Ónøgd tá populisman fær fremri raðfesting enn seriøsitetur

Tað var ynski um at gera mun, ið fekk Marin Katrinu Frýdal at fara upp í politikk, men hon heldur at umstøðurnar at reka politikk eru út av lagi vánaligar. Yndismaturin er seyðarhøvd og helst nakkaspikið. Hon ferðast nógv í egnum landi, men hevur kortini ongar ætlanir um at fara upp í landspolitikk – enn.

Hvat fekk teg at fara upp í kommunalpolitikk?
- Eg havi altíð verið sera áhuga í samfelagsviðurskiftum. Haldi ikki, at tað ber til bert at finnast at. Ein má sjálv gera sítt íkast. Helt at nógv viðurskifti í samfelagnum ikki fingu nóg høga raðfesting og hevði tí hug at taka eina hond í. Úrslitini eru nógv, sum eg gleðist yvir, og sum eg veit, at eg kveikti neistan í ella kom við hugskotinum til at fremja í verki.

Er tað skilagott at kommunalpolitikkur er partapolitiskur?
- Ja, tað haldi eg avgjørt, tí tað eru tey grundleggjandi hugsjónarligu virðini sum hava týdning at byggja tann førda politikkin á.

Hvat er tað mest áhugaverda og spennandi við at vera býráðslimur?
Tað er at skapa betri karmar fyri okkum borgarar, gera mun, síggja úrslit og skapa betri kor fyri okkara eftirkomarar.

Hvat er tað ringasta við býráðsstarvinum?
- Tað er, at kramarnir runt býráðsarbeiði eru so út av lagi vánaligir. Býráðsarbeiði er at meta sum eitt frítíðararbeiði, nevndarfundir og býráðsfundir eru um kvøldarnar og alt fyrireikingararbeiði má gerast um vikuskiftið ella á kvøldi ella nátt. Karmarnir leggja ikki upp til nakað annað, tí býráðslimir fáa ikki løn eftir vanligum hátti, bert fundpengar, tí hava eisini allir býráðslimir fulltíðararbeiði. Men skjøtil er settur á at broyta hesa skipan og mín vón er at hetta arbeiðið ber á mál, soleiðis at býráðslimir í høvuðsstaðnum fara at fáa nøkulunda somu skipan sum løgtingslimir. Ein tílík skipan átti eisini at fingið fleiri at bjóða seg fram, soleiðis at samansetingina av býráðnum verður meira fjøltáttað.

Tú og borgarstjórin draga ikki altíð somu línu, gongur samstarvið tungt?
- Borgarstjórin er ein blíður, fryntligur og arbeiðssamur maður, men eg gerist sera ónøgd, tá ið populisman fær fastatøkur á honum og fremri raðfesting enn seriøsitetur og langtíðarætlanir.

Hevur tú ætlanir um at fara upp í landspolitikk?
- Enn havi eg ongar ætlanir um tað.

Hvat ger tú í frítíðini?
- Mær dámar best at vera heima við hús tá ið eg havi frí. Við stórum húsarhaldi er nógv at takast við, eins og frítíðarvirksemini hjá børnunum tekur tíð. Familjan hevur stóran týdning fyri meg. Mær dámar eisini at røra meg, og tí súkkli, renni og svimji eg nakað. Havi eisini gingið á fjalli frá barni av, og mær dámar sera væl at luttaka í øllum tí arbeiðinum saman við mínum næstu.

Lesur tú nógv – og hvat?
- Tíðin er næstan bara til lesna viðvíkjandi kommunalarbeiðinum, tað veri seg um kollektiva ferðslu, bila- og súkkluferðslu, parkeringsskipanir, býarplanlegging, orkupolitikk, varandi orkukeldur, vinnu- og sosialpolitikk v.m. Men tó liggur ein jólagáva á náttborðinum, bókin Doppler eftir Erlend Loe

Ferðast tú nógv í egnum landi?
- Ja, í mong ár hava vit á hvørjum sumri verið ein longri tjaldingartúr onkrastaðni í Føroyum. Vit hava havt nógvar ómetaligar góðar túrar, men tað er serliga ein túrur ið børnini minnast sum heilt framúr, og tað var túrurin í 2008 uppi á Hestoynni. Har svóvu vit í tjøldum í 5 nætur; veðrið var avbera gott, vit fiskaðu síl og sigldu í gummubátum á vøtnunum, gingu túrara, onkur málningur varð gjørdur. Ja, ein sonn heilsubót. Men so hava tað eisini verið túrar, tá illveður og regn hevur sent okkum heim sum nakrar druknaðar mýs.

Hvat er besta staðið tú hevur verið og ferðast?
- Tað veldst um hvat verður lagt í ”besta staðið”. Eg havi verið nógvar góðar túrar sum hava lært meg nógv og sagt mær nógv. Onkuntíð kemur tú heimaftur við einum klárari sosialum medviti, onkuntíð við einum styrktum náttúrumedviti. Og bara at ferðast og vera saman er so ómetaliga gott í sjálvum sær. Tú fært sett títt land og heimalív í perspektiv

Hevur tú húsdjór?
- Bello, ein føroyskur greðingur, og Snati, ið er ein seyðahundur

Hvat er tín yndisrættur?
- Allir føroyskur matur, seyðarhøvd og serliga nakkaspikið.

Hvønn mat dámar tær als ikki?
- Eg haldi at mær dámar so at siga allan mat, og serliga tað at royna mat, ið eg ikki havi roynt áður.