mær altíð okkurt slikk, tá vit vóru inni í Magn”, sigur hon t.d. Eftir eg fekk boðini, at Jórun var deyð, fór eg at hugsa um, at beint áðrenn jól møtti eg henni í Bónus, og vit snakkaðu nógv og leingi [...] í Gøtu í 2 ár, tá eg undirvísti á Kambsdali. Haðani eru Jórun og mamma mín ættaðar, í Gøtu kom eg at kenna Sólarn, og so løgið, sum tað er, so varð tað Jórun, sum kom sum ein eingil, tá eg hevði brúk fyri [...] Jórun er farin. Hon er farin til Harran. Eg bleiv kløkk og illa við týsdagin 3. januar 2012, tá eg hoyrdi, at Jórun var deyð. Tað tekur tíð, áðrenn tað ordiliga gongur upp fyri einum. Tað gekk nokk ikki
hugleiða um. -- Eg skrivi av einari orsøk ! Ynskja vit at menna hetta landið, ynskja vit fólkið heimaftur, ynskja vit fleiri kvinnum framat, so mugu vit hava ‘professionell’ arbeiðspláss, sum gevur fólki rúmd [...] áttu vit at sæð øðrvísi profilar, øðrvísi brillur, nýggjar typur og so framvegis. Tað verður so ofta sagt at bankafólk eru grá og keðilig. Hví hava tey fingið ta etikettuna? Blomstraðu tey ikki tá tey byrjaðu [...] m. Stjórin segði tað hava týdning, at starvsfólk hevði álit á leiðara, at leiðari hevði álit á stjóra og at stjóri hevði álit á nevnd. Samd í tí! Men haldi onnur viðurskifti hava minst líka stóran týdning
familjur, sum eru ymiskar í stødd, hava 65 kr um dagin at lívbjarga sær við, væl at merkja um ongin óvæntað útreiðsla kemur til klæðir, tannlækna, heilivág o.a. Um tað hendir, hava tær enn minni ella onki [...] umsóknunum vóru aðrar orsøkir so sum sjúka o.a. sum gjørdi, at familjan var í eini truplari støðu. Vit hava umvegis umsóknirnar fingið innlit í 100 tals familjur, sum hvønn einasta dag í árinum stríðast fyri [...] familjur undir 2000 kr um mánaðin at liva fyri, tá alt tað fasta var goldið. Tað er ikki trupult at ímynda sær, hvussu ómetaliga strævið hesar familjur hava tað. og hvussu stórar avmarkingar bæði børn og
lítlan larm flogfarið gjørdi, tá tað fleyg yvur Havnini. Hinvegin var einki nevnt um turbulens, og mjørki á Glyvursnesi var ein býur í Kina. Taka vit til dømis í ár, so høvdu vit eitt summar við eysturætt [...] sum helst ivi er um, at var tað nakar sum helst áhugi, so hava góðir møguleikar verið fyri at gjørt hesa sápubløðru til veruleika. Til dømis tá tvey feløg kappaðust á Føroya-rutuni, og tað var so stórur [...] fyri sól. Og so kemur Bjarni Djuurholm við tí eftihondini kenda gullegginum, at fáa vit ein altjóða flogvøll, so fáa vit ein regularitet, sum bæði Heathrow og Frankfurt fara at misunna okkum. Álvaratos,
at vit høvdu fingið ein hollan stuðul. Ikki bert vit sum blað men so sanniliga eisini okkara mennandi lesaraskari. Í langa tíð skrivaði hann fyri blaðið, áðrenn vit nakrantíð hittust. Men tá ið vit so [...] at kemiin okkara millum passaði, og at vit báðir høvdu henda felaga stóra áhuga fyri journalistikki og fyri so mongum viðurskiftum í samfelagnum annars. Vit hava eftir tað mangan prátað um, hvussu týd [...] gott, og altíð við tí góða orðinum, tá onnur tóku góð stig á leiðini at menna blað og arbeiðspláss. Tað er eisini hugaligt at síggja, at nógvir av tankunum, sum vit hava umrøtt og vent, eru blivnir til veruleika
