Menningin í føroyskum fótbólti ov einvís

Einans fótbóltslig framburður er ikki nóg gott. Ein menning á øllum økjum er neyðugur

Annfinn Danielsen, ungdómsvenjari hjá MB

At menningin í føroyskum fótbólti, er alt annað enn góð, sæst á, at smærru feløgini leggja saman og fótbólturin í smáu bygdunum og feløgunum dettur sundur.

Fyrr var tað soleiðis, at leikarar høvdu eina felagskenslu, sum oftani bar tey smærru feløgini uppi, og teir góðu leikararnir, gjørdu teir verru betri, og gav tað fótbóltinum á staðnum ein tiltrongdar íblástur og livikor. Øll bygdin livdi við, og kendi seg sum partur í hesum verki.

Soleiðis er ikki longur. Eg sigi heldur ikki at tað skal vera soleiðis. Men vita vit hvat vit gera ? Síðani peningafótbólturin er komin, eru smærri feløg og eisini miðalstór feløg, sum eru ítróttarliga illa fyri, meðan tey feløg, sum hava sponsorar og eru fíggjarliga væl fyri, keypa leikarar, sum tey smærru feløgini í veruleikanum ongar møguleikar hava at knýta at sær. Tað eru rætt og slætt ikki nóg mikið av sponsor pengum. Kortini hoppa øll feløgini á vognin......

Feløgini,sum vinna sær atgongumerkini til Europa, verða alsamt betri fyri, og færri, meðan tey smærru feløgini, standa so at siga í stað, ella fána burtur í onki.

Trupuleikin er, at vit eru í ferð við at innføra keypmans normar og krøv, sum eru galdandi í vinnulívinum, í feløgunum og er hetta als ikki gott, ella í tráð við tað mentan og lívsarv, vit hava á teimum einstøku plássunum.

Vit hugsa ov nógv um at fremja framburð í ítróttini. Vit hava landslið, og byrja at kappast 25. mars, tá vetrarítrótturin framvegis er, og tá flestu børnini íðka fleiri - allar- ítróttargreinir noyða vit tey at velja í ungum árum, hvørja ítrótt "tey" skulu velja. Hetta skapar sundurlindi í smáu feløgunum, meðan størru feløgini neyvan hava tann trupuleika, burtursæð frá tí, at børnini verða ikki vænd fjølbroytt. Samleiki hevur nógv meiri at siga, fyri at vit kunnu kenna okkum væl.

Er henda elituúrtøkan neyðugt ? Bara fyri 11 landsliðsleikarar skuld, at beinini verða skrykt undan feløgunum ?? Ella verður tað gjørt í navninum hjá fótbóltinum, ella einum felagsskapi - ella orsakað av hvørjum ? Tað er ikki hugsa um einstakað barni í hesum føri, og langt frá tí !

Tað gerst alsamt tyngri at reka feløgini, og sæst hetta aftur í tí, at verri er at manna nevndirnar, og tað er ikki uttan grund. Felagskenslan er burtur. Betru leikararnir søkja annað kunstgras, og krevja nakað afturfyri. Meðan feløgini hava so at siga ongi krøv, t.d. um hvussu ofta skal venjast, avboð og um hvíld. Nei, leikararnir hava dupult arbeiði og onga hvíld. Tað er ikki í tráð við tað meiningin var, og tað er kanska líka so frægt - í fótbóltsins navni.
Vit eru í fer við at gerða fótbóltin til eina vinnu, og ikki tað sum hann eigur at verða, nevniliga eitt spæl, har øll óansæð evni og kunnleika eiga at verða við, so ella so - eitt fólksins spæl.

Fótbóltspæli er ikki nóg gott

Samanumtikið er støði á fótbóltspælinum nógv verri enn áður. Kann verða at talið av dystum er økt upp í 27 í fremstu deildini, men talið av óáhugaverdum dystum er eisini margfalda. Havi ongantíð sæð so nógvar vánaligar dystir í Gundadali, og tað sæst aftur í áskoðaratalinum, í týdningin áskoðari. Og tað er til okursprís. At kappingin 05 gjørdist meiri enn spennandi var eitt Guðs undur, og als ikki leikligani.

Samstundis sita formennirnir í feløgunum á fundi, og samtykkja glaðbeintir, at tvey lið skulu millum fremstu deildirnar. Tað er at seta fótbóltin lágt, um teir meta, at næstfremsta liðið í næstfremstu deildini, fer at økja dygdina í fremstu deildini. Tað liðið finst ikki í landinum. Leiðararnir hava bert hugsa um løtuvinningin, og ikki um fótbóltin.
Vit hava innført ein hóp av miðalgóðum leikarum og venjarum, uttan at feløgini hava fingið nakað burtur úr, ístaðin fyri at skapa okkara egna, og brúka okkara egna vit og skil. Og vit hava forkomið fleiri ættarliðum av okkara egnu fótbóltsleikarum. Og hetta sæst aftur í smáu feløgunum nú.
Samstundis sum útvarpið hevur trupuleikar við at siga nøvnini á hesum fremmandu, so koyrir myllan framvegis kring einstaklingin í fótbóltinum - tað hóast vit framvegis hava hetta frálíka bóltspæli, sum also nú einaferð er eitt liðspæl.

Gamaní, venjingingar er helst betri enn áður. Onki at ivast í. Men týkist mær, at hvíldin sum er umráðandi í spælinum og sum er neyðug verða ikki vird. Leikarar venja 5-6 ferð um vikuna, arbeiða eisini, og skulu til venjing. Hvørki kroppur ella sinniliga heldur tú ikki til slíkt, og so fellur gleðin við leikinum. Ella hví gevast góðir leikarar í fremstu røð, t.d. Hallur Danielsen, Allan Mørkøre og Rúni Nolsøe, alt framúr leikararar ?

Ungdómsvenjingin misrøkt
Krøvini til venjingina eru ikki nóg stór, tað hava vit vita leingi, og hetta sæst eisini í tekniska førleikanum í eldru deildunum. Í nógvum feløgunum er ungdómsvenjingin misrøkt, tí feløgini hava ótilvita ikki brúk fyri henni. Tey hava so ikki brúk fyri henni, og kemst hetta av at tey kenna ikki samfelagsliga ábyrgd sum felag. Tey kunnu jú eisini keypa seg burtur úr tí.
Skal ikki siga, at ein broyting er á hesum øki, sum kann skyldast tær fáu eldsálirnar, sum framvegis eru til. Kanningar aðrastaðni vísa, at venjingin blívur betri í lægru feløgunum, og feløg fyri bert ungdómslið eru alt meiri vanlig. -

Hugburðurin má avgjørt broytast
Neyðugt er at vit broyta hugburðin soleiðis at tey krøv um úrslit í ítróttini, eru tey einastu virðini vit hava, verða tilsíðissett. Somuleiðis tey áhugamál, sum felagsskapir, t.d. FSF og peningalig áhugamál, sum taka yvirhond í ítróttarlívinum hjá okkum.
Hetta er neyðugt um menniskanslig virðir, sum áhugið og vilji til at luttaka í spælinum, sum hóska nógvar ferðir betri í okkara heimi, og takað lut í, og kenna ábyrgd fyri. Og uttan at lata onnur avgerða hvussu, nær og hvar, tingini henda. Tí er týdningarmikið at varðveita tey smærru feløgini.