Allir lesararnir hjá Sosialinum komast við hetta navnið, og eisini kennast føroyingar flestir við mannin, sum nógvu tey seinastu valini í sjónvarpinum hevur fingið valtølini at liva og tala.
Men hvussu bar tað so á, at vit báðir og Sosialurin og hesin kapasiteturin av einum menniskja hittust kann verða spurt! Tað var næstan av tilvild, at Jóannes kom í samband við Sosialin. Síðst í áttati árunum hildu vit okkum mangla ein reportara í Eysturoy. Eitt gott og framfýsið høvd á blaðnum kendi klaksvíkingin, sum nýliga var fluttur heim og hevði búsett seg á Toftum, eftir at hann hevði verið eitt langt skifti í Danmark og gav honum sítt besta viðmæli.
Frá tí fyrsta eg sá tað, sum Jóannes hevði skrivað, sá hansara engagement og motivatión visti eg, at vit høvdu fingið ein hollan stuðul. Ikki bert vit sum blað men so sanniliga eisini okkara mennandi lesaraskari. Í langa tíð skrivaði hann fyri blaðið, áðrenn vit nakrantíð hittust. Men tá ið vit so endiliga hittust, var tað beinanvegin, at eg kendi, at kemiin okkara millum passaði, og at vit báðir høvdu henda felaga stóra áhuga fyri journalistikki og fyri so mongum viðurskiftum í samfelagnum annars. Vit hava eftir tað mangan prátað um, hvussu týdningarmikið tað er støðugt at menna blaðið, og tá ið eg nú líti aftur um bak, so má eg konkludera, at Jóannes er tann av teimum, sum í dag skriva Sosialin, ið hevur verið longst á blaðnum, tá ið undirritaði sjálvur er undantikin. Ikki bert hevur hann verið drúgvastur, hann hevur eisini verið trúgvastur. Altíð við uppá at skapa nakað nýtt og gott, og altíð við tí góða orðinum, tá onnur tóku góð stig á leiðini at menna blað og arbeiðspláss.
Tað er eisini hugaligt at síggja, at nógvir av tankunum, sum vit hava umrøtt og vent, eru blivnir til veruleika. Eg tori at siga, at tað, ið byrjaði sum eitt næstan tilvildarligt professionelt forhold, hevur ment seg til eisini at vera persónligt vinarlag.
Upprunaliga skrivaði Jóannes bara um fótbólt. Við allari virðing fyri øllum øðrum, sum skriva, so tori eg at siga, at hann í hesum breyt slóð fyri tí mátanum, sum fótbólturin nú verður viðgjørdur í Føroyum. Tá hugsi eg um umrøður undan og eftir dystir í heimligu kappingunum, um hagtølini og tann mátan, sum landsliðið verður dekkað. Tað sama kann sigast um tann mátan, sum kappróðurin hevur verið umrøddur í blaðnum nú í eini tíggju ár. Sum heild kann sigast, at NN, soleiðis sum vit á blaðnum eisini kenna hann, hevur verið ein dynamo, ein katalysator, ja ein eldsál, sum ikki bara hevur verið við til at menna tey øki hann hevur skrivað um men eisini okkum onnur, sum hava skrivað og verið við til at leggja til rættis.
Men Jóannes hevur so ikki bara verið synomym við fótbólt. Seinni er Jóannes nevniliga eisini farin at skriva um so mangt annað. Útbúgvingin í geografi og samfelagsfrøði kombinerað við framúr lætta og reina penninum og ikki minst hansara inniliga áhuga og framúr góða menniskjansliga brúgvabyggjara handalag ger, at tað fellur honum lætt at umrøða og at skriva um so mong øki, tað veri seg politikk, fiskiskap, trúðarspurningar, siðsøgulig evni og at hugleiða á so mongum økjum. Eisini hevur hann verið góður stuðul í navnateiginum á blaðnum, sum seinastu tíðina hevur fingið alt størri undirtøku. Ja, Jóannes, tú hevur verið ótrúligur. Fá í hesum landi hava evni, vilja, treiskni og eisini inniligan áhuga fyri tí, sum tú fer í holt við.
Eg veit væl, at tú gongur upp í tí dagliga yrki við lív og sál. At tú er næminganna maður. Tað er fáum beskorið at kunna útinna sítt gerandis yrki so væl samtíðis sum frítíðin verður so væl og skilagott umsitin, og har tað tú tekst við í frítíðini er til so stórt gagn fyri so mong onnur. Vónandi kunnu tínar góðu gávur og tíni árvaknu menniskjansliga eygu og oyru verða opin í mong mong ár aftrat.
Jóannes. Eg vil bara ynskja tær tillukku við 50 ára degnum.. Røddirnar eru so fjálgar, fryntligasr og fyrikomandi, tá ið konan og døtrarnar taka telefonina. Sannu og tær og Randi og Elisabeth, svigersynunum og abbadóttrini, lítlu Sannu, sum eg veit tú ert so fegin um, heilsa Tove og eg og ynskja tykkum blíðan byr.
Jan Müller