uppaftur eldri og meira charmerandi út - óteljandi møguleikar. Her hjá okkum hava vit sæð ógvuliga lítið til PT Cruiser, meðan teir hava verið nógv seldir í fleiri av grannalondum okkara - eisini í Danmark. Men [...] og áhuga hvar hann kemur. PT Cruiser kom fyrstu ferð á marknaðin í 1999. Chrysler hava seinnu árini verið sera djarvir, tá tað snýr seg um at gera bilmodell, sum bróta við vanliga vanahugsan. PT Cruiser [...] rúmligan 5-persóna familjubil, har øll í bilinum sita høgt og hava gott útsýni. Fólk, sum koyra PT Cruiser, siga, at næstan øll sum tey møta hava onkra viðmerking um bilin, summi siga, at tey blíva í góðum
kalt og vátt, og tá rennur uppaftur minni í kassan hjá róðrarfeløgunum kring landið. Undantakið er á Ólavsøku, tá ið tað ofta er svart av fólki á Molanum og í Tinganesi. Sum vit áður hava nevnt, so er áhugin [...] mong, ið eru stødd uttanlands, sum fylgja við. At kappróðurin harvið er vorðin meiri áskoðaravinaligur minnir ikki sørt um, tá ið kappsiglingin gjørdist meiri áskoðaravinaligur. Tað var, tá ið olympisku [...] olympisku summarleikirnir vóru í Moskva í 1980. Tá vóru kappingarnar í sigling í Estlandi. Áður hevði tað verið soleiðis, at tað bara vóru úrslitini, sum frættust, meðan tað ikki bar til at fylgja við í sjálvum
og er definitivt. Vit hava fingið upplýst, at ein slík verkætlan altíð er knýtt at ávísari óvissu, sum entreprenørar, ið skulu bjóða upp á arbeiðið, eisini fara at taka hædd fyri, tá ið bjóðað verður. [...] Hvar eru vit stødd, um fíggjar- og rakstrarætlan ikki halda,og landskassin er stongdur? Vinnumálastýrið er varugt við henda trupuleika uttan at hava nakað boð uppá, hvussu ein slíkur knútur skal loysast [...] ein førleika undir føroyskum fortreytum, sum er alneyðugur fyri landið. Undir fullveldissamgonguni hava vit sæð eina niðurpíning av hesum heiðurskrýnda stovni, sum má vera á markinum til forfylging. Øll kenna
høll fyri øll. Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu. Sum vit hava sæð her á www.in.fo seinastu dagarnar, hava bæði vágbingar og tvørafólk ætlanir um at byggja hallir til innandurafótbólt [...] rætt og slætt at byggja eina høll rundan um fótbóltsvøllin, og rennibreytina á Svangaskarði. - Har hava vit ein vøll við plássi til frælsan ítrótt og við rennibreyt rundan um, men umstøðurnar eru nú, verður [...] kostnaðarmetingar gerast, tá ið tað kemur har til. - Verður nakað lagt afturat, ber væl til at gera áskoðarapláss, sum verða drigin inn yvir rennibreytina, táið dystir eru, og so frá aftur, tá ið rennibreytin skal
Erlend Loe Ferðast tú nógv í egnum landi? - Ja, í mong ár hava vit á hvørjum sumri verið ein longri tjaldingartúr onkrastaðni í Føroyum. Vit hava havt nógvar ómetaligar góðar túrar, men tað er serliga ein [...] Har svóvu vit í tjøldum í 5 nætur; veðrið var avbera gott, vit fiskaðu síl og sigldu í gummubátum á vøtnunum, gingu túrara, onkur málningur varð gjørdur. Ja, ein sonn heilsubót. Men so hava tað eisini [...] partapolitiskur? - Ja, tað haldi eg avgjørt, tí tað eru tey grundleggjandi hugsjónarligu virðini sum hava týdning at byggja tann førda politikkin á. Hvat er tað mest áhugaverda og spennandi við at vera b