uni gjørdist tann mest spennandi av øllum róðrunum. Seinasta vikuskiftið tók Ørnin øll á bóli, tá hon vann Skálafjarðastevnuróðurin. Ørnin tók Svan av Skála og Koll úr Kollafirði við sær fram í oddin, [...] sum ein. Róðurin á Sundalagsstevnuni prógvaði at tað sum hendi á Skálafjørðinum var í lagið, ella í hvussu er ikki var nakað heilt burturvið. Teir tríggir bátarnir, sum gjørdust nummar eitt, tvey og trý har [...] FM-kandidati. Royndin Fríða úr Vági, sum vann á Norðoyastevnu er fallin eitt sindur burtur í millum. Hon hevur bert fingið eitt stig síðani tá. Spurningurin er so bara, um Svanur ella Kollur, kunnu gera nakað
kokkanæmingur, ið fyri flokkin takkaði fyri tíðina á skúlanum. Tíðin hevði verið sera lærurík, segði hon. Hon handaði fyrstakokki skúlans, Jákupi Ziskasyni eina gávu frá flokkinum. Gávan var ein grindaknívur [...] at tað var spell at tilgongdin til sjóvinnuflokkin er í minking, og serliga tá hugsað verður um, hvussu stóran fyrimun hesin gevur. Ofta hevur verið tosað um broytingar í kokkaútbúgvingini, men enn er
svimjararnar í Evropa. Hon brúkti 12,50 sekund um teinin. Tvs, at Sheila Millum Garðarnar var bara 40/100 partar aftanfyri ein evropeiskan toppsvimjara. Var talan um eina opna kapping, hevði hon blivið nr. tvey [...] girokorti eru 10 nummur, sum hvørt kostar 10 krónur. Tey, sum sendir inn, skulu so bara seta kross við, hvussu nógv nummur, tey vilja hava, skrivað krónutalið á girokortið og betala upphæddina á posthúsinum. [...] og Bente Sikivat Andersen fara við. Men Rutt Millum Garðarnar hevur tíverri meitt sær økslina, so hon sleppur ikki við. Í Tvøroyrar Svimjifelag eru 30 limir ímillum 16 og sjey ár. Bara fýra av teimum eru
eisini spyrja okkum sjálvi, hví havnin inni á Sundi ikki er meiri brúkt, enn hon er. Hon er at kalla slett ikki brúkt, síðani hon varð gjørd. Og tað er nettup tí, at har er ikki liggjandi hjá skipum, sigur [...] besta stað í landinum til endamálið. Eitt er, hvat útrokningar vísa á einum pappíri og eitt annað er, hvussu Sund og Drelnes taka seg út fra síni bestu síðu í fínasta veðri. Men staðfestast má so, at tey, sum [...] best at gera hana. Tí hava vit spurt tann roynda bátsmannin á Smyrli, hvat sjómenn halda um Sund og, hvussu veruleikin á Sundi er. Erland Jacobsen sigur, at hann má viðganga, at hann undraðist stórliga, táið
brúk fyri, og tveita alt burtur, sum er brúkt og slitið, kann tað mangan vera trupult at ímynda sær, hvussu stórur partur av gerandisdegnum hjá teimum gomlu í veruleikanum fór bara til at útvega sær tað allarmest [...] uppihald. Men í summar ber til at fara niðan til Hoyvíkar tvær ferðir um vikuna, at fáa eina hóming av, hvussu tey gomlu búleikaðust. Har verður tú førdur langt aftur í tíðina so tú sært ein part av tí, sum ein [...] Mørkøra, sum er formaður í Heimavirkisfelagnum, sigur, at tað er onki nýtt, at vit vísa ferðafólki, hvussu vit virka pløgg, lutir og amboð burturúr teirri rávøru, sum landið gevur. Tað gjørdu vit á før
við tykkum hesi fýra árini, tit hava gingið hjá okkum, vit vita, hvussu tit hava knossast við at nema tykkum fakligan førleika, og hvussu tit áhaldandi hava roynt at menna tykkara førleika at skilja børnini [...] okkurt heilt annað. Í hesum døgum verður tosað nógv um nýggju fólkaskúlalógina og um tey krøv, sum hon setur til lærararnar og til førleika teirra at skipa fyri virkseminum í skúlanum í framtíðini. Og tað [...] tað er so rímiligt. Tosað verður eisini um, at vit mugu endurskoða læraraútbúgvingina, so hon samsvarar við tann veruleika, sum vit vilja skal síggjast aftur í fólkaskúlanum. Tað kann eisini vera rímiligt
hava gjørt í hesum førinum, at teir ikki taka ábyrgdina av vørini fyrr enn hon er latin teimum. Tað vil siga, ikki fyrr enn hon er komin umborð á tann bátin, sum skal føra hana til keyparan. Tá tryggja [...] ? Vit skulu hava fund bæði við tryggingina og teir, sum vit flyta vøruna fyri, hvussu vit best loysa hesa støðuna sum nú er komin, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfarðaskipum Landsins. Tey umleið [...] stjóri á Faroe Seafood Prime og Egil Olsen, stjóri á Sandoy Seafood. Enn er tó ikki heilt greitt, hvussu tað er við tryggingini av hesi vøruni, og hvør fer at missa pengar uppá vøruna. Tryggja seg Á Faroe
komið, men nei, tað hevur ikki havt nógv uppá seg og tað hevur lagað seg aftur. Hvussu hevur táttamentanin tað í dag, hon blómaði jú í sjeytiárunum við V4-skemtisendingum og øðrum? - Um vit fara aftur til [...] hevði gingið og putlað við ymiskt. Men tað lá raðið fyri og yrkingin var skjótt gjørd. Táttamentanin Hvussu eru annars treytirnar viðvíkjandi táttayrking, eru mørk? - Tað eru avgjørt mørk og har haldi eg,
tann søgan ikki eisini veður dýr ? við ella uttan oljuævintýr ? men tá sjáttan er tóm, mugu tit ið hvussu er vátta, at tað segði eg longu í nítiátta. Men eg eri komin við so nógvum lærum, sum ongin gav sær [...] gott, sjálvt um lívið er eitt sindur rátt. Skál.² Ja, skál fyri nýggju fløguni hjá Pipari & Salt. Hon verður eitt hitt.
verður ein politiskur spurningur, og við hesari loysingarsamgongu verður tað ein stórur spurningur um, hvussu leikur fer fram, hvar ein støð til oljuvinnuna verður løgd er av avgerandi týdningi. Eg eri bangin [...] teimum kreftum, sum útjaðarin ræður yvir innan verandi samgongu. Tá á stendur fáa vit prógv fyri, hvussu løgtingslimir fara at roynast. Mín tilráðing til Vág og Tvøroyri og suðurvestur-tiltakið skal verða: [...] verður løgd á Sundi, verður flogvøllurin á Glyvursnesi. Teir hava brúkt nógvar pengar uppá hesa ætlan, hon liggur klár. Suðuroy og Vágar hava tvey umboð í verandi samgongu ? teirra leiklutur verður avgerandi