umfar meira. Havnar Klubbi, sum eisini hevur eitt umfar minni enn klaksvíkingar, hevur 44 stig, og aftast er Kaggin 2 við 24 stigum.
Taka vit støðuna, so er greitt, at Kaggin 1 og Havnar Klubbi hava best møguleika fyri at gerast føroyameistari, tó at einki er endaliga avgjørt enn. Hóast Havnar Klubbi liggur fýra stig aftanfyri Kaggan 1, so hevur liðið tó tann fyrimun, at tað manglar eitt umfar móti veikasta liðnum Kagganum 2. Úrslitið av tí kappingini kann fáa stóran týdning fyri endaliga úrslitið. Tá hugsað verður um at Kaggin 1 skal til Klaksvíkar seinasta dystin at møta føroyameistarunum, so er greitt, at Havnar Klubbi er liðið, sum hevur bestu møguleikar at gerast føroyameistari. Men enn eru tvey umfør eftir og avgerandi er, hvussu Havnar Klubbi fer at klára seg ímóti Kagganum 1 komandi vikuskifti. Eftir ta uppgerðina er so bert eitt umfar eftir: Kaggin 2 móti Havnar Kluibba og Klaksvíkar Billardfelag móti Kagganum 1.